mikudagur 10. september 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 10. september 2008
31
lýsingar
Ú t bj ó ði ng
Tollfrí søla í Vága Floghavn
Raksturin av virksemi við tollfríari sølu í
Vága Floghavn verður við hesum alment
boðin út av P/F Vága Floghavn.
Sáttmálaskeiðið skal ætlandi byrja í sein-
asta lagi 15. novembur 2008. Orsakað av
bygging av nýggjum hølum til endamálið,
kann sáttmálaskeiðið tó byrja seinni um
byggiarbeiðið verður seinka. Sáttmála-
skeiðið gongur út eftir tveimum árum at
rokna frá einum mánaða áðrenn at tollfría
sølan opnar, tó í seinasta lagi frá 1.
novembur 2008. Møguleiki verður fyri at
leingja sáttmálaskeiðið við einum árið
afturat um semja er um hetta partanna
millum.
Útboðið fevnir um
Útboðið fevnir um rættin til rakstur av
tollfríari sølu frá tveimum handilshølum í
Vága Floghavn; eitt fyri komandi og eitt
fyri farandi ferðafólki.
Tey ið bjóða uppá rakstur av tollfríari
sølu í Vága Floghavn skulu sum partur av
sáttmálanum um rættin til tollfríu søluna
leiga tey hølir, sum P/F Vága Floghavn
veitir til endamálið, og øll tollfrí søla í
Vága Floghavn skal fara fram frá teimum
ávístu hølum. Tilboðsgevarar skulu sjálvir
og fyri egna rokning stilla goymsluhølir til
taks, sum uppfylla øll krøv frá TAKS fyri
slík hølir.
Tollfríu sølubúðirnar í Vága Floghavn skulu
verða opnar fyri sølu hvønn dag í vikuna
í minnsta lagi frá kl. 08:00 til 20:00,
og annars í samband við alla regluliga
altjóða flúgving um Vága Floghavn, bæði
við flogførum og tyrlum.
Útboðstreytirna eru nærri greinaðar í
útboðstilfarinum, sum kann keypast frá
P/F Vága Floghavn.
Hvør kann bjóða
Einstaklingar, feløg, samtøk ella aðrir
juridiskir persónar, ið uppfylla krøvini í
útboðstreytunum, og sum hava keypt
útboðstilfarið frá P/F Vága Floghavn,
kunnu lata inn tilboð. Um fleiri partar
bjóða í felag (samtak) skal klárt verða
tilskila hvønn av samtakspørtunum P/F
Vága Floghavn kann føra møguligar
samráðingar við.
Hvussu fæst útboðstilfarið
Útboðið verður almannakunngjørt á
heimasíðuni hjá P/F Vága Floghavn
(www.floghavn.fo) og í føroyskum fjøl-
miðlum tann 10. septembur 2008 og 12.
septembur 2008.
Áhugaðir tilboðsgevarar kunnu fáa út-
boðstilfarið við at venda sær til P/F Vága
Floghavn.
Áðrenn útboðstilfarið verður sent út til
áhugaðar tilboðsgevarar, skulu kr. 10.000
rindast til P/F Vága Floghavn á konto nr.
6460 2018294 í Føroya Banka sum gjald
fyri útboðstilfarið. Um P/F Vága Floghavn
avlýsir útboðið, verður gjaldið afturgoldi.
Freist at lata inn tilboð
Boð, ið skulu verða galdandi í 90 dagar
eftir at freistin fyri at lata inn tilboð er úti,
skulu verða P/F Vága Floghavn í hendi í
seinasta lagi mikudagin tann 1. oktobur
kl. 12:00 á skrivstovu felagsins:
P/F Vága Floghavn
Skrivstovan
Flogvøllurin í Vágum
FO-380 Sørvágur
Att.: Jóhannus Egholm Hansen,
næstformaður
Boð skulu latast inn í fýra skrivligum ein-
tøkum, umframt einum eintaki á CD-rom.
Upplating av tilboðum
Tilboð, sum eru móttikin rættstundis
verða latin upp beint eftir at tilboðs-
freistin er úti. Høvi verður ikki hjá einstøku
tilboðsgevarunum at verða til staðar tá ið
tilboðini verða latin upp.
Øll innlatin og upplatin tilboð verða við-
gjørd í trúnaði.
Metingin av innkomnum tilboðum verður
framd í tveimum umførum; útveljingar-
umfari, hvar mett verður um førleikar
tilboðsgevarans,
og
tillutingarumfari,
hvar ítøkilig meting verður framd einans
av tilboðum teirra, sum eru mett at hava
neyðugu førleikarnar at reka útbjóðaða
virksemi.
