Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 173 - 10. september 2008 tíðindi Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, vónar at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vil viðgerða málið ummaftur, áðrenn kunngerðin um bann av innflutningi av tollfríðum tubbaki verður sett í gildi Tollfrí søla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tá kunngerðin upprunaliga skuldi koma í gildi 1. juli í ár, segði Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnu­ málum, at hon helt tað verða stak óheppið at kunn­ gerðin kom í gildi, áðrenn at vinnan varð veruliga hoyrd í málinum og at málið varð lýst út í æsir. Hetta stendir hon enn við. Vinnan mótmælti eisini harðliga, at kunngerðin kom í gildi við so stuttum skotbrái, sum ætlanin upp­ runaliga var. Eitt av høvuðs­ argumentunum hjá vinnuni var tá, at kunngerðin stóð at koma í gildi beint uppundir summarsesongina, og at feløgini longu høvdu gjørt vøruskrá og fyrireika seg til summarsesongina, tá tey vóru kunnaði um ætlanina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Karsten Han­ sen. Landsstýrismaðurin valdi tá at útseta ígildiskomuna av kunngerðini til 1. okto­ ber, eftir at hava hoyrt sjónarmiðini hjá vinnuni um summarsesongina. Vinnumálaráðið viðgjørt málið Í vinnumálaráðnum hava tey arbeitt við málinum síð­ an tað var uppi at venda. Hóast heimildin at lýsa kunngerðina liggur hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, er tað vinnu­ málaráðið, sum varðar av vinnuni, og tí hava tey arbeitt við málinum líka síð­ an. Bjørt Samuelsen, lands­ stýriskvinna í vinnumálum, sigur at í vinnumálaráðnum hava tey nú havt vinnuna inni til hoyringar, og at tey hava arbeitt við at málið verður væl og virðiliga lýst, áðrenn kunngerðin kemur í gildi. Arbeiðið við at lýsa málið út í æsir er nú liðugt, og í hesi vikuni verður viðgerðin send fíggjamálaráðnum. ­ Eg vóni at Karsten Han­ sen vil taka málið upp til viðgerð enn eina ferð, áðr­ enn kunngerðin kemur í gil­ di. Tað er ikki so nógv ann­ að eg fái gjørt við málið, tí heimildin at hetta er ein hei­ mild, sum landsstýrismað­ urin hevur, og tað fái eg so ikki gjørt so nógv við. Men eg havi heitt á Karsten Han­ sen um at taka málið uppaft­ ur til viðgerð, sigur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvin­ na í vinnumálum. Kunnu missa eins nógv Endamálið við at seta kunn­ gerðina um at banna inn­ flutningi av tollfríðum tubbaki kann lýsast á fleiri háttir. Til ber at argumentera við at hetta er eitt heilsugott átak, samstundis sum hetta eisini kann verða ein háttur at fáa eyka inntøkur í lands­ kassan. ­ Tað ber til at argumentera við heilsugóðum átøkum, men samstundis mugu vit royna at ikki taka ovbráðar avgerðir. Møguleikin kann nevnliga verða til staðar, at vit koma at missa líka nógv­ ar inntøkur, sum vit vinna við at seta kunngerðina í gil­ di, vísir Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnu­ málum á. Lýsingin av málinum er liðug, og verður send fíggj­ armálaráðnum í hesi vikuni, eftir at Bjørt Samuelsen hevur havt møguleikan at lesa hana gjøgnum. Bjørt Samuelsen vónar, at Karst­ en Hansen vil viðgerða mál­ ið av nýggjum, eftir at til­ mælini hjá vinnuni eisini eru handaði honum. Vónar at Karsten Hansen vil taka málið uppaftur Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 10 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo | www.shell.fo Í samband við at Heini í Buð fer frá vegna aldur, ynskja vit at bjóða øllum samstarvsfeløgum, viðskiftafólki, vinum og kenningum hjá Heina til móttøku á Viðarnesi fríggjadagin 12. september frá kl. 15.00. Móttøka