mikudagur 10. september 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 • 10. sept. 2008
MIÐvIkaN
27
Men her var ein øgiligur gangur
og rok. Viðhvørt fóru og komu
tyrlur áttanda hvønn minutt. Alt
var so skróturt av turkinum. So
her var eitt rok av dusti hvørja
ferð. Samstundis skuldi mann
vera á klinikkini og arbeiða við
sjúklingum. Men vit fingu hjálpt
sera nógvum fólkum.
Summi lond góvu nokk so
nógv fyri at hjálpa fólkinum.
Tey sendu kornið við skipi til
Djibuti, sum liggur við Reyða
Havið. Men hiðani vóru flutnings
møguleikarnir sera ringir við
vánaligum toksambandi og enn
vánaligari vegum.
Av hesi orsøk varð kornið fyri
ein stóran part liggjandi har og
fór fyri einki. Tí kom tað eisini út
millum fólk í vesturheiminum, at
tað nyttaði einki at senda hjálp
til tey svøltandi. Veruleikin var, at
tey á staðnum høvdu ikki førleika
fyri einsamøll at fáa hjálpina
fram. Skal hjálpast, má hjálpin
koma allan vegin fram til dyrnar
hjá teimum, sum hava brúk fyri
henni. Tað var júst tað, sum hendi
hjá okkum.
Avleiðingar av hungri
Ofta síggjast myndir frá hungurs
raktum økjum, har búkurin á
børnum er so stórur.
Tað eru tvinni eyðkenni hjá fólki
í slíkari støðu.
Hjá teimum, sum fáa ov lítið at
eta, blíva armar og bein sera kløn
og búkurin verður stórur. Eisini
kemur hetta av, at børnini hava
orm, sum kappast við tey um
matin. Tað finst heilivágur fyri tí.
So eru tað tey, sum fáa skeiv
an mat við lítið av eggjahvíta
stoffum. Tá bar til at síggja gott
út, men tað sást, at her var talan
um skeiva føði. Tey blivu vatnut
undir húðini, tí tey ikki fingu
neyðugt eggjahvítastoff.
Regn, men framvegis
trupulleikar
Vit eru nú komin fram til páskir
nar í 1974. Ein mánaða undan
páskum fór at regna. Regnið var
tó ikki so ógvisligt, sum tað tíðum
var her í tropunum, heldur javnt
og støðugt. Tað kom væl við, tí at
her eru so at siga bara brekkur,
og alt er uppdyrkað. Fyri at halda
vætuna í jørðini, eru allar veltur
laðaðar upp í trappum við gróti
frammanfyri. Tessvegna er eisini
stórur vandi fyri, at moldin verður
skolað burtur, tá ið øgiligt regn
kemur.
Nú var farið at næla alla
staðni, og alt var avbera vakurt
og grønt. Tað tekur tó sína tíð,
til kornið búnast, so fólkinum
tørvaði framvegis nógva hjálp
enn, og hon helt eisini fram.
Síðan tað fór at regna gekk
tað meira striltið við at frakta
kornið til Konso. Vegirnir vóru
so uppbloyttir, at tað var nærum
óframkomandi hjá bilunum.
Vanliga, tá ið tað er turt, koyra
teir frá Arba Minch til Konso í 4
tímar. Nú nýttu teir fleiri dagar
um ferðina, tí bilarnir lættliga
standa fastir. Men her hjálptu
tyrlunar væl, hóast tær ikki tóku
so nógv hvørja ferð.
Red Barnet tók sær mest av
sjúkrahjálpini og serliga hjá
børnum. Nógv vóru sjúk av mat
troti, og so komu umfarssjúkurnar.
Tvær norskar sjúkrasystrar vóru
her og gjørdu eitt gott arbeiði í
bygdunum. Teir sjúklingar, sum
vóru ringast fyri, vórðu sendir á
klinikkina til viðgerð, sum kundi
taka longri tíð.
Læknin mátti lata sítt
egna blóð
Tað er mangt sum hendir á
klinikkini. Eg fari at greiða frá eini
konu, sum var stungin við spjóti.
Tað er ikki sjáldan, at tað hendi.
Klokkan hálvgum tvey eina
náttina vaknaði eg við, at tað
varð bankað á dyrnar. Eg fór fram
at vita, hvør tað var. Uttanfyri
stóð Kusia, sum helt vakt á
klinikkini um næturnar. “Tú mást
koma beinanvegin”, segði hann,
“tey eru komin við einari konu,
sum er stungin við spjóti.”
Eg skundaði mær niðan.
Konan lá á einari børu við einum
neytaskinni undir sær. Hon hevði
fingið spjótið inn í búkin, og tað
er torført at siga, hvussu hon sá
út. Mín fyrsta hugsan var, at her
var eingin vón.
Vanliga var eingin lækni á
støðini. Ein lækni plagdi at koma
ein dag eina ferð um mánaðin
úr Gidole. Tá viðgjørdi hann teir
sjúklingar, har vit einki kundu gera.
Var nakað akutt kundi koyrast
til Gidole, har tað kom sjúkrahús
og lækni eftir, at eg var komin.
Hetta er bert 50 km. Burtur. Men
á hesum vánaligu vegum tekur
tað 23 tímar at koma fram.