Freist/dagur
Evni
10. septembur 2008
Fyrsta kunngerð av útboðið
12. septembur 2008
Onnur kunngerð av útboðið
22. septembur 2008
Freist at seta fram skrivligar spurningar
1. okt. 2008, kl. 12:00 (før. tíð)
Seinasta freist at lata inn tilboð
Vika 41 – 42 (mett)
Ætlandi fráboðan um val av tilboðsgevara
Vika 42 – 43 (mett)
Ætlandi undirskriving av sáttmála
Vika 47 – 48 (mett)
Sáttmálin kemur ætlandi í gildið og rakstur byrjar.
Spurningar um útboðið og um útboðstilfarið kunnu vendast til
Jóhannus Egholm Hansen, næstformanni í nevndini í P/F Vága Floghavn.
Sørvágur, tann 8. septembur
NEVNDIN
Tíðarætlan fyri útboðið
Vága Floghavn
Tórsbyrgi 16 | 100 Tórshavn | Tel. 31 31 02 | alzheimer@alzheimer.fo | www.alzheimer.fo
TILTØK HJÁ ALZHEIMERFELAGNUM
Í septembur mánaði skipar Alzheimerfelagið fyri trimum almennum
tiltøkum í sambandi við, at alheims Alzheimerdagur er tann 21.septembur.
Øll tiltøkini verða kl. 19.30 í hølunum hjá Starvsmannfelgnum, J.H.
Schrøtersgøta 9 í Havn
Tann 15. septembur er fyrilestur undir heitinum:
Tá ið minnissvinn rakar familjuna
Mánakvøldið tann 22. septembur verður filmskvøld:
Away from her
Orsakað av Alzheimers sjúku rekur Fiona
(Julie Christie) longri og longri burtur frá
hjúnafelagnum Grant (Gordon Pinsent).
Mynd: Miracle Film Distribution.
Til staðar verða fólk við serútbúgving
um demens, og eru fólk vælkomin at
seta spurningar eftir sýningina.
Kostnaður: kr 50,00,
íroknað kaffi og køku.
Hesin kanadiski kærleiksfilmurin er
sjáldsama veruligur og viðkomandi.
Julie Christie leikar framúrskarandi í
yndisliga filminum um gátuføru sjúkuna
Alzheimers.
Hóast tey hava verið gift í 40 ár,
eru samljóðið og hóskandi skemtið so
inngrógvin, at tey bæði bresta útúr
at flenna, tá ið hon setir pannuna
inn í køliskápið eftir uppvaskið. Ella
tá ið hon knappliga hevur gloymt,
hvussu hann eitur, hasin leskiligi, reyði
løgurin, ið rennur úr glasi og verður
notin í hugnaligari samveru.
Men handan láturin og og minniligu
skíðtúrarnar á kavaklæddu eingjunum
við hugnaligu smáttu teirra lúrir óttin.
Filmurin er bygdur á stuttsøgu eftir
Alice Munro, og hevur Sarah Polley,
ið er einans 27 ár, leikstjórnað filmin
- hennara 5. filmur.
Hóast evnið er minnissjúka, hýsir
”Away from her” kenslubornar
hendingar, lætt skemt, og ikki minst:
sjúkunar álvari.
er heitið á filmi um eini hjún, har konan fær
demenssjúkuna Alzheimers.
Hvat snýr tað seg um? Hvat er at gera,
og hvat er í væntu? Hvussu tekur
umhvørvið tað? Hvussu hjálpa vit best tí
rakta/sjúka - og er gjørligt at varðveita
sambandið og gevandi samskifti?
SVAVA ARADÓTTIR, sjúkrarøktarfrøð-
ingur og ráðgevi frá fyritøkuni Nordic
Lights innan minnissvinn, heldur fyri-
lesturin.
Fyrilesturin, ið verður á donskum,
er fyri øll við áhuga í at vita meiri um
minnissvinn og samskiftið við tey, ið eru
rakt av minnissvinni.
sí: www.alzheimer.fo og
www.nordic-lights.dk
Tann 29. septembur
verður rættartrygdin hjá teimum, ið hava
minnissvinn (demens), lýst og viðgjørd.
Tiltakið verður skipað sum pallborðsfundur.
Við borðið sita:
Sigmund Poulsen, løgfrøðingur.
Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur frá
Heimavitjunartænastuni hjá Tórshavnar Býráði.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum
Hans P. Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum