Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 173 - 10. september 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Sigur til Tomislav Tað eydnaðist Tomislav Sivic og ungverska fel­ ag hansara, Kecskemét, at taka eitt týðandi fet frá botninum í bestu deildini um vikuskiftið. Kecskemét spældi á heimavølli móti Gyor, sum annars er partur av oddastríðnum, og tað eydnaðist Tomislav og hansara monnum at vinna dystin 1­0. Við hesum hevur Kecskemét sjey stig eftir fyrstu seks um­ førini, og tað er væl og virðiliga góðkent, nú felagið fyri fyrstu ferð yvir høvur roynir seg í bestu deildini. Hetta var annars fyrsta ferðin í trimum umførum, at Tomislav sat á beinkinum undir dysti. Tá Kecskemét í øðrum umfari tapti 1­0 móti ZTE, hendi hetta við 9 monnum móti 11 í øllum øðrum hálvleiki. Og tá Sivic metti dómaran hava snýtt teir fyri brotsspark í evstu løtu fekk svartklæddi maðurin at vita, hvat venjarin helt um hansara avrik. Og tað kostaði altso leikbann í tveir dagar. -mørk Tap til ÍF Føroyar Føroyska útisetaliðið spældi í gjár á útivølli móti BK Fix, og dyst­ urin endaði við 3­1 tapi. ÍF Føroyar kom annars væl frá byrjan. Johan V. Gunnarsson breyt ígjøgnum í vinstru og legði innfyri, har verjuleikari beindi bóltin í egið net, og harvið legði ÍF Føroyar framum. Men tað eydn­ aðist tó BK Fix at javna fyri steðgin, so hálv­ leiksstøðan var 1­1. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað BK Fix at fáa tvey mál aftrat, meðan tað hildnaðist minni væl hjá føroying­ unum, sum soleiðis taptu ein annars hampi­ liga javnan dyst. -mørk Talan hevur verið um nakrar strævnar dagar hjá føroyska landsliðshópinum seinastu vikuna. Umframt harða dystin í Beograd hevur nógv ferðing eisini verið á skránni, og tí gjørdi landsliðsvenjarin av at strika seinnu venjingina í gjár. Ístaðin fór liðið á lítla útferð til Kvívíkar, har myndamaður okkara eisini rendi seg á hópin. Tað verður ikki á føroysku vøllunum, at Súni Olsen fer at gera um seg í ár. Transfer- reglurnar forða nevnliga fyri einum skifti, nú sáttmálin við B36 er skræddur sundur. Hinvegin er møguleiki at spæla í Danmark Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Súni Olsen hevur rættiliga verið í brennideplinum seinastu dagarnar. Tveir dagar á rað hevur hann prýtt forsíðuna á Dimmalætting eftir eina hending á Eclipse í Havn um vikuskiftið. B36 og Súni Olsen høvdu í gjár fund um málið, og niðurstøðan er, at Súni Olsen er liðugur í B36. Kristjan á Neystabø, for­ maður í B36, sigur seg harmast tað, sum hent er. ­ Men vit eru so samdir um, at samstarvið steðgar her og nú, er einasta viðmerk­ ingin, sum Kristjan á Neysta­ bø vil gera um málið. Tað er tó eingin ivi um, at tímalønin hjá Súna í B36 hevur verið høg. Vanligt er, at spælarar fáa ein so­ nevndna sign­on­fee, tá sátt­ máli verður undirskrivaður, og hartil skal eisini roknast løn fyri teir báðar mánað­ irnar, sum spælarin hevur verið í B36. Á vøllinum gjørdist talan tó bert um tvær ferðir 90 minuttir móti KÍ og Brøndby, so tímalønin hevur ikki verið at teimum minstu. Vindeygað stongt Í summar vóru fleiri før­ oysk feløg, sum sýndu áhuga fyri at knýta gøtu­ mannin at hópinum, og var hann ikki skaddur í løtuni, høvdu onkur av hesum helst heldur enn fegin roynt at styrkt sær um hópin. Sonevnda flytingarvind­ eygað ger tó effektivt ein enda á hesum spekulatión­ um, tí tað er als ikki loyvt at skifta felag millum flyting­ arvindeyguni. Tað vil við øðrum orðum siga, at hetta kappingarárið hevur Súni Olsen als ikki møguleika at skifta til annað føroyskt felag. Hinvegin er møguleiki at skifta til danskt felag. Er talan um spælara, ið er sonevndur free­agent – altso uttan sáttmála – kann hesin nevnliga knýtast at hópinum sum áhugaspælari. Í løtuni er hetta tó óaktuelt hjá Súna Olsen, sum hevur eitt brot í fótinum, og sum tí als ikki fær spælt. Súni liðugur fyri árið Landsliðið Mynd: Jens Kr. Vang Sightseeing í Kvívík Ein heldur býttislig ger á Eclipse um vikuskiftið kostaði Súna Olsen dýrt. Spælarin er ikki longur partur av Formula-hópinum hjá B36