Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 173 - 10. september 2008 ] Randi og Valur knústu alla mót- støðu Valur vann sín evropeiska bólk við málmuninum 23-3 Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Íslendska meistaraliðið í kvinnufótbólti, Valur, sum hevur føroysku Randi Wardum í mál­ inum vann sera sann­ førandi á sínum trimum mótstøðuliðum í UEFA Womens Cup. Fyrsta dystin ímóti walisiska liðnum, Cardiff vann Valur 8­1. Næsta dystin ímóti slovakiska liðnum, Sala vann Valur 6­2. Og triðja og seinasta dystin ímóti ísraelska liðnum Maccabi Holon vann Valur so sannførandi, sum 9­0. Samlað gav hetta valskvinnum 9 stig, og eina málúrtøku uppá heili 23­3. Randi og liðfelagarnir eru nú millum tey síðstu 16 liðini, sum eru eftir í kappingini. Í næsta bólkaspælin­ um verður tað ikki smávegis mótstøða, sum Randi og vals­ kvinnur fáa. Millum mótstøðuliðini er italska liðið, Bardolino Verona, og svenska meistaraliðið Umeå, sum hevur heimsins besta kvinnuliga fót­ bóltsspælara á liðið sínum. Talan er um brasilianska spælaran, Marta. Næsta bólka­ spælið verður í Umeå, sum liggur norðarliga í Svøríki, og verður bólkaspælið í døgunum frá 9. til 14. oktober. Tvær ferðir áður hava Føroyar spælt móti Rumenia. Samlaða tapið er 11-0! Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Klokkan 17.30 í dag verður dysturin millum Føroyar og Rumenia blástur ígongd á Tórsvølli. Sum altíð er vónin, at Føroyar fáa eitt gott úrslit, men móti Rumenia eru hagtølini ikki í okkara parti í so máta. Talan hevur nevnliga verið um greið tap tær báðar ferðirnar, sum Føroyar og Rumenia higar til hava dystast. Í 1992 taptu Føroyar 7­0 í Bucharest, og árið eftir gjørdist talan um 4­0 tap á Svangaskarði. Sum heild gjørdist talan um eina sera soltna undan­ kapping, har tíggju dystir einki stig góvu av sær, og har samlaði málmunurin gjørdist 1­38. Úrslit, sum bóru við sær, at Páll Guðlaugsson ikki longur var føroyskur landsliðsvenjari. Í hansara stað varð Allan Simonsen tá settur. Til heimadystin móti Rumenia vóru tað tó Johan Nielsen og Jógvan Norðbúð, sáli, sum stóðu við stýrisvølin. Og samstundis var hetta eitt tíðarskeið, sum marker­ aði eitt farvæl til fleiri av teimum kreftum, sum í fyr­ stu undankappingini fingu fýra stig móti ávikavist Eysturríki og Norðurírlandi. Mikkjal Danielsen og Torkil Nielsen vóru givnir longu undan heimadystin­ um, sum var síðsta altjóða avbjóðingin hjá Jóannesi Jakobsen. Kári Reynheim spældi bara tveir dystir afturat, og Abraham Hansen spældi bara ein dyst árið eftir. Føroyska U21-lands- liðið spældi leingi við, men teir máttu geva skarvin yvir móti sterku grikkunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá FSF sigur annar av venjarunum, Heðin Askham, at talan var um lið, sum var fleiri klassar betri enn tað, sum Føroyar spældu ímóti í Aserbadjan leygardagin. ­ Teir koyrdu runt við okkum í fyrsta hálvleiki, men okkara dreingir gjørdu ein góðan innsats og megn­ aðu at halda málið reint. Í øðrum hálvleiki fingu vit meira spæl, og onkran málmøguleika eisini, men tað vóru teir, sum komu á odda við einum góðum máli, tá annar hálvleikur var um 10 minuttir gamal. ­ Teir høvdu hornaspark í høgru síðu, og