hósdagur 11. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 174 - 11. september 2008
tíðindi
Aldurin forðar ikki
teirri 84 ára gomlu
laksadrotningini
Sofíu Jacobsen at fiska
laks við Leynavatn, tá
høvið býðst. Seinastu
vikurnar hevur hon
fingið tveir hampiliga
stórar laksar. - Tað
er ótrúliga stuttligt
at standa og fiska,
eisini um eg ongan
fái. Eg verði so ikki
í ringum lagi, um
eg komi tómhent til
húsa aftur, sigur hon.
Seinnapartin í gjár
var hon aftur á sínum
fasta plássi við Leyna-
vatn
Laksafiskarí
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Leynavatn: - Nei, aldurin
ger mær ikki mun. Eg dugi
altíð at fáa ein laks inn at
landi, tá tað ræður um, sigur
havnarkvinnan Sofía Jacob-
sen, frísk og fiskihugað.
Hesa løtuna hevur hon
ikki tíð til stórvegis prát, tí
nakrar metrar úr landi hevur
ein laksur bitið á rækju-agn
hennara. Boyan, sum van-
liga fer upp og niður eftir
smáu aldunum, er nú undir
í heilum. Her er fongur í
væntu!
Tað er týðiligt at merkja,
at hetta er tað stóra kickið,
sum einhvør laksafiskari,
óansæð aldur og kyn, sær
fram til, tá farið verður frá
húsum.
- Taðvejden, her er ein á!,
kemur teskandi frá henni.
Hon fer róliga á føtur, og
dregur spakuliga línuna
inn, og gevur síðani út aftur.
Tað ræður um ikki at vera
ótolin, tí laksurin skal møð-
ast og línan má halda. Ikki
fyrrenn tann hvíta síðan á
búkinum kemur fram, er tíð
at draga fongin inn.
Av royndum veit Sofía, at
hetta kann taka sína tíð.
Onkutíð skjótari, og onkutíð
má tað stóra Jobs-tolið til,
um tann stóri laksurin skal
fáast til lands. Um tað tekur
15 minuttir ella longur, tað
ger einki. Tá tað bítur á, er
eingin tíð at hugsa um tíð
ella stað.
Andlitið á Sofíu er fult
konsentrerað um boyuna,
sum nú bert er fáar metrar
úr landi. Nærri og nærri
kemur hon, men so við eitt
setur Sofía seg niður aftur í
stólin …?
- Hann slapp!, kemur tað
stutt frá henni. - Hann var á
eina løtu, men eg lorkaði
hann burtur. Hmmm, eg
burdi verið eitt sindur meiri
tolin í dag, tí so hevði eg
fingið hann!
Betur gekst henni kortini
í farnu viku. Týsdagin fekk
hon ein laks, ið vigaði 9
pund og var 73 cm. langur,
og fríggjadagin fyri ein ann-
an uppá 5 pund og var 60
cm. langur.
Í gjár kom kortini eingin
laksur við heim til hús.
Kanska eydnan verður betri
næstu ferð.
- Eg ætli mær norður aft-
ur leygardagin at fiska við
einum ommubarni. Tú skil-
ir, - hetta er vorðin ein
familjusjúka!, sigur hon við
einum brosi.
Stuttligari -
stuttligast
Tað er grátt í veðrinum og
tað liggur eitt fitt lot oman
gjøgnum dalin, hesa løtuna
Sofía hevur tikið útgerð
sína í hond og er farin á
fiskiferð. Men veðurlíkind-
ini gevur hon sær valla far
um, tí henda seinnapartin
týsdagin skal fiskieydnan
roynast einaferð enn.
Her hjá henni er eingin
slingur í valsinum, ella nak-
að sum er latið upp í hend-
urnar á tilvildini, nú hon
hevur gjørt seg út til at fara
á Leynavatn:
Í einu hondini ber hon ta
innpakkaðu tráðuna, sum
so mangan hevur verið hen-
ni kær. Á økslini hevur hon
ta lítlu og neyðugu taskuna
við húkum, agni og øðrum.
Og í hini hondini ein saman-
klappaðan stól. Soleiðis,
here I come!
Við tað niðasta vatnið
- Eg havi eitt Jobs tol
Summi nevna Sofíu Jacobsen fyri "frelsunarher-frúan" og
onnur "laksadrotningin". Hetta eru í øllum førum tvey heiti,
sum hóska væl til hana
”
Man slappar simpelten so væl av. Ein
leggur alt annað frá sær, og tí kann eg
sita her í tímavís, bara eg fái loyvi til tað