mikudagur 10. september 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 10. september 2008
23
There is one art
no more
no less:
To do the things
with
artlessness
H
vør, ið hevði hetta fyri
munni, minnist eg ikki, og
eg fái ikki eina týðing at sita nóg
væl. Men meiningin er, sum vera
man, at hetta at skapa sítt lista
verk á ein óuppgjørdan hátt, er
tað, ið um ræður. Við hesi hug
leiðing hava vit fatur á megin
táttinum í listini hjá Janusi. Tað
ótilgjørda, náttúrliga, tað greiða
og sjálvsagda, eyðkennir hann
sum listamann og menniskja.
Í frálíku bók síni Janus
Kamban (Listasavn Føroya 1995)
lýsir Gunnar Hoydal so beinrakið
hetta lyndi:
“Tað er ein hvíld og ein fynd,
sum kemur úr djúpum, men
verður borin lættliga. Her er
nógv at fara um, so nógv er
fingið og hugsað, men hvussu
vítt ella fjølbroytt evnið er, so er
einki torskilt, tá ið hann greiðir
frá, hvørki í list ella lívi”.
E
nn byggja vit land í Føroy
um, og væl er vunnið. Hóast
nógv enn liggur á láni, er sam
felag okkara væl og virðiliga
útbygt, ja, fyri okkum, ið minn
ast 4050 árini, eru Føroyar ikki
at kenna aftur. Tá lá alt á láni.
Ættarliðið hjá Janusi, ið serstak
liga var virkið eftir kríggið, hevði
sterka kenslu av at bróta upp úr
nýggjum. Ein nýggjur samleiki
savnaði útisetarnar í Keypmanna
havn. Sjálvbjargnishugsanin
hevði brotið sær veg í einum
parti av fólkinum, og harvið
vónin um føroyskt sjálvræði. Tað
var um hetta mundið, tann
nýggja myndlistin gjørdi rættiliga
vart við seg. Saman við teimum
ungu útbúnu listafólkunum flutti
Listafelag Føroya heim úr
Keypmannahavn og fyrireikaði
Ólavsøkuframsýningarnar. Tey
flestu munnu minnast, at hesar
framsýningar høvdu sín serstaka
dám dygdin var sera ymisklig,
tað professionella og tað
dilletantiska hvørt um annað.
Endamálið var at taða moldina,
at framala og lívga hvørja nál.
Tað sást, at summi høvdu gávur,
men kundu havt gott av einum
minstamáli av kunnleika, tí skip
aði listafelagið eitt skifti fyri
myndlistaligum skeiðum. Tá ið
hølini í kjallaranum á nýggja
kommunuskúlanum í Havn vóru
ikki tøk longur, duttu hesi skeið
tíverri niðurfyri.
Í dag er veruleikin ein heilt
annar – nú eru tað ikki tær bleiku
nálirnar, men frambrúsandi fjøl
broytt og í stóran mun profession
elt virksemi, ið eyðkennir mynd
listina og mentanarlívið sum heild
her á landi. Listafelag Føroya átti
tí at havt ein annan leiklut – at
vera atfinningarsamt og vandið.
L
istafelagið hevði av fyrstan
tíð sett sær fyri at virka fyri,
at setast skuldi á stovn eitt føroy
skt listasavn, og at framsýningar
skáli varð bygdur at hýsa savnin
um. Longu í januar 1948 setti
løgtingið “Alment Føroyskt
Listasavn” á stovn. Við fram
sýningarskálanum dró út, men
veturin 1969 stóð nýggi Lista
skálin umsíðir liðugur. Hann
varð tikin í nýtslu í 1970. Síðan
fyrsta framsýning nakrantíð av
nýggjari føroyskari list varð
fyrireikað tíðliga undir krígnum í
starvsstovuni hjá Janusi í
Nørrebrogade í Keypmannahavn,
hevði Janus verið ein miðdepil í
øllum hesum virksemi, og hann
varð sjálvsagdur fyristøðumaður
fyri nýggja Listaskálanum, til
hann legði frá sær í 1978.
T
ey fyrru árini var Zacharias
Heinesen hjálparmaður hjá
Janusi í Listaskálanum, men eina
ferð miðskeiðis í 1970árunum
leiddist hann av hesum, segði seg
hava fingið vaml fyri onglum og
træðrum. Tá var tað, eg tók yvir.
Eg gekk til handar eftir
arbeiðstíð, leygardagar og aðrar
frídagar, tá ið tað lá fyri. Hetta
gjørdist ein rættilig lærutíð. Ein
part av árinum sýndu vit fram
ognir listasavnsins, men annars
vóru skiftandi framsýningar av
føroyskari og útlendskari list á
skránni. Tá ið nýggj sýning varð
sett upp, skuldi ikki farast fram
eftir fummum, men flytast og
broytast, metast og eftirmetast
ein fyrsta uppseting skuldi
botnfellast í sinninum, tað ráddi
um at geva sær tær stundir, ið
kravdust. Morgunin eftir varð alt
kanska endavent, men endin varð,
at heildin kundi ikki verða betri.
Janus er soleiðis vorðin, at
listaligar neyðloysnir koma ikki
upp á tal, í listini er hann harð
møraður. Sum vera man er hetta
komið mær til góða. Samrøður
nar við Janus hesi árini vildi eg
ikki verið fyri uttan. Í prátinum
kemur fram ein onnur góðslig
síða av lyndi hansara, hóast
mangan avgjørdur, er hann altíð
við tí góða orðinum. Hann dugir
at fáa søgur at sita, og søgurnar
eru mangar og stuttligar. Í skemt
inum býr mangt listilært spei.
Men fyrst av øllum veit hann
nógv um myndlist og um søgu.
Málið og siðsøgan hava hansara
stóra áhuga. Skaldskapurin ligg
ur frammalaga – føroyskur eyð
vitað, men eisini heimsbókment
ir, serstakliga franskar, skilti eg.
Stórliga bilsin varð eg, ein dagin
ein fraklendingur hugdi inn á
gólvið í Listaskálanum – tá fór
Janus at tosa franskt. Hann segði
seg hava lært tað sjálvur, og hann
plagdi mangan at taka til eitt nú
Maupassant, sum hann læs á
fronskum.
M
unurin á list og handverki
er, at tú mást vera sakkønur
til tess at kunna meta um
handverkið.
Soleiðis tók Storm P til. Hetta er
eitt stuttligt – honum líkt eitt
sindur argandi – íkast í kjakið, ið
ongantíð endar um list og hand
verk. Í Janusar føri er talan um
tvær síður av somu søk. Bæði í
skulpturinum og grafikkinum er
tann greiði, einfaldi formurin
úrslit av tí køna eyganum og tí
trygga handalagnum.
Høvuðsverk? Eingin ivi –
“Vensil” (ella “Kvøðarin”, sum
myndin eisini verður nevnd) frá
1951. Andlitsmyndirnar yvirhøv
ur – av t.d. Elinborg, Fraseri,
Hans Andriasi, Viderø, umframt
dreingjahøvd, eru meginverk,
men “Vensil” skarar framúr.
Hendan tignarliga lýsingin av tí
gamla Velbastaðmanninum, ið
dugdi ein hóp av andaligum
vísum, hevur ein menniskjaligan
ævinleika í sær. Janus hevur alt
lívið fingist við grafikk, og ser
liga á eldri árum legði hann dent
á hesa listagrein. Serligan tokka
havi eg til fuglalýsingarnar, eitt
nú “Likkur” 1981 og “Súlur”
1984. Eingin hevur sum Janus
dugað at lýst føroyska bátin, eitt
nú í hugtakandi fleirlitta
prentinum “Á floti” 1987.
Ú
tisetaárini undir krígnum
reisti Christian Matras í
Føroyingafelag málið um at reisa
ein minnisvarða í sambandi við,
at 100 ár vóru liðin, síðan W. U.
Hammershaimb skapaði skrift
mál okkara. Janus Kamban fór tá
undir at gera tekningar til høgg
myndina “Móðurmálið”. Fígging
varð fingin til vega, og eftir
kríggið lótu løgtingið og býráðið
síni ískoyti. 25. mars 1948 varð
hendan stóra standmyndin avdúk
að framman fyri bæriligasta ment
anarskála, ið tá var: teimum stóru
húsunum á Debesartrøð, ið hýstu
landsbókasavninum, forngripa
goymsluni og skjalagoymsluni.
Hetta er væleydnað monumentalt
verk, tað størsta, ið evnað er til
úr føroyskum gróti. Lendið
framman fyri bókasavnshúsunum
var øðrvísi tá, vegurin lá øðrvísi,
og høggmyndin kom til sín rætt.
Tað ger hon ikki longur – nú
stendur hon so undarliga forfjón
að, uppi yvir einum vegastrekki
við steðgiforboði, umgivin av
ljóssteyrum og ferðsluskiltum.
Her fara øll í skundi framvið,
ongum kemur til hugs at dvølj
ast. Gamaní – tað bøtti eitt sindur
um, at runnarnir, ið nærum
høvdu køvt varðan heilt, vórðu
skornir burtur, og at grefligi
SEVbunkarin er vorðin klæddur
við gulum rimum, men hvussu
mong vita, at standmyndin hevur
meira enn bert ta einu síðuna, ið
vendir móti høvuðsvegnum við
teirri stóru ferðsluni?
H
esin monumentali mentanar
varði átti at verið fluttur.
Reinsið mosa og skónir av hon
um, setið í stand og flytið á ting
húsvøllin, har um leið sum
Rasmus Effersøe stendur – nakað
ovari, beint eystan fyri flagg
stongina, stongin eigur at verða
flutt nakað burturfrá – í ein
útnyrðing. Rasmus kundi so
verðið fluttur á vøllin vestan fyri
gamla tinghúsið og snaraður á,
soleiðis at andlitið vendir vestur
eftir. Tinghúsvøllurin, ið er eitt
stað, har fólk steðga á og savnast,
hevði tá fingið eitt nýtt viðkom
andi innihald, og varðin, ið
ímyndar dýrasta grip okkara –
móðurmálið – hevði komið til
sín rætt.
Janus nítifimm
Janus Kamban: “Á støðni”, 1974, linoleumsskurður.
- Eingin hevur sum Janus Kamban dugað at lýst føroyska bátin, metir Bárður Jákupsson, listamaður
Bárður Jákupsson