Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 155 - 15. august 2001 Nr. 155 - 15. august 2001 13 Tað verður »knald eller fald«, nú tað nærkast málinum. Heilar 220 mill. kr. kemur hesin eini brunnurin at kosta, so hjá Statoil krossa tey fingrar fyri, at boringin skal geva úrslit – at olja er í longuni, sum er heitið á Statoil-brunninum. OLJULEITING Jan Müller – Tað gongur eftir ætlan, tíðarætlanin heldur og vit meta framvegis, at 1. sept- ember er dagurin, tá vit kunnu siga nakað ítøkiligt um úrslitið av boringini. Hetta sigur ein at síggja til opinskáraður men tá kemur til stykkis rættiliga fáorðað- ur Rúni Hansen, stjóri í Statoil Føroyar, sum stend- ur á odda fyri boringini hjá Statoil-samtakinum. Rúni Hansen ger alt fyri eitt greitt, at teir fáa einki sagt um boringina, tí Olju- málastýrið hevur treytað sær allar upplýsingar. – Vilja tit vita nakað, so mugu tit tosa við Oljumála- stýrið er afturvendandi svarið frá honum. Sosialurin hevur saman við útlendskum jarðfrøð- ingi mett, at hóast einki basalt skal hava verið um tær leiðir, har tað verður borað, so er ringt at koma heilt uttan um basalt. Uttan iva hava oljufeløgini bæði verið noydd at bora gjøgn- um eina tunna lynd av bas- alti, og tað hevur so neyvan seinkað tað stóra. Men hetta er so ein avbjóðing, sum tey helst hava roknað við sigur keldan við blaðið. Møguliga hevur hetta bas- altlagið seinkað eitt sindur og møguliga hevur tað kostað okkurt borihøvdið eisini. Tað er so tað, sum oljufeløg kunnu koma út fyri. Rúni Hansen vil tó hvørki vátta ella avsanna, at teir hava borað í basalti, men sigur bert, at tess long- ur tú kemur móti landi, tess tjúkri verður basaltið. Á skrivstovuni hjá Statoil í miðbýnum í Havn stendur nógv á. Tað sæst á fólkin- um. Spenningurin er ovur- stórur, nú tað nærkast mál- inum. Inni í tí mesta heil- aga situr ein lítillátin og sera fryntligur breti. Dave Ellis eitur hann. Hann er ikki hvør sum helst, tá talan er um kunnleika til undir- grundina og her ikki minst til føroysku undirgrundina. Dave hevur nevniliga verið við á føroyaøkinum frá byrjan. Í meira enn 5 ár hevur hann, eitt nú saman við Rúna Hansen, verið við til at leggja brikkarnar til torføra føroyska undir- grundarpuslispælið. Tað er ikki minst Dave Ellis at takka, at tað hevur eydnast at fáa leiðsluna í Statoil at taka føroyaøkið í álvara og seta góðar 200 mill. kr. í bert hetta eina boriprojekt- ið. Dave Ellis hevur eisini fingið kjaftband og tí nyttar einki at fritta hann um nak- að. Hann smílist og peikar á eitt kort, sum vit bert sleppa at síggja í ein brøk- part av einum sekundi. –Hava tit kunnleika til jarðfrøði, so gloymið, hvat tit sóu sigur hann við blað- mann og myndamann á Sosialinum. Hann hevur nettupp víst okkum ein skurð av undirgrundini, har borað verður. Onkunstaðni fjart burturi hómast bylgj- utar linjur. Dave Ellis hevur góðar vónir. Tað hava jarðfrøð- ingar altíð sigur hann, men vísir samtíðis til, at teirra skot er 30% møguleiki fyri »jackpot«. Men tað merkir eisini, at heili 70% møgu- leiki er fyri at raka við síð- una av. Dave Ellis hevur sera hollan kunnleika til før- oysku undirgrundina. Ja hann er kanska tað, sum kemur næst einum Jóannes Rasmussen ella Martin Heinesen. Í løtuni er hann við at leggja síðstu hond á eina bók, saman við øðrum, um føroyska jarðfrøði. So eisini tað bíða vit í spenningi eftir. Vilja hava góða byrjan Morgunin vit vitja sita jarð- frøðingar, geofysikarar, boriverkfrøðingar og logist- ikkfólk við stóra borðið. Her verða allir træðrir savn- aðir og her verða allir spurningar vendir. Her verður leitingin stýrd og fylgd. Aftrat hesum mongu fakfólkum eru eisini serkøn umborð á Sovereign Explo- rer og á stóra databasa- skrivstovuni í London. Einki verður latið til tilvild- ina. Alt er neyvt tilrætta- lagt. Við borðendan situr Helge Håland, boristjóri, sum hevur drúgvar royndir frá leiting kring allan