Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 174 - 11. september 2008 Hann er ómetaliga vónbrotin av viðferðini, hann hevur fingið frá sínum floksfeløgum í Tjóðveldinum og ein møguleiki er, at hann nú fer í tættari samstarv við andstøðuna Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er tað ringasta, eg havi verið úti fyri í politikki. Heini O. Heinesen er ómetaliga vónsvikin av teirri viðferð, hann hevur fingið av sínum floksfeløg- um í Tjóðveldinum. Nú nevndirnar í Løgting- inum skulu veljast av nýggj- um, hevur Tjóðveldið gjørt av at tveita Heina O. Heine- sen bæði úr fíggjarnevndini og úr vinnunevndini. Afturfyri hava tey bjóðað honum ein sess í landsstýris- málanevndini. - Hetta var so tað síðsta, eg hevði roknað við og hetta er óhoyrt, leggur hann afturat. Tað er eisini ætlanin, at Páll á Reynatúgvu skal missa sessin í fíggjarnevnd- ini, men hann hevur onga viðmerking beint nú. Afturfyri skal Heidi Peter- sen veljast í fíggjarnevnd- ina og hon verður somu- leiðis forkvinna í nevndini. Nú Sjálvstýrisflokkurin er komin upp í samstarvið í samgonguni, er semja at allar nevndirnar skulu velj- ast av nýggjum, har eisini Sjálvstýrisflokkurin skal hava onkrar nevndarsessir. Ein partur í hesi kabalini er, at Tjóðveldið skal hava formannin í fíggjarnevndin og tað verður so Heidi Peter- sen. Hevnd Heini Heinesen sigur, at hann kennir seg mestsum avrættaðan í Tjóðveldinum, hóast hann bæði er tann elsti tingmaðurin og tann, sum saman við Hergeir Nielsen, hevur sitið longst á tingi fyri flokkin av ting- manningini nú. - Hetta er onki uttan hevnd fyri, at eg ikki tók undir við at lækka fiskidag- arnar 20%, sigur hann. Tað skilst, at ein orsøk til at tveita Heina O. Heinesen og Páll á Reynatúgvu úr fíggjarnevndini, er eisini, at teir gjørdu ymsar raðfest- ingar í nevndini í sambandi við fíggjarlógina fyri í ár. Eitt nú misti Samvit 300.000 krónur, sum Íverk- setarahúsið í Klaksvík fekk og Strandferðslan fekk pen- ing til tvey skip um Skopun- arfjørð eitt skifti í summar. Heini O Heinesen sigur, at hann hevur ongan áhuga í einum sessi í landsstýris- málanevndini, tí tað er ikki ein nevnd, sum hevur nakað við løgtingsarbeiðið at gera, sum so. - Tað er ein nevnd, hvørs einasta uppgáva er at hava eftirlit við landsstýrinum og tað einasta, flokkurin bjóðar mær, er sostatt at hava eftirlit við mínum egna landsstýri. Heini O. Heinesen tekur hetta tilboðið frá sínum floksfeløgum sum tað, at Tjóðveldið vil forða honum í at arbeiða í Løgtinginum. - Í veruleikanum føli eg meg hálvgun tveittan úr tingbólkinum hjá Tjóðveld- inum, staðfestir hann. Í minsta lagi følir hann seg bæði fyrstan úti úr flokk- inum og úr samgonguni. Tvinnar kostir Heini O. Heinesen sigur, at hann nú fer at umhugsa støðuna og finna útav, hvat hann kann gera. Hann sigur, at hann ætlar hvørki at melda seg úr Tjóð- veldinum ella úr Løgting- inum, men, hvussu tilknýtið verður til samgonguna, er ein opin spurningur. - Eg havi tvinnar møgu- leikar. Annar er at góðtaka støðuna og sostatt skerja mínar møguleikar at arbeiða í Løgtinginum heilt mun- andi. - Hin møguleikin er at fara í valbólk við andstøð- uni, nú nevndirnar skulu veljast av nýggjum. Tað fer at styrkja andstøðuna og geva henni fleiri nevndar- sessir og kanska fleiri for- manssessir, enn hon annars hevði fingið. - Men tað fer eisini at tryggja mær onkran nevnd- arsess, sum eg ikki kann fáa frá mínum egna flokki, sigur Heini O. Heinesen. Hann sigur, at við ongum nevndarsessi, eru møguleik- arnir at arbeiða politiskt, eisini munandi skerdir og tí fer hann at hugsa seg gjøll- iga um, leggur hann