mikudagur 10. september 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 173 - 10. september 2008
Stutt Sagt
Sviar endur-
skoða verjuna
Stríðið millum Russland
og Georgia hevur gjørt, at
summi av hinum granna
londunum hjá Russlandi
endurskoða sín verjupolit
ikk. Herfyri segði finski
forsetin, Tarja Halonen, at
Finnland noyðist at end
urskoða verjupolitkkin eft
ir tað, sum er hent í geor
gia, og í gjár segði svenski
verjumálaráðharrin, Sten
Tolgfors, at stjórnin í
Stockholm hevur gjørt av
at útseta eina avgerð um
komandi útbyggingar í
svenska herflotanum.
Sten Togfors segði, at
stríðið millum Russland
og Georgia vísti, at hóast
russar ikki brúktu meiri
enn einar 20.000 hermenn
í átakinum, noyddu teir
georgiska herin at hopa
undan eftir sera stuttari
tíð. Ráðharrin vildi ikki
siga, hvørja verjukós Svø
ríki fer at leggja, men
hann vísti kortini á, at síð
ani aldarskiftið hava sviar
ikki lagt serliga stóran
dent á at menna herin.
Moussa mist
tolið við pal-
estinum
Aðalskrivarin í Arabisku
samgonguni, egyptin Amr
Moussa, leggur nú trýst á
teir palestinsku leiðararnar
fyri at fáa teir at semjast.
Egyptiskir
diplomatar
hava fleiri ferðir roynt seg
sum semingsmenn, men
sambært Amr Moussa eru
teir arabisku leiðararnir so
troyttir av tí palestinska
sundurlyndinum, at teir
umhugsa at seta tiltøk í
verk fyri at noyða leiðarar
nar í teimum báðum palest
insku rørslunum Fatah og
Hamas at setast við sam
ráðingarborðið og at finna
fram til eina politiska
semju
um
landsins
leiðslu.
Amr Moussa var rætti
liga avgjørdur, tá hann
helt tíðindafund í gjár.
Hann segði bart út, at
hann var illur um, at tað
skal vera so strævið at fáa
teir palestinsku leiðararnar
at slaka fyri at fáa eina
semju.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Er maðurin í politikki, spyr eingin, men er tað kvinnan,
verður spurt, hvør smyr matpakkarnar hjá børnunum
Lene Espersen
útlond
Ein roynd at eftirgera
tað sokallaða Big
Bang varð sett í gongd
undir jørð í Sveis
fyrrapartin. Sjálvur
bresturin verður
ikki fyrr enn í næsta
mánað
Nakrir granskarar hava ávar
að um, at royndin 90 metrar
unmdir jørð á markinum
millum Sveis og Frakland
kann elva til heimsins undir
gang, men fleiri kanningar
hjá øðrum granskarum eru
komnar til ta niðurstøðu, at
royndin er næstan púra
vandaleys.
Við at lata partiklar ferð
ast í ring við næstan líka
nógvari ferð sum ljósferðini
ígjøgnum ein 27 kilometrar
langan serbygdan tunnil og
so lata teir renna hvør øðr
um ætla granskararnir at eft
irgera umstøðurnar, sum
tær vóru ella helst vóru
beint eftir, at alheimurin
var vorðin til. Sjálv royndin
byrjar í dag, men sjálvur
samanstoyturin verður ikki
fyrr enn um ein mánað ella
so, skrivar NTB.
Summir granskarar siga
royndina vera eitt altjóða
sjálvmorð, og at 10. sep
tembur í 2008 kann gerast
tann seinasti í søguni. Í
USA hava sjey fólk roynt at
fáa dómsvaldið at forða
royndini, men til fánýtis.
Tey, sum hava ábyrgdina
av royndini, siga haraftur
ímóti, at vandin er sera,
sera lítil, men tey viðganga,
at royndin kann elva til smá
sokallað „svørt hol“.
8.000 alisfrøðingar úr 80
londum hava arbeitt við at
fyrireika Big Bangroynd
ina, og tað eru 20 ár, síðani
fyrireikingarnar byrjaðu.
Dómadagsmaskinan, sum
summi kalla royndartunnil
in, hevur kostað umleið 25
milliardir krónur.
Russiska leiðslan umhugsar
at snara sínum langtberandi
raklettum
ímóti
teirri
ætlaðu
amerikonsku
rakettverjuni
í
Eysturevropa
Tað er ikki óhugsandi, at
okkara politiska og hernaðar
liga leiðsla fara at taka eina
tílíka avgerð, sigur russiski
generalurin Nikolaj Solovt
sov. Hann er ikki tann fyrsti
russiski
herovastin,
sum
hevur nevnt, at Russland fer
at taka stig, verður tann amer
ikanska
verjuætlanin
í
Eysturevropa sett í verk.
USA hevur gjørt av at seta
ein part av verjuskipanini
upp í Póllandi og Kekkia.
Tað hóvar ikki Russlandi,
sum vil vera við, at amerik
anska ætlanin hóttir russisku
trygdina. Russiskir polkitik
arar og heryvirmenn hava
sagt, at Pólland og Kekkia
kunnu vænta at vera russisk
álopsmál í framtíðini, um tey
hýsa amerikonsku rakettverj
uni. Russiski sendiharrin í
Hvítarusslandi segði fyri
nøkrum døgum síðani, at tað
kann hugsast, at Russland fer
at flyta flogfør og rakettir til
Hvítarusslands og Kalinin
grad fyri at verja seg betur
ímóti amerikonsku ætlanini.
Russiski
uttanríkisráð
harrin, Sergej Lavrov, fer í
morgin til Póllands at tosa
við polska uttanríkisráðharr
an, Radek Sikorski. Upp
runaliga skuldi Lavrov fara
til Póllands í síðsta mánað,
men vitjanin bleiv útsett, tá
Pólland og USA skrivaðu
undir eina avtalu um at
loyva USA at seta 10 verju
rakettir upp tætt við polsku
eystrasaltsstrondina.
Russland vendir rakettum ímóti
verjuskjøldrinum
Tann kendi fjølmiðlakong
urin Rubert Murdoch verð
ur endurgivin fyri at hava
sagt, at hann vildi heldur
hava Barrack Obama til for
seta heldur enn Hillary Clin
ton, tí hann seldi fleiri bløð,
tá Obama var umrøðuevni í
bløðunum.
Men New York Post, sum
er eitt av bløðunum hjá fjøl
miðlakonginum og tað týdn
ingarmesta av bløðum hans
ara í USA, at tað mælir
amerikanarum til at velja
John McCain til forseta.
Blaðið rósar McCain fyri at
hava valt Sarah Palin til
varaforsetaevni, og sambært
blaðnum er tað serliga trygd
ar, skatta, vinnu og orku
politikkurin hjá McCain og
Palin, sum amerikanarar
eiga at velja.
Ikki heimsins undirgangur
Murdoch styðjar McCain
Fjølmiðlakongurin Rubert
Murdoch
Mynd: Polfoto)