mikudagur 10. september 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 173 • 10. sept. 2008
útvega grundstykkir og líknandi.
Hungursneyðin kostaði nógv
mannalív. Hetta førdi til sosialan
ófrið í landinum. Hildið varð,
at keisarin hevði ov lítið av
umsorgan fyri teimum svøltandi.
Hetta førdi til, at í september
1974 varð keisarin settur frá.
Eitt hernaðarráð tók valdið, í
fyrsta umfari í navninum hjá
krónprinsinum, meira ella minni
tvungið. Men tað var skjótt,
at tað heldur ikki var pláss fyri
honum, og keisararadømið varð
avtikið.
Á pappírinum var tað eitt
hernaðarráð, Dergen, sum hevði
ovasta vald. Bert orðið Dergen
fekk seinni hárini at reisa seg á
fólki av ræðslu. Fyrst vóru ognir
hjá keisaranum tjóðartiknar
og síðan privat virkir og stór
jarðarøkir.
Sum áður greitt frá, áttu
fólk so mikið av jørð, sum tey
kundu dyrka til egna nýtslu.
Men tað vóru jarðareigarar, sum
áttu størsta partin av jørðina.
Fólkið arbeiddi hjá teimum fyri
løn. Hetta er ein skipan sum
vinstrahallar kollveltingar altíð
hava havt ringt eyga á. “Loysnin”
var at taka jørðina og býta hana
út til fólkið. Hetta ljóðaði væl,
men trupulleikin er bert tann,
at verður hetta ikki gjørt við
skili, gerst støðan enn verri
hjá tí meiniga manninum, sum
ætlanin er at hjálpa. Hetta vísa
allar royndir aðra staðni frá. Tað
var eisini júst tað, sum hendi
her. Jørðin fór í órøkt og grøðin
minkaði munandi.
Kollveltingin át síni
egnu børn
Upprunaliga vóru tað fleiri
bólkar í kollveltingini. Teir komu
eisini at stríðast um valdið
sínámillum. Í 1977 var tað tann
mest víttgangandi parturin
undir leiðslu av Mengistu Haile
Mariam, sum fekk endaliga
valdið. Eftir blóðugar útreinsingar
fram til 1979, har minst 10.000
mótstøðufólk vóru fyribeind, varð
eingin ivi um, at Mengistu hevði
tryggjað sær veruliga valdið í
landinum. Tað var tó ikki fyrr enn
í 1987, at hann fekk heitið av
forseta.
Hann knýtti landið nær til
Sovjetsamveldið og Cuba.
Hann fekk samstundis stóra
hernaðarhjálp til at halda seg
til valdið. Eitt úrslit av hesum
var, at nógvir smádreingir vórðu
tiknir frá foreldrunum og sendir
til Cuba at “læra upp”. Vápnini
úr Sovjet vóru sera framkomin,
og tey kravdu servitan bæði
til at brúka og til at umvæla.
Hesar fortreytirnar vóru als ikki
til staðar hjá fólki, men partvíst
enn nýtti spjót sum vápn. Henda
stóra hernaðarhjálpin skuldi eisini
forða fyri, at Eritrea og Ogaden
skuldu loysa seg frá Etiopia.
Tað komu eisini læknar úr Kina.
Hesir vóru á donskum kallaðir
“barfodslæger”. Teir høvdu ikki
tann stóra førleika. Teir høvdu
eina stutta praktiska útbúgving
og hjálptu eftir førimuni.
Teir vóru dámligir menn. Sum
fólkið á staðnum hevði ikki stóra
tiltrúgv til teirra. Skemtandi varð
sagt, at teir góvu tríggjar litir
av tablettum: reyðar til sjúkur
omanfyri hálvsvølin, gular niður
til nalvan og grønar fyri sjúkur
frá nalvanum og niður eftir.
Eg spurdi, hvussu leingi teir
ætlaðu at vera her. Jú, til allir
trupulleikar vórðu loystir. Tað
kundi koma at taka langa tíð!
Í fyrsta umfari merktu vit
ikki so nógv til kollveltingina.
