Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 15. august 2001 15 Uppskriftin hesa vikuna Gjestal Nagano Jakki, skjúrt og húgva 15 14 Nr. 155 - 15. august 2001 BORIANALYSA Jan Müller Eingir upplýsingar um møgulig oljufund mugu fara út til almenningin, meðan tað verður borað. Hetta eru púra greiðu boð- ini frá Oljumálastýrinum til oljufeløgini, sum bora. Óljumálastýrið hevur treyt- að sær, at tað skal hava allar upplýsingar sohvørt, og bara tað ger av, nær eitt møguligt olljufund skal al- mannakunngerast. Og higartil hevur borið til at halda tætt. Einki er likið út um tær báðar boringar- nar hjá Statoil og BP. Onkr- ar hissini gitingar eru og kanska lekar eisini. Statoil skal hava rakt við gass, BP skal hava gjørt fund og er við at analysera prøvarnar. Gøtuprát ella veruligar eyg- leiðingar? Tá vit ikki fáa nakað váttað, so mugu vit sláa okkum til tols við, at tað gongur, sum tað skal, hvat tað so enn merkir. Men greitt er tað, at tað nærkast endanum ella hvør veit, byrjanini - endanum av boringunum og harvið byrj- anini til eina møguliga olju- vinnu. Á teimum báðum skriv- stovunum í Havn, hjá Stat- oil í miðbýnum og hjá BP við Skansan verður arbeitt nærum 24 tímar um sam- døgrið. Samband er við boripall og boriskip alla tíðina um teldu og telefon. Og higani er so aftur sam- band við høvuðsskrivstov- urnar í London og Stavang- er. Alla staðni verður í spenningi fylgt við gongd- ini og bíðað eftir nýggjum upplýsingum. Jarðfrøðing- ar, geofysikarar, boriverk- frøðingar og onnur saman- bera nýggju upplýsingarnar úr føroysku undirgrundini við fleiri kendar brunnar hinumegin markið fyri at vita, um tilfarið, grótlógini og umhvørvið eru tað sama. Soleingi tað eru tað, eru vónir fyri at kunna gera líknandi fund sum á bretsk- um øki. Men skuldi tað hent, at ókend vulkansk grótsløg (basalt) brádliga stinga seg fram, so kunnu allar vónir bresta. -Tað ringast hugsandi, sum kann henda, er um komið verður fram á vulkansk grót- sløg. Hesi kunnu hava givið eina skeiva mynd í seismisku kanningunum sigur kendur útlendskur jarðfrøðingur, sum Sosialurin hevur tosað við, men sum einki hevur við verandi boring at gera. –Eg veit frá líknandi boringum vestan fyri Hetland, at vul- kanskt grót var marran hjá borifólkunum og jarðfrøð- ingunum, sum mettu hesi vera veruligur strukturar. Tá tað er sagt, so er tað eisini ein sannroynd, at oljufund eru gjørd í granna- lagnum, einum jarðfrøði- ligum øki, sum sigst at endurspegla júst tað, sum finst føroysku megin Het- landsrennuna. Tá tað er ómøguligt at fáa nakað váttað ella avsannað frá teimum báðum oljufel- øgunum ber til við sakkøn- ari hjálp og metingum at koma fram til eina støðu, sum so dánt man vera á leið. Statoil byrjaði at bora 11. juli við Sovereign Explorer. Teir hava í dag borað (undantikið dagar, har bor- urin hevur staðið stillur) í einar 32 dagar. Teir skulu bora umleið 4300 metrar. Og øll verkætlanin er mett at taka einar 78 dagar. Tá er helst eisini lagt upp fyri fyri ringum veðri og møgulig- um seinkanum. Saman við kønum eyðleiðara meta vit, at Statoil hevur borað mill- um 3000 og 3300 metrar. Tvs. at teimum restar einar 1200 metrar í ella so. BP byrjaðí at bora við West Navion 23. juli, tvs. at teir hava borað í einar 22 dagar. Teir skulu bora niður á 4800 metrar. Av tí at skipið er nógv betri útgjørt og tað sær út til at hava gingið væl, so eru kanska minni enn 1000 metrar eftir at bora hjá BP. Teir eru komnir einar 3800 metrar niður. Hesi tølini byggja á met- ingar og útrokningar, sum serkøn fólk á økinum og sum hava drúgvar royndir innan oljuleiting, hava gjørt fyri blaðið. Nú tað er ein sannroynd, at nettupp á teimum støð- um, har borað verður, hava bæði flogfør og eisini skip, sum hava gjørt botnkann- ingar, funnið fram til “oil- seepings” tvs. oljulekar úr undirgrundini. Tað kann hugsast, at slíkir lekar ger- ast tættari og tættari so- hvørt komið verður longur niður í undirgrundina, tvs. at møguleiki er fyri, at tey bæði feløgini koma fram at “oilshows” longu væl áðr- enn tey koma á mál. Hetta eru tekin til olju og gass. Oljufeløgini hava útrópt 1. september til at vera dag- in, tá tey vita “nakað”. Ser- køn oljufólk blaðið hevur samband við hava fyrr sett dagin 20. august sum tann, tá feløgini vita nakað við vissu. Og taka vit so dagin 17. august, sum jú eisini nærkast og um okkum dámar væl at festa ávísar hendingar til ávísar dagar, so er nettup tann 17. ein “merkisdagur” í oljuhøpi. Tann 17. var marknaavtalan við bretar undirskrivað, tann 17. var fyrsta oljuút- bjóðingin lýst, og tann 17. vórðu fyrstu loyvini latin til leiting. Vildi væl við so var 17. august kanska dagurin, tá oljufeløg antin raktu við ella blivu sannførd um, at tey høvdu funnið olju. Men tá hetta er sagt, so ber eisini til at koma til eina ikki so bjartskygda niðurstøðu, nevniliga hana, at tær báðar fyrstu boringarnar fara hvørki at vísa á gass ella olju. Og tí mugu vit so bíða eftir úrslitinum hjá Amer- ada Hess, sum fer at bora einaferð í september, og hvør veit, tað verður kanska meira áhugavert, tí fleiri serkøn meta, at nettupp øk- ið, sum Amerada Hess fekk tilluttað saman við øðrum, er kanska tað mest áhuga- verda. Livst so spyrst. Dult sum mansmorð Umborð á West Navion Umborð á Sovereign Explorer C M Y K 14