mikudagur 10. september 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 10. september 2008
19
tíðindi
Fær Atlantic Airways
onga alternativa inn
tøkukeldu ístaðin
fyri tollfríu søluna
umborð, kann gerast
neyðugt hjá felagnum
at antin hækka ferða
seðlaprísirnar ella
minka um tænastu
støðið
Tollfrí søla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Sølan av tollfríum vørum
hevur verið ein integreraður
partur av rakstrargrundar
lagnum hjá flutningsfeløg
unum, tað verði seg sjóvegis
ella loftvegis flutning. Hetta
sama er galdandi fyri Atlan
tic Airways, har sølan av
tollfríum vørum hevur verið
við til at halda ferðaseðla
prísunum niðri og tænastu
støðinum uppi.
Inntøkurnar av tollfríu
søluni av tubbaki hevur
verið umleið 10 prosent av
rakstrinum í rutunetinum
hjá
Atlantic
Airways
seinastu árini, og henda
stórar broytingar í inntøku
grundarlagnum hjá felag
num, kemur hetta sjálvsagt
at ávirka raksturin í felag
num.
Kann ávirka prísin
á ferðaseðlum
Kemur
kunngerðin
um
bann av innflutningi av toll
fríum tubbaki í gildi tann 1.
oktober, og tað ikki eydnast
Atlantic Airways at fáa eina
alternativa
inntøkukeldu,
kunnu avleiðingarnar verða
álvarsamar.
Magni Arge sigur, at
felagið áður hava biðið um
at fáa flutt tollfríu søluna í
land til tess at minka um
CO2útlátið og fyri at spara
brennievni. Hetta var tá
noktað teimum, men nú
hevur P/F Vága Floghavn
bjóðað rættindini til at hava
tollfría sølu í Vága Floghavn
út.
Vit vóna framvegis at
tað fer at eydnast hjá okkum
at fáa flutt tollfríu søluna í
land, og vit fara at liggja
framvið at fáa rættindini til
at hava tollfría sølu í Vága
Floghavn. Tað er av stórum
týdningi, at pengarnir verða
verandi í samferðslukervi
num, sum longu er undir
trýsti, men eydnast hetta
ikki, kunnu avleiðingarnar
gerast álvarsamar, ikki bert
fyri felagið, men eisini fyri
ferðafólkini, sigur Magni
Arge, stjóri í Atlantic Air
ways.
Stóran týdning
fyri raksturin
Í hálvársfrágreiðingini hjá
Atlantic Airways fyri 2008
stendur at lesa, hvønn týdn
ing tollfría sølan hevur fyri
raksturin í felagnum. Har
stendur millum annað at:
»Tollfría sølan er týðandi
partur av rakstrargrundar
lagnum hjá Atlantic Air
ways. Verður grundarlagið
undir hesum rakstri broytt
munandi, so minkar eisini
búskaparliga grundarlagið
fyri rakstrinum. Hetta kann
einans vinnast innaftur um
vegis hækkandi ferðaseðla
prísir.«
Afturat hesum stendur
eisini at: »Higartil eru ikki
framdar broytingar í sam
bandi við, at Vága Floghavn
er flutt í eitt partafelag. Tað
er felagsins vón, at flogfe
lagið og Vága Floghavn fáa
í lag góð samstarvsviður
skifti, sum tæna báðum
pørtum og harvið eisini
teimum ferðandi. Tað er
umráðandi heldur at hugsa
um samskipan, sum kann
spara rakstrarkostnað held
ur enn at hækka ferðagjøld
fyri brúkararnar.«
Útfrá hesum er týðiligt,
at eydnast tað ikki Atlantic
Airways at finna aðra alter
nativa inntøkukeldu, sum
kundi verið rættindini at
hava tollfría sølu í Vága
Floghavn, verður neyðugt
at hækka ferðaseðlaprísin,
minka um tænastustøðið
ella bæði.
Alt ov stutta freist
Magni Arge heldur eisini,
at freistin, sum vinnan hev
ur fingið frá landsstýrinum
at tillaga seg í, er alt ov
stutt. Um tað eru 14 dagar,
sum upprunaliga var ætlan
in, ella um tað verður tríggir
mánaðir, er næstan líka mik
ið.
Freistin er alt ov stutt.
At vit ikki fáa neyðugu tíð
ina til at tillaga okkum
nýggju viðurskiftinum, sum
koma í gildi 1. oktober,
kemur at hava stóra ávirkan
á raksturin hjá felagnum.