aftur- at. Hann sigur, at bæði Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin hava boðið hon- um við í valbólk, men hann fer ikki at svara, fyrrenn hann hevur hugsað seg væl um. Men verður hann útihýst- ur frá ávirkan á politikkin í samgonguni, soleiðis sum ætlanin nú eftir øllum at døma, er, følir hann seg heldur ikki serliga bundnan av at stuðla samgonguni. - Eg havi ongan áhuga í at verða viðfarin í Tjóðveld- inum og samgonguni sum ein deyður lutur, ið bara skal tæna sum atkvøðuneyt hjá samgonguni, leggur hann afturat. Skilir onki Heini O. Heinesen skilir ikki, hví hann hevur uppi- borið slíka viðferð frá sín- um egnu floksfeløgum. Tað var tað bera tvætl at gera málið um at áseta fiski- dagar til eitt samgongumál, tí tað metti eg ongantíð - Var tað eitt samgongu- mál, hevði samgongan ikki lagt eitt uppskot fyri Løg- tingið, sum øll vistu, ongan møguleika hevði fyri at verða samtykt, samstundis sum at tíðin at viðgera málið var ógvuliga knøpp. Tí skuldi samgongan bara skrumblað tað ígjøgnum, uttan at lurta eftir bakland- inum, sigur Heini O. Heine- sen. - Tað, sum nú hendir er bara at finna ein syndabukk fyri tað, sum hendi og fyri at skøva útyvir, at Tjóð- veldið annars setti samgong- una í vága í sambandi við fiskidagarnar, men kortini bakkaði, tá ið á stóð, sigur Heini O. Heinesen. Hetta er tað ringasta Heini hevur upplivað Vendir Heini O. Heinesen samgonguni bakið, er tað klárt, at tað ger samgonguna veikari, ásannar Høgni Hoydal Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er greitt, at endar tað við, at Heini O. Heine- sen fer í valbólk við and- støðuni, nú nevndirnar hjá Løgtinginum skulu veljast av nýggjum, fer tað at gera samgonguna veikari. Tað ásannar Høgni Hoy- dal, formaður í Tjóðveld- inum. Hann sigur, at so verða valbólkarnir øðrvísi og tað broytir býtið av nevnd- arsessum ímillum sam- gongu og andstøðu, so at tað styrkir andstøðuna. Men tað er so eisini at kalla tað einasta, hann vil siga um støðuna. Hann staðfestir, at hann vil ikki vera við í tí spæl- inum, har einstaklingar áhaldandi brúka fjølmiðl- arnar at koma sær sjálvum í brennidepilin. Hann heldur, at hetta er ein óskikkur og tí vil hann ikki gera fleiri viðmerk- ingar til málið. Hann vil heldur ikki siga um hann heldur, at hetta kann vera dropin, sum forkemur samgong- uni. Ger samgonguna veikari Heini O. Heinesen følir seg frystan úti, bæði í Tjóðveldinum og í samgonguni. Tað, sum er farið fram, er óhoyrt og nú fari eg at hugsa um, hvat eg gera Ikki allur fiskur líka sunnur Herfyri boðaði læknavísindin frá fnýggjum kanningarúrsliti, sum vísti, hvussu gott tað er fyri fólk at eta fisk ella fiskalýsi. Men nú skrivar danska blaðið Børsen, at tað er ikki so sunt longur at eta allan fisk, sum tað hevur verið. Orsøkin er, at alifiskur verður ikki fóðraður við so nógvum fiskalýsi nú sum fyrr. Tí er ikki so nógv omega 3-fitisýra í alifiski, og tað er hon, sum kann fyribyrgja eitt nú hjartasjúkum, skrivar blaðið. Ein talsmaður fyri Danmarks Tekniske Universitet váttar fyri blaðnum, at aldur fiskur er ikki so sunnur sum villur fiskur. Ósemja um flogvallir Borgarstjórarnir í grønlendsku býunum Nuuk og Ilulissat eru sera mis- nøgdir við, at stjórin í flogfelagnum Air Greenland mælir myndugleik- unum til at útbyggja flogvøllin í Kangerlussuaq heldur enn at leingja flogvallirnar í Nuuk og Ilulissat til 1.799 metrar, so teir kunnu skrásetast sum sokallaðir atlantflogvallir. Stjórin í Air Greenland, Michael Binzer, sigur, at flogvøllurin í Kangerlussuaq skal byggjast út, tí har er veðurgott, og avlýsingarnar eru fáar. Sambært borgarstjórunum miummