Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 173 - 10. september 2008 Ein av nýggjheitunum frá Renault í ár er Ko­leo­s, ið er ein spild­urnýggjur SUV, sum er gjørd­ur í Suðurko­rea við japanskum teknikki o­g fro­nskum d­esigni o­g ko­yrieginleikum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað eru fáar bilverksmiðjur, sum seinastu tíðina eru komnir á marknaðin við so nógvum nýggheitum sum Renault. Bara í ár eru teir komnir við nýggjum Lag­ una, Kangoo, Grand Mod­ us, Twingo og Koleos, eins og fleiri aðrar nýggheitir eru á veg. Nýggjasti Renault Kole­ os, ið fyrstu ferð varð sýnd­ ur fram sum konseptbilur á Frankfurt Motor Show í fjør, er ein smartur SUV við fronskum designi, japanskum teknikki og er framleiddur í Suðurkorea. Koleos er ein hampuliga stórur SUV, ið er sum ein persónbilur at koyra og lætt­ ur at umgangast í allar mát­ ar. Ein heppin planding av japanskum kvaliteti og fronskum koyrieginleikum. Tekniskt er Koleos sami bil­ ur sum Nissan X­Trail. Koleos fæst við tveimum ymiskum 2.0 dCi dieselmo­ torum við ávikavist 150 hk (320 Nm) og 175 hk (340 Nm). Bensinmotorurin er ein 2,5 litra við 170 hk (226Nm). Bilurin vit royndarkoyrdu var ein Koleos Dynamique Comfort við 2.0 dCi turbo dieselmotori við 150 hk (6­ gir) við eini framkomnari 4x4 skipan. Hann hevur t.d. automatiskt, 2­zone klima­ skipan, el­síðuspegl, sum kunnu leggjast inn, parker­ ingssensorar aftan og framman, regnsensor, og eins og Renault Laguna hev­ ur hesin smart card og start­ ar uttan lykil. Koleos er rúmligur, væl útgjørdur og innrættingin er sera liðilig. Baklúkan er tvídeild, og baksetrini er løtt at leggja niður og við baksetrini eru flúgvara­ borð. Renault Koleos kann síggjast og roynast hjá VR Bilum við Hoyvíksvegin. Prísirnir byrja við 372.000,­ Koleos – smartur SUV frá Renault SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent týsdag kl. 16.10, fríggjadag kl. 8.05 og leygardag kl. 13.00 Renault Koleos Dynamique Comfort 2.0 dCi Motorurin 2,0 litra (4 syl.) dCi diesel við 150 hk Oljunýtsla 13,5 km/l (blandað koyring) CO2 útlát 197 g/km Dekkstødd 225/60R17 Stødd og vekt Longd 452,0 m Breidd 186,0 m Hædd 171,0 m Eginvekt 1.655 kg Viðførisrúm 450 litrar Prísur kr. 412.000,- (Dynamique Comfort) Søluumboð VR Bilar Hoyvíksvegur 61 FO-100 Tórshavn Tel: 355000 www.vr.fo FAKTA Koleos er ein 4x4 við designi í røttum fronskum stíli Nýggi Renault Koleos er ein modernaður og rúmligur SUV sum fæst við nógvari útgerð Baklúkan er tvídeild, og beint innan fyri baklúkuna eru handtøk til at leggja baksetrini niður við Innan eru nógvar fiksar detaljur. Koleos hevur smartcard skipan uttan startlykil Flúgvaraborð við baksetrini og liðilig innrætting