Men til alla lukku var læknin
Øyvind Solberg júst komin á sína
vanligu vitjan kvøldið fyri. Okkum
til hjálpar var eisini Kjelrun, konu
Skúla, leiðaran á støðini. Hon var
útbúgvin sjúkrasystir
Her var ikki nógv av framkomn
ari útgerð. Tað var greitt, at
sjúklinginum tørvaði blóð, so
nógv sum hann hevði mist. Tað
vísti seg, at læknin hevði somu
blóðtypu sum hendan konan. So
læknin legði seg niður á eina brík.
Eg tók síðan hálvan litur av blóði
av læknanum og lat tað inn í
æðrarnar á konuni. Læknin kundi
so reisa seg upp aftur og halda
á at arbeiða. Soleiðis kann eisini
gerast, tá ið á stendur. Vit hildu á
meginpartin av náttini.
Konan var við barn, men barnið
var deytt, ein fullborin drongur.
Fór hon eisini at doyggja, fór
maður hennara, sum hevði
stungið hana, at verða dømdur til
deyða. So galið gekk tó ikki, men
hann fekk so sína straff.
Men konan ressaðist við, og tá
ið tríggjar vikur vóru farnar, fór
hon heim frísk.
Flettu geit á
sjúkrastovuni
Tað vanliga var sum sagt, at
læknin ikki var til staðar, og her
skal verða greitt frá eini søgu um,
hvussu hetta kundi ganga.
Eitt kvøldið komu teir við einum
illa sjúkum ungum manni til
klinikkina. Berarar høvdu borið
hann langa og trupla leið. Tá ið
eg kannaði mannin, kom eg fram
til, at hann hevði “tarmslyng”.
Hann hevði ligið heima eina viku
í vón um, at hann fór at batna.
Men nú var hann so úttambaður
og illa fyrikomin, at teir høvdu
valt at koma higar.
Maðurin var so illa fyri, at tað
var ikki hugsingur um ar flyta
han til Gidole, har læknahjálp
kundu fáast. Vegurin var so ringur
eftir regn í fleiri dagar, at tað
kundi neyvan koyrast ímillum í
bili. Morgunin eftir tosaði eg við
læknan, Øyvind Solberg í Gidole.
Tá ið hann hoyrdi um støðuna hjá
sjúklinginum, skuldu hann royna
at koma við motorsúklu. Hálvan
triðja tíma seinni var hann eisini
framkomin brúnur av rununi, hann
hevði koyrt ígjøgnum.
Hann fór beint á klinikkina.
Sjúklingurin varð lagdur undir
skurð, og tók hetta tveir tímar.
Tað var framvegis sera óvist,
um lív var lagað hesum manni.
Læknin fór avstað aftur uttan at
hava fingið ein bita, tí sjúklingar
bíðaðu eftir honun í Gidole. Hann
gav mær boð um ta røkt, ið skuldi
gevast.
Í tríggjar vikur lá hesin maðurin
og sveimaði millum lív og deyð.
Hann fekk eisini bruna í skurðin
og bøtti hetta ikki um støðuna.
Hesa tíðina sat pápin hjá honum
bæði dag og nátt. Men so fór
hann at batna og fór so við og við
at eta vanligan mat.
Pápin spurdi so meg, um sonur
in nú kundi fara at eta kjøt, sum
var tað besta honum dámdi. Ein
dagin helt eg, at nú mátti hetta
fara at bera til. Pápin var fegin og
takkaði mær fyri.
Dagurin fór so við øðrum á
klinikkini, men áðrenn eg fór til
hús, hugdi eg inn til feðgarnar.
Tá ið eg opnaði hurðina inn til
sjúkrastovuna, sá eg eina ótrúliga
sjón. Á gólvinum lá skinni av eini
nýflettari geit, og á tí lá høvdið og
innvølurin.
Krovið var sundirlimað og
var hongt upp í sjúkrastovuni
á eina ás, sum var lagt millum
báðar sengurnar, sum vóru inni
á stovuni. Ungi maðurin sat
uppreistur í seingini og tugdi
við góðum matarlysti bita av
hesum feska kjøtinum. Pápin sat
húkandi á gólvinum og reinsaði
vombina. Andlit teirra lýsti av
gleði og nøgdsemi. Nú skuldu teir
báðir hátíðarhalda, at sonurin var
komin aftur til lívs!
Hóast sjúkrastovan ikki var
rætta staðið at slakta eina geit,
segði eg einki. Stutt eftir fór ungi
maðurin saman við pápanum
heim aftur. Sonurin hevði ikki bert
fingið heilsuna aftur, men báðir
vóru blivnir kristnir, meðan teir
vóru á sjúkrahúsinum.
Kommunistarnir taka
ræðið
Hailie Selassi sat á trúnuni fram
til 1974. Tá tóku kommunistarnir
ræðið í landinum. Haile Selassie
hevði vælvild fyri missón.
Hann vildi fegin, at vit skuldu
reka skúlar og sjúkrahús,
tí hetta trongdi so nógv til.
Myndugleikarnir hjálptu til á
ymiskan hátt sum til dømis at
Fyri at halda vætuna í jørðini, eru allar veltur laðaðar upp í trappum við gróti
frammanfyri
Her heldur læknin Solberg, sum er umrøddur í greinini, andakt við tulki
So ringt kundi tað vera at koyra