knøtt- in. Jú Statoil hevur savnað síni bestu fólk fyri at fáa eina góða byrjan á føroyska landgrunninum. Hóast Statoil er risafyri- tøka, so er tað leiðslan í før- oysku deildini, sum hevur ábyrgdina av boringini við Føroyar. Rúni Hansen hev- ur fingið hesa stóru upp- gávu. Og hann tykist ikki bera ótta fyri ikki at megna hana. – Sjálvandi samstarva vit við Statoil í London og í Stavanger, men vit hava seinasta orðið og ábyrgd- ina. Og tað vilja vit so sanniliga liva upp til sigur tann altíð blíðskortaði eysturoyingurin, sum júst er fluttur til høvuðsstaðin. Verður brunnurin turrur, so fer Statoil undir sína næstu boring í 2003. Men verður olja funnin longu nú, verða helst boraðir ein ella tveir avmarkingar- brunnar næsta ár. Hetta fyri at vita, hvussu stórt eitt felt er. Og er tað lønandi, so verður farið undir at fyri- reika útbygging. Tað ganga so fimm ár til fyrsta oljan rennur upp. Tvs. í 2007. Rúni Hansen dylur annars ikki fyri, at tað kann gerast ein trupulleiki at skaffa boripallar næsta ár. Sjálvur vónar hann, at teir finna olju. Men hann leggur dent á, at óvissan framvegis er sera stór. – Nógvir turrir brunnar eru boraðir kring Foinaven og Schiehallion feltini. So tú veit ongantíð. Einki er giv- ið uppá forhond. Rúni Hansen er annars sera væl nøgdur við, at tað hevur gingið so væl bæði umborð og á landi. – Eingin skaði hevur verið, og før- oyska manningin hevur gjørt eitt framúr gott ar- beiði skilji eg á teimum, sum hava arbeitt umborð. Og á landi hevur gingið væl bæði við flúgving og út- gerðarhavn, so vit hava alla orsøk til at vera nøgdir. 220 mill. krónur í longuna Hvønn morgun og hvørt kvøld hittast umboð fyri teir ymsu fakbólkarnar at viðgera gongdina í boringini. Mynd Abraham Hansen. Dave Ellis, jarðfrøðingur framman fyri teldurnar, sum standa í samband við risastóran databasa í London. Mynd Jens K. Vang Rúni Hansen, føroyski stjórin í Statoil Føroyar. Mynd Jens K. Vang Helge Håland, boristjóri hevur arbeitt kring allan knøttin. Mynd Jens K Vang Boriskipið West Navion hevur virkað til fulnar. Boraðir eru 3800 metrar, so um- leið 1000 metrar eru eftir at bora. BP nærkast málinum í Svínoyarbrunninum har suðuri á land- grunninum OLJULEITING Jan Müller Nógv virksemi er í nýggju og stásiligu hølunum hjá BP Yvir við Strond. Felagið hevur leigað og innrættað tvær av hæddunum í bygninginum hjá Svend Krosstein, nærhendis Skansan. Tað er torført at síggja á fólkunum, um tað hevur eydnast BP og Shell at finna gass ella olju í føroysku undirgrundini. Og tá tú spyr, so er svarið alla tíðina tað sama: spyrjið Oljumálastýrið. Men boristjórin hjá BP, John Thorrogood vil fegin svara tekniskum spurning- um, sum eitt nú, hvussu langt niður teir hava borað. –Vit eru komnir 3800 metrar niður, so enn resta umleið 1000 metrar. Eg kann siga so mikið, at tað gongur sum ætlað og vit hava verið sera væl nøgdir við boriskipið. John Thor- rogood sigur, at West Navion livir upp til øll tey lyftini, sum eru givin um hetta sera framkomna bori- skip. Sosialurin skilur, at teir hava ikki møtt stórvegis trupulleikum á leiðini niður í dýpið, tó at har var ein lítil basaltflá, sum teir tó komu væl ígjøgnum. –Har er enn einki, sum vit ikki høvdu roknað við og livir hesin brunnurin upp til tað, sum vit hava sæð vestan fyri Hetland. Ætlanin er at hava bori- skipið á føroyskum øki í góðar tvær vikur aftrat tvs. til umleið 1. september. Boringin í Svínoyarbrunn- inum verður eygleidd við stórum áhuga á høvuðs- skrivstovuni hjá BP í Ong- landi. Tí vónirnar eru stórar og eitt fund við Føroyar kann fáa stóran týdning fyri ætlaninir hjá BP at menna eina oljuprovins í øllum hesum økinum. BP fólkini meta 42% møguleika vera fyri at gera eitt fund. BP nærkast málinum Partur av BP manningini heldur morgunfund og er beinleiðis samband við Aberdeen. Mynd Jens K Vang Í hesum hølunum við Skansan húsast BP. Mynd Jens K Vang C M Y K 13 12