Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 10. september 2008 17 Lærarar skulu aftur fáa sítt pláss sum undirvís­ arar og fáa amboð og greiðar reglar at loysa størstu gerandistrupul­ leikarnar, sum eru líka­ sæla og leti. Arbeiðssemi og dugnaskapur skulu aftur á dagsskránna. Málið er ikki at duga best, men at gera sítt besta Tíðindini eru ikki nýggj, tó bara enn einaferð staðfest. Føroyski fólkaskúlin er full­ ur av strongdum lærarum. Niðurstøðan er greið. Í ein­ um skúla, sum skal vera fyri øll og sum skal rúma øllum, missa lærararnir fótafesti og kenna ikki sítt pláss. Strongdin stórur trupulleiki Á somu tíð sum vit siga okkum arbeiða málrættað og vitvíst fyri at fáa fólka­ skúlan á hægri støði, stríð­ ast vit við trupulleikar sum líkasælar næmingar og foreldur, sum ikki nøktandi røkja skyldur mógvegis skúlanum, næmingar sum órógva, eru ófyrireikaðir, svangir, linir og ­ eg kundi blivið við. Skúlin hevur stutt sagt ein stóran trupul­ leika, tað er vantandi virð­ ing, sum sæst aftur í teim­ um, sum skulu vísa vitan og menning í verki – eitt nú í ársroyndum og PISA royndum. Hetta eru tey, sum skulu læra at hava virðing fyri og kenna týdningin av vitan og persónligari menning. Mangla siðvenju Føroyar hava samanborið við onnur lond eina unga skúlasiðvenju. Hugsast kann, at vit ikki rættiliga hava gjørt okkum greitt ­ bæði sum land, men eisini sum avvarðandi ­ hvat tað vil siga at bjóða londum við gamlari og málrættað­ ari skúlasiðvenju sum Finn­ landi, Kanada og Japan av í altjóða royndarstiga. Um vit hyggja at skúlan­ um í dag, eru fakligu upp­ gávurnar avgjørt í vanda at missa sín týdningarmikla part av øllum uppgávum lærarans. Tað, sum lærarin í veruleikanum er útbúgvin til, at undirvísa og fáa næmingarnir at mennast í einum sunnum umhvørvi, endar sum ein peruvelling­ ur av alskynd uppgávum, sum eru læraranum meira ella minni óviðkomandi. Hetta eru uppgávur, sum fyrr vóru náttúrligur partur og uppgávur aðrastaðni í samfelagnum. Uttan siðvenju er torført at vita, hvussu og hvat skal gerast. Tað vil so víðari siga, at vit mugu gera arbeiðið frá grundini. Okkum manglar avgjørt mannagongdir, sum eiga at vera náttúrligur partur av okkara hugsanarhátti. Tað er tvingandi neyðugt, at tørvandi hugburðs­ broytingin vísir seg í virð­ ing fyri grundleggjandi uppgávu skúlans, sum er at útbúgva og menna næmingar. Mangla virðing Eg eri ikki serliga gomul, men í mínari tíð kallaðu vit eitt fyri fólkaskikk. Hetta var ein almenn góðtikin meginregla fyri, hvat var góðtikið og ikki. Tað vísir seg, at í dag er alt hetta mest sum bara flutt yvir á skúlan at taka sær av. Onn­ ur spæla fríspæl. Trupul­ leikin sæst í dag best í minkaðu virðingini fyri læraranum, sum fyrr var sjálvsøgd. Veruleikin er ræðandi, men eisini á ein hátt ein­ faldur. Tá so nógvar upp­ gávur skulu liggja í skúlan­ um, stjelur tað í veruleik­ anum undirvísingartíðina, sum næmingarnir eiga, og ikki minst kann vantandi virðingin drepa eldhugan hjá læraranum. Eg havi eina kenslu av, at fólkaskikkurin er á veg út gjøgnum einar sera víðar dyr, har líkasæli duravørðurin ikki finnur seg í at nakar biður hann lata dyrnar aftur. Eingin skal siga honum, hvat hann skal gera. Um vit víðari brúka somu mynd, eri eg rødd fyri, at um vit ikki tala at rættiliga skjótt, verða dyrnar latnar upp á víðan vegg ­ har eingin skal ella torir at siga nøkrum nakað. Mangla arbeiðssemi Um vit hyggja at potent­ ialinum, sum liggur í føroyska fólkaskúlanum, eru heilt víst ótalligir møguleikar at gera hann til ein av heimsins bestu. Tó kemur einki av sær sjálv­ um – uttan líkasæla. Eg veit, at tíð skal til at menna og broyta tað, sum nýliga er sett á skinnara. Tó haldi eg, at lærarar skulu aftur fáa sítt pláss sum undirvísarar og fáa amboð og greiðar reglar at loysa størstu gerandis­ trupulleikarnar, sum eru líkasæla og leti. Arbeiðs­ semi og dugnaskapur skulu aftur á dagsskránna. Málið er ikki at duga best, men at gera sítt besta. Skúlin fyri øll – tó ikki fyri lærarar hjarta@kallnet.fo Tóra við Keldu Stormarnir hava júst lagt seg eftir politiska ódnar­ veðrið, sum herjaði eftir at lógin um vinnuligan fiski­ skap – fiskidagarnir v.m. – var samtykt í Løgtinginum. Flokkur, sum ikki kann verða stjórnarberandi er tað allíkavæl. Floksfor­ menn, landsstýrismenn og løgmaður siga eitt í dag, men í morgin gera teir júst tað mótsætta. Tann eina dagin bar ikki til at hava eina minniluta­ samgongu, tað