Verður búskapargrundarlag
ið broytt, og ein integreraður
partur av rakstrargrundar
lagnum hvørvir úr samferðs
lukervinum, so henda stórar
broytingar. Tað hevur víst
seg í seinastuni at ágangurin
móti
flutningsfeløgunum
hevur verið stórur, men tað
er mín vón at Bjørt Samuel
sen fær ávirkað avgerðina
hjá Karsten Hansen, sigur
Magni Arge at enda.
Kann gerast neyðugt
at hækka prísin
Sølan av tollfríum
sigarettum umborð
á Norrønu er ein
týðandi inntøkukelda,
og kunngerðin um
bann av innflutningi
av tollfríum sigarett
um verður ein dyggur
smeitur fyri Smyril
Line, sum longu hev
ur eina tronga fíggjar
ætlan
Tollfrí søla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tá kunngerðin um bann av
innflutningi av tollfríum
tubbaki kemur í gildi tann
1. oktober, verður tað stein
ur omaná byrðu hjá Smyril
Line. Serliga er tað sølan av
tubbaki, sum hevur stóran
týdning fyri raksturin á
Smyril Line, tá henda er
umleið átta prosent av
inntøkunum av tollfríu sølu
ni. Í reiðum peningi merkir
hetta, at Smyril Line kemur
at missa umleið seks til sjey
milliónir krónur árliga.
Hetta verður ein dyggur
smeitur fyri okkum. Vit
hava longu eina tronga fíggj
arætlan við høgum oljuprís
um og matvørðuprísum, og
hetta kemur sum steinur
oman á byrðu hjá Smyril
Line, sigur Jákup Sverri
Kass, sum er sølu og mark
naðarstjóri
hjá
Smyril
Line.
Fáa einki ístaðin
Avgerðin hjá landsstýrinum
at seta kunngerðina um
bann av innflutningi av toll
fríum tubbaki fáa álvar
samar fylgjur fyri vinnuna.
Trupulleikin er at bæði
Smyril Line og Atlantic
Airways missa millióna
upphæddir árliga, og at tey
fáa einki í staðin.
Karsten Hansen segði tá
hann legði uppskotið fram
upprunaliga,
at
vinnan
mátti laga seg til umstøður
nar, og ístaðin mátti hon
bara finna uppá onkran ann
an hátt at vinna pening,
men tað er ikki bara sum at
siga tað at finna uppá okk
urt annað at gera ístaðin.
Henda møguleikan høvdu
vit langtsíðan troytt, um ein
slíkur bara lá og bíðaði eftir
at vit tóku hann, vísir Jákup
Sverri Kass á.
Vinnan fær einki at seta
ístaðin fyri hesar inntøkur
nar, og samstundis hevur
hon sera trupult við at fáa
endarnar at røkka saman,
nú oljuprísirnir eru vornir
somikið nógv dýrari.
Taka vit eitt nú ES, har
líknandi
broytingar
eru
framdar, so hava tey fingið
nakað ístaðin. Har hava
fólk tildømis loyvi til at fly
ta so nógv inn av tollaðum
sigarettum, sum tey hava
hug til, men her er støðan
enn tann sama, at tú hevur
bert loyvi at hava tvey kart
engur við í land. Vit hava
einki fingið at seta ístaðin,
greiðir Jákup Sverri Kass
frá.
Vilja hava
longri freist
Stórsti trupulleikin við at
kunngerðin kemur í gildi
nú, er at freistin hjá vinnuni
at tillaga seg er ov stutt. Um
vit taka eitt nú ES, so fekk
vinnan har umleið 5 til 6 ár
at tillaga seg í. Hetta merkti,
at tey fingi góða tíð til at
leggja nýggjar strategiir og
finna ella skapa nýggjar
inntøkukeldur, áðrenn kunn
gerðin kom í gildi.
Eftir upprunaliga upp
skotinum hjá Karsten Han
sen, fekk vinnan 14 dagar
at tillaga seg í. Hetta fingu
vit tíbetur broytt til 3 mán
aðir, men hetta er heldur
ikki nóg góð tíð. Vit vildu
ynkst, at vit fingu eini 3 til
5 ár til at tillaga okkum
kunngerðini, soleiðs at vit
eisini fingu tíð til at skapa
nýggjar inntøkukeldur og
tillaga virksemið annars,
vísir Jákup Sverri Kass á.
Hjá okkum er ikki so
nógv at gera við hetta, men
vit mugu bara vóna at Bjørt
Samuelsen, landsstýriskvin
na í vinnumálum, klárar at
skera ígjøgnum og fáa
Karsten Hansen at umhugsa
støðuna enn einaferð, sigur
Jákup Sverri Kass at enda.
Smyril Line
missir milliónir