Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 173 - 10. september 2008 tíðindi Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karst­ en Hansen, sigur at kunngerðin um bann av innflutningi av toll­ fríum tubbaki longu er lýst at koma í gildi tann 1. oktober, og at tann avgerðin stendur við Tollfrí søla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tá kunngerðin um bann av innflutningi av tollfríðum tubbaki upprunaliga skuldi koma í gildi tann 1. juli 2008, valdi Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at víkja undan trýstinum frá vinn­ uni og vinnumálaráðnum. Argumentið hjá vinnuni fyri at fáa kunngerðina útsetta var, at summarse­ songin fór at byrja tá, og at hon longu hevði gjørt fyri­ reikingarnar til summarse­ songina. ­ Hetta var eitt handfast argument, sum var til at skil­ ja, og í gjørdu vit av at útseta ígildiskomuna til 1. oktober, sigur Karsten Han­ sen. Nú er summarsesongin av, og tað argumentið kann so ikki nýtast longur. Vinn­ an hevur verið inni til hoyr­ ingar, og ­ Nú skuldi vinnan havt fingið tíð til at laga seg til nýggju kunngerðina. Upp­ runaliga bóðu tey um at fáa kunngerðina útsetta til 1. september, og vit góvu teim­ um til 1. oktober, so í øllum førum hevur vinnan havt góða tíð at laga seg til broyt­ ingarnar, sum eru á veg, sig­ ur Karsten Hansen, lands­ stýrismaður í fíggjarmál­ um. Tó siga bæði Smyril Line og Atlantic Airways, at freistin, sum tey hava fingið er alt ov stutt, og at tey ong­ an kjans hava havt fyri at finna alternativar inntøku­ keldur uppá so stutta tíð. P/F Vága Floghavn hevur í dag boðað frá, at rættindini til at hava tollfría sølu í Vága Floghavn nú verður boðin út. Hetta er ein møgu­ leiki hjá feløgunum, men tað er greitt, at bara annað felagið, um nakað av teim­ um, kann fáa hesi rættindi, og at hitt felagið ella bæði, standa fyri tapi í millióna­ upphæddum eftir at tollfría sølan av tubbaki heldur upp­ at. Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur í tíðindaskrivi í dag boðað frá, at hon nú fer at bjóða raksturin av virksemi við toll­ fríari sølu í Vága Flog­ havn út alment Tollfrí søla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nú verður rætturin til rakst­ ur av tollfríari sølu frá tveimum nýggjum handils­ hølum í Vága Floghavn boð­ in út. Rætturin fevnir um tvey nýggj handilshølir, eitt fyri komandi og eitt fyri farandi ferðafólk. Ætlanin er, at tollfríu sølu­ búðirnar skulu lata upp lon­ gu um 15. november í ár, men hugsast kann at hetta kann seinkast, um byggiar­ beiðið av nýggju hølunum verður seinkað. Tá latið verður upp, er ætlanin at tollfríu sølubúðir­ nar skulu verða opnar fyri sølu hvønn dag í vikuni í minsta lagi frá klokkan 8.00 til klokkan 20.00, og annars í samband við alla regluliga altjóða flúgving um Vága Floghavn, bæði við flogførum og tyrlum. Øll kunnu bjóða Øll tey, ið hava áhuga og sum uppfylla krøvini í útboðstreytunum, og sum hava keypt útboðstilfarið frá P/F Vága Floghavn, kun­ nu lata inn tilboð. Men fyri at fáa útboðstilfarið skulu áhugair tilboðsgevarar rinda eitt gjald á 10 túsind krónur til P/F Vága Floghavn. Freistin at lata eitt tilboð inn gongur út mikudagin tann 1. oktober á middegi. Metast í tveimum umførum Metingin av innkomnu til­ boðunum verður framd í tveimum umførum, nevnliga útveljingarumfari­ num, har mett verður um førleikarnar hjá tilboðsgev­ aranum, og síðan tillutingar­ umfarið, har ítøkilig meting verður framd av teimum, sum eru mett at hava neyð­ ugu førleikarnar at reka útbjóðaða virksemið. P/F Vága Floghavn vænt­ ar at hava valt vinanndi til­ boðið í viku 41 ella viku 42, sum er umleið hálvan oktober. ­ P/F Vága Floghavn hev­ ur stórar vónir um, at ætlaða tollfría sølan í Vága Flog­ havn fer at gerast munandi inntøkukelda fyri felagið, soleiðs at raksturin av Vága Floghavn framyvir kemur at javnviga og at peningur verður til ger av neyðugu íløgunum í Vága Floghavn, sigur Kitty May Ellefsen, forkvinna í P/F Vága flog­ havn. Fleiri um boðið Eftir hvat skilst, so verða fleiri um boðið at bjóða uppá rættin til at reka toll­ fríu søluna í Vága Floghavn. Jákup Sverri Kass, sølu­ og marknaðarleiðari á Smyril Line, hevur váttað, at Smyr­ il Line verður eitt av feløg­ unum, sum kemur at liggja framvið at vinna sær rættin til virksemið. Magni Arge, sum er stjóri í Atlantic Airways, váttar eisini, at Atlantic Airways fer at bjóða uppá rættin til at reka virksemið í Vága Floghavn. Hugsast kann tó eisini, at onnur feløg eru áhugaði í virkseminum, og tískil verð­ ur tað ein kapping millum fleiri feløg um at vinna sær henda rættin, havandi í huga at øll kunnu bjóða. Tollfría sølan í Vága Floghavn boðin út