Hesar hendingar fóru fram í
Addis Abeba og haðani var
langt suður til okkara. Vit frættu
bert í radio, hvat ið hendi. Hesi
tíðindini vóru sjálvsagt litað av
makthavarunum. Vit høvdu onga
telefon. Tó høvdu vit tá fingið
eina radiotelefon, sum var opin
hálvan tíma fyrrapart og tað sama
seinnapart. Annars kundu vit
frætta frá onkrum, sum kom higar
ørindini ella á vitjan.
Gjørdust
syndabukkar
Men tað gjørdist tó rættuliga
skjótt greitt, at vit eisini fóru at
standa fyri skotum. Slíkar stýris
skipanir skulu jú hava sínar synda
bukkar. Ofta eru tað útlendingar,
sum standa fyri skotum.
Teir søgdu, at vit trúboðarar
vóru imperialistar, og at vit
bara vóru komnir fyri at útarma
og únytta fólkið. Fólk vórðu
heilavaskað, og hetta varð eisini
galdandi fyri mong trúgvandi. Tað
var hetta, sum var so syndarligt.
Boðskapurin í radio var hvønn
dag: “Sendið teir heim, koyrið
teir út.” Men samstundis boðaðu
valdsharrarnir útheiminum frá,
at tað var trúarfrælsi, so tað bar
heldur ikki so væl til beinleiðis
at koyra okkum av landinum. Her
kom ein stór atsókn móti teimum
trúgvandi. Tey blivu pínd, og tað
vóru nógv, sum misti lívið fyri sína
trúgv. Onnur vórðu koyrd í fongsul
og illa viðfarin. Seinni í røðini
verður greitt meira frá hesum.
Í fyrsta umfari fingu vit stóran
part av fólkinum ímóti okkum.
Vit fingu brøv frá ymiskum, har
vit vórðu løgd undir líkt og ólíkt.
Onkur av trúboðunum toldi hetta
ikki, men fór heim. Eg fekk eisini
mítt.
Tað var ræðuliga ringt. Eg hevði
fingið eitt kall at hjálpa fólkinum.
Nú bóðu tey okkum fara heim og
kallaðu okkum apur, imperialistar
og líknandi. Eg bað Gud siga
mær, hvat eg skuldi gera.
Kommunistarnir lovaðu teimum
gull og grønar skógir. Hesum
trúðu nógv í fyrsta umfari. Men
sum tíðin leið, gekk tað bert verri
og verri í landinum. Fólk gjørdist
fátækari og fátækari, men vit vóru
tey somu. Tað, sum vit høvdu sagt,
og tað sum vit høvdu gjørt, tað
broyttidst ikki. Tey komu aftur til
okkara, og vit fingu tey sum vinir á
ein nógv betri hátt enn áður.
Kirkjan styrknaði
Ágangurin móti teimum kristnu
førdi til eina undirgrundskirkju.
Fólkið tordi ikki at koma í tær
vanligu kirkjurnar. Tey samlaðust
úti í bygdunum. Men tey máttu
fara varðliga fram. Tey tordu ikki
at syngja, tí tað kundi hoyrast.
Tey lósu nøkur skriftstøð, tey
dugdu uttanat.
Kirkjan styrknaði í Etiopia í hes
um trongu tíðunum. Tá sóu tey, at
tað kostaði at vera ein trúgvandi.
Tey fyrstu 14 árini eg var í
Etiopia undir Haile Selassie,
var tað kanska sum tey kalla
tað í Kina, tey rískristnu. Tey
fingu hjálp og skúlagongd frá
trúboðarunum, og roknaði seg tí
fyri at vera kristin uttan altíð at
vera tað í hjartanum.
Hesi vóru tey fyrstu at fella frá,
tá ið kommunisman kom saman
við nøkrum av hinum.
Kirkja í eini bygd í Konso. Uttanfyri sæst Emma, systir Elsu. Hon var á vitjan 1975. Tá býttu tey enn korn út í samband
við hungursneyðina. Hon tók myndir av hjálpiarbeiðinum
Inni í viðtalurúminum
Komandi partur:
Nú byrjar tað rættuliga
at merkjast, at
kristindómurin ikki
verður toldur. Ágangurin
verður verri og verri