mikudagur 10. september 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 173 - 10. september 2008
T
ann mánamorgunin herfyri,
tá eg hevði umráðandi ørindi
í Eysturbýnum í Havn, var ein av
teimum svøvntungu gráu, tá allur
býurin enn tykist durva onkra
staðni undir teirri tungu sunnu
dagsdýnuni. Tó ikki tygara
ummælari, ið júst hendan
morgunin var merkiliga ódølsk
og alspent eftir at hava brúkt
meginpartin av sunnudegnum
uppá at fyrireika spurningar til
ein týdningarmiklan persón í
føroyskari myndlist. Hvat skal
mann í grundini spyrja eina
livandi legendu um? Høvið var
ein bókaútgáva hjá Emil
Thomsen um Steffan Danielsen,
sum yvirritaða skrivar tekst til,
og tað var sostatt Nólsoyar
málarin, ið var evnið.
T
að er sum kunnugt ikki ein
um og hvørjum listakritikk
ara beskorið at sleppa at gera
eina samrøðu við ein av stovnar
unum av myndlistini í einum
landi, og tá er tað einastandandi
heppið, at sami maður, ið altso
var ein av grundleggjarunum av
føroysku myndlistini, dugir so
væl sum Janus Kamban at greiða
frá um Steffan Danielsen og sína
egnu list, um føroyska listaum
hvørvið niðri og so framvegis.
Tað er so ómetaliga nógv við
listamanninum Janusi Kamban
(f.1913), ið vekir virðing:
Hansara dirvi og áræði, tá hann
sum bert seytjan ára gamal
avgjørdi at fara niður at útbúgva
seg sum listamann. Hansara
ansur fyri tí vakra og foreinklaða
forminum, sum sæst aftur í
øllum hansara verkum, bæði
standmyndum og prentum. Hans
ara samfelagsligi og myndlistar
ligi áhugi og innlit og yvirhøvur
klassiska dannilsi, sum støðugt
er komið føroyska myndlistaum
hvørvinum til góðar, eisini tey
mongu ár, tá hann skipaði fyri
listaframsýningum saman við
Williami Heinesen og øðrum.
T
að seinasta trýdimensjonala
verkið, eg havi sæð frá
Janusar hond, er verkið Mekong
áin, sum var við á eini Ólavsøku
framsýning í nítíárunum. Í hesi
viðmerking listamansins til
Vietnamkríggjið og til kríggj
yvirhøvur, sæst hansara sosiali
áhugi eins týðuliga og í mynd
evnisvalinum til ein lítlan garð í
Eysturskúlanum, har mín yndis
standmynd stendur við heitinum
”Drongur tekur seyð”. Henda
frálíka bronsustandmyndin er í
skapi ógvuliga einføld. Bygnaður
og innihald eru eyðlesandi við
teimum báðum greitt avmarkaðu
figurunum av dronginum og
seyðinum. Standmyndin er
rundleidd uttan hvassar kantar og
allur yvirflatin hevur sama
óslætta árinið, ið fangar ljósið á
flykrandi hátt. Um so bronsan er
hørð, tykist standmyndin bleyt og
innbjóðandi at nerta við, eins og
hon við síni rundu meginrørslu
dregur áskoðaran inn í mynda
rúmið. Bronsumyndin er soleiðis
formað, at áskoðarin fær hug at
ganga rundan um hana at forvitn
ast eftir hvussu hon sær út frá
øllum síðum. Dentur er lagdur á,
at fáa bronsumyndina flúgvandi
lætta og dynamiska. Bygnaðurin
er dynamiskur, bygdur kring eina
greiða meginrørslu, sum gongur
diagonalt frá høgra fóti hjá drong
inum fram til trýnið á seyðinum.
Hetta er ein veruleikakend
gerandislýsing, sum er gjøllhugs
að og síðan strammað og ein
faldað soleiðis, at hendingin
tykist æviggjørd og alfevnd.
Í
fatanini hjá børnum okkara,
sum dagliga ganga framvið
listarverkunum hjá Janusi
Kamban, hava hesar standmyndir
og relieff verið til í allar ævir. Og
satt at siga er tað heldur ikki lætt
hjá okkum vaksnu at ímynda
okkum Eik Banka uttan parið
uttanfyri ella framsíðuna á
kommunuskúlanum uttan søgu
mannin, tí hesi stórfingnu verk
eru øll listarligir klassikarar, sum
vit ikki vildu verið fyriuttan.
Men øll hesi verk hava harum
framt eina nútíð, sum hava
ávirkað teirra tilskapan og tað er
kanska hetta við nútíðarkenslu
listamansins, sum eg var serliga
hugtikin av henda dagin, eg var
og vitjaði Janus Kamban. At ein
maður, sum er so væl við aldur,
skal fylgja so væl við tí, sum fer
fram í samfelagnum, er frálíkt og
gevur ikki sørt hugasamband við
rómverska gudin Ianus, hvørs
dupulta høvur gav honum yvirlit
og gjørdi hann føran fyri at
síggja bæði fram og aftur um
somu tíð.
Føðingardagin 10.september er
Janus burturstaddur; vit ynskja
honum hjartaliga tillukku á
nítifimm ára degnum.
Tímiligt og varandi
Janus Kamban: ”Drongur tekur seyð”, standmynd úr bronsu
Kinna Poulsen