ein júst innskiftur leikari leyp upp og stútaði bóltin vakurt í málið uttan møguleika hjá okkum av verja fyri, greiðir Heðin Askham frá. Hóast grikkar høvdu leikliga yvirvág, so komu ikki fleiri mál í dystinum, og føroyski hópurin var samdur um, at tað var ein góðkendur innsatsur teir høvdu leverað í Athen. Føroyska U21 liðið kem­ ur heim aftur mikukvøldið. Tepurt tap í Athen Liðið, sum byrjaði í Athen. Aftast frá vinstru Fritleif í Lambanum, Gudmund Nielsen, Poul Thomas Dam, Magnus Olsen, Pól Jóhannus Justinussen og Gunnar Nielsen. Fremst frá vinstru Kristoffur Jakobsen, Sølvi Vatnhamar, Levi Hanssen, Poul N. Poulsen og Ólavur í Ólavstovu Mynd: www.football.fo Fýra frá Florin Florin Raducioiu, sum tá spældi við AC Milan, skeyt øll mál­ ini, tá Rumenia vann 4­0 á Svangaskarði fyri 15 árum síðani. Tveir aðrir rumenskir landsliðsspælarar hava skorað fýra mál í einum og sama dysti: Gheorghe Popescu úr Barcelona, tá ið Rumenia 29. mars 1997 vann 8­0 á heimavølli ímóti Liktin­ stein, og Gratian Sepi úr rumenska liðnum “U” Cluj, tá ið Rumenia á heimavølli í Bukarest 24. september 1933 vann 5­1 á Ungarn. Ein rumenskur spælari hevur skotið fimm mál í einum landsdystir. Tað gjørdi Rudolf Wetzer, tá Rumenia í 1930 vann 8­1 á Grikkalandi. Munteanu er drúgvastur Rumenia hevur altíð verið kent fyri fótbólt á høgum tekniskum støði. Og nógvir stórir profilar hava gjørt um seg á europiska fótbóltspallinum. Eitt nú kunnu nevnast nøvnum sum Georghe Hagi, Georghe Popescu, Dan Petrescu, Dorinel Munteanu og Cristian Chivu. Spælarin við flestu landsdystum er Dorinel Munteanu við 134 dystum. Hagi spældi 125 ferðir á landsliðnum og Gheorghe Popescu spældi 115 landsdystir. Rumenia í HM og EM HM í Fraklandi 1998: Rumenia-Columbia 1-0, Rumenia-Ongland 2-1, Rumenia-Tunis 1-1, víðari sum bólkavinnari. 0-1 í 1/8-finaluni ímóti Kroatia HM í USA 1994: Rumenia-Columbia 3-1, Rumenia-Sveis 1-4, Rume- nia-USA 1-0. Rumenia bólkavinnari og víðari saman við Sveis 1/8-finala Rumenia-Argentina 3-2, 1/4-finala 2-2 ímóti Svøríki, sum vann brotssparkskapping 5-4. HM í Italia 1990: Rumenia-Sovjetsamveldið 2-0, Rumenia-Cameroun 1-2, Rumenia-Argentina 1-1. Rumenia víðari saman við Cameroun 0-0 í 1/8-finalu móti Írlandi, sum vann brotssparkskappingina HM í Mexico 1970: Ongland-Rumenia 1-0, Rumenia-Kekkoslovakia 2-1, Brasil-Rumenia 3-2 HM í Fraklandi 1938: Rumenia-Kuba 3-3, Rumenia-Kuba 1-2 (Neyðugt við nýggjum dysti, tá fyrri dysturin og umdystur endaðu við javnleiki) HM í Italia 1934: Rumenia-Kekkoslovakia 1-2 HM í Uruguay í 1930: Rumenia-Peru 3-1, Rumenia-Uruguay 0-4 EM í Eysturríki/Sveis 2008: Rumenia-Frakland 0-0, Italia-Rumenia 1-1, Holland-Rumenia 2-0. Rumenia ikki víðari úr bólkaspælinum EM í Belgia/Hollandi 2000: Rumenia-Týskland 1-1, Rumenia-Portu- gal 0-1, Rumenia-Ongland 3-2. Rumenia víðari men taptu 2-0 móti Italia í 1/4-finaluni. EM í Onglandi 1996: Rumenia-Frakland 0-1, Rumenia-Bulgaria 0-1, Rumenia-Spania 1-2 EM í Fraklandi 1984: Spania-Rumenia 1-1, Rumenia-Vesturtýskland 1-2, Rumenia-Portugal 0-1 FAKTA Ring minni móti Rumenia Gheorge Hagi og liðfelagarnir vóru ikki blíðir við føroyingar, tá vit í næstu undankapping okkara yvirhøvur spældu móti Rumenia