mikudagur 10. september 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 173 - 10. september 2008
Heimsins kvikasti elbilur
varð presenteraður á Born
holm tann 3. september
2008.
Tað vóru amerikanska
verksmiðjan Tesla Motors
og danska elfyritøkan Øst
kraft Energi Service A/S,
sum kundu sýna fram heims
ins kvikast elbil, Tesla
Roadster, á Bornholm.
Tesla Motors hava ætlanir
um at gera sportbilar, sum
kunnu kappast við bilmerkir
sum Porsche, Ferrari og
Lamborghini, men við tí
muni at Tesla sportbilarnir
verða
eldrivnir,
sigur
Casper Kjøller frá Østkraft
Energi Service A/S, sum
leggur afturat at Tesla
Motors eisini hava ætlanir
um at framleiða eldrivnar
familjubilar.
Tesla Motors er ein fyritø
ka, sum varð stovnað í 2003
í Silicon Valley í USA.
Fyrst í 2009 koma Opel á
marknaðin við tveimum
sera orkusparandi ecoFLEX
dieselútgávum av Corsa og
Astra.
Corsa 1,3 CDTI ecoFLEX
koyrir 24,4 km/l, við CO2
útláti upp á 109 gram pr.
kilometur, meðan Astra 1,7
CDTI ecoFLEX koyrir 22,2
km/l við CO2 útláti upp á
119 gram pr. kilometur.
Bæði Corsa Og Astra eco
FLEX hava viðlíkahaldsfrítt
partikulfilter sum standard.
Í eini kanning sum kendi
amerikanski analysustovn
urin J.D. Power hevur gjørt
fyri týska bilblaðið Auto
Bild, ið umfatar kvalitet,
image, service og hvussu
týsku
bilaeigararnir
eru
nøgdir við sínar bilar, liggja
japansk bilmerkir klárt á
odda.
Í kanniningini luttóku
19.916 týskir bilaeigararnir,
og bilarnir høvdu koyrt
30.000 km í miðal.
Bilarnir vóru deildir upp
í sjey ymiskar kategoriir.
Besti umtókti mikrobilur
varð Toyota Aygo, meðan
best umtókti minibilurin
var Honda Jass, í minna
miðalklassanum var Honda
Civic best umtóktur, og í
størra miðalklassanum var
tað Toyota Prius, BMW 500
var best umtókti stjórabilur,
Toyota Corolla Verso var
best umtókti MPV, og best
umtókti 4x4 var BMW X3.
Allir bilarnir vóru frá
2005 og 2006. Í fimm av
sjey
kategorium
lógu
japansk bilmerkir á odda.
Kelda: Auto Bild
Japanarar
á odda í
týskari
kanning
Besti umtókti mikrobilur varð Toyota Aygo
Tesla Roadster varð presenteraður á Bornholm
Heimsins kvikasti elbilur
Í minna miðalklassanum var Honda Civic best umtóktur
Best umtókti 4x4 var
BMW X3
Corsa og Astra
EcoFlex