máttu verða minst tríggir stórir flokkar í samgonguni, men dagin eftir gleddu allir seg til veruliga at koma í gongd og royna eina minniluta­ samgongu. Eina kann siga og gera tað ein vil, onki fær politiskar avleiðingar. Tá teir sum eru settir til at verða formenn í flokk­ um, tingbólkum v.m., ikki megna at halda høvdið kalt, tá á stendur, verður skilið hareftir – politiskt atgerðarloysi. Fleiri politisk lágtrýst eru á veg, sum eru væl egnað til at halda lív í tí áhaldandi klandrinum í samgonguni. Eitt av hesum politisku lágtrýstum er átakið við­ víkjandi Fosturtøkulógini. Lýsing frá útlendskari fyritøku, sum eggjar føroyskum kvinnum til at innflyta og nýta ólógligan heiluvág, hevur fingið onkran at ressast við. Onki ilt orð um útlend­ sku fyritøkuna og tey sum bróta lógina, nei, vit skulu broyta fosturtøkulógina, tí hon er ov avmarkandi. Ólógliga átakið uttanífrá verður nýtt sum jarnbrot fyri at fáa kjakið um fría fosturtøku aftur á dagsskránna. Fosturtøkulógin trongir møguliga til at endurskoð­ ast, men treytirnar fyri at fremja fosturtøku mugu ikki linkast, heldur tvørtur­ ímóti. Fosturtøka má bert fremjast í heilt serligum førum, soleiðis sum ásett er í § 1, stk. 1 í verandi lóggávu. Í Føroyum hevur ongin fyri neyðini at fremja fosturtøku orsaka av sosialum orsøkum. Ongin skal hava ”loyvi” ella ”rætt” til at tína mannalív. Eg havi ongantíð skilt tann hugburðin, at tað skal verða í lagi at tína lívinum á tí ófødda barninum. Eftir at barnið er gitið í móðurlívið, hevur tað eins góðan rætt til lívið, sum vit onnur. Tað má og skal verða okkara skylda at verja lívið hjá tí ófødda barninum. Um nøkur fá vilja hava rættin til fría forsturtøku, og um onkur einstakur brýtur lógina, eiga vit at halda fast við, at fosturtøka bert má loyvast í heilt serligum førum. Vit eru vælsignaði við sera høgum burðartíttleika, tí hægsta í norðurlondum. Vit mugu gera alt fyri at stimbra hesari jaligu gongd­ ini, samstundis sum vit sláa fast, at vit í Føroyum ikki vilja hava lóggávu, sum loyvir fríari fosturtøku. Politiskt atgerðarloysi - Fosturtøkulógin! løgtingsmaður Jacob vesTergaard viðmerkingar Eg haldi ikki, at tað er heilt rætt, tá ið tú einar sjey ferðir í grein í Dimma­ lætting sigur fyri Føroya fólki, við mær í triðja persóni, at eg leggi eftir tær persónliga. Tað, sum eg gjørdi í míni grein, var at eg citeraði skriftstøð úr 1. Jóhannesar brævi. At hetta so hevur rakt teg so meint, er nakað sum eg, sum so, ikki kann ger nakað við. Skriftin er livandi og sum eitt tvíeggja svørð, tað sigur hon sjálv. Tað, at eg haldi meg vera syndaleysan kanska. ­ Hatta verður av og á sagt um trúgvandi. Hatta er milt sagt eitt stórt misforstáilsi. Tey, sum játta trúgv á Jesus, eru tey, sum júst hava ásannað, at tey eru sek ­ syndarar. Tað er ikki meiningin hjá mær, at standa uppi á einum palli við steini í hondini at kasta á Hans A. Sølvará ella nakran annan. Tað havi eg onga grund til. Eg eri ikki betri enn tú ella nakar annar. Eg havi verið raktur av orðinum sjálvur, men eg fekk náði til at venda mær til Hansara, sum slerdi meg, og hjá honum havi eg fingið ein so undurfullan frið í hjartað, og tí vil eg arbeiða ímóti teimum, sum sáa iva um orð Guds. Eg geri hetta ikki fyri at verja mína trúgv, tað er ikki neyðugt, heldur ikki fyri at verja orð Guds, tað er enn minni neyðugt, skriftin verjir seg sjálv, Gud hevur ikki fyri neyðini, at nakar skal hjálpa honum. Eg geri tað fyri at verja míni samsystkin í Harranum, serliga tey ungu. Sinnið er ógvuliga viðkvæmt, serliga í teimum árunum, tá ið tey fara frá barnaárunum til vaksnamanna lív. Tí treingja tey til, og tað treingja vit øll, at verða styrkt í trúnni, eisini við at tað verður talað at, tá ið bíblian, tær heilagu skrift­ irnar, verða álopnar. Ikki so firtin Sølvará richard danielsen www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000 ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! Original-look felgur til BMW 3-røðina. Verða latnar við boltum og BMW-búmerkjum. Eru á goymslu. 18” BMW New 3 Við 225/40-18 dekkum Fyri settið 9.990,- Original-look felgur til VW/Audi. Felgurnar verða latnar við VW/Audi-búmerkjum. Eru á goymslu. 18” RS4 Við 225/40-18 dekkum Fyri settið 9.990,- Góð og bílig dekk 175/65-14 úr 620,- 195/55-15 úr 775,- 195/65-15 úr 795,- 205/55-16 úr 890,- 205/40-17 úr 965,- 225/45-17 úr 995,- 225/40-18 úr 1.290,- 235/35-19 úr 1.710,- Prísdømi Nógvar aðrar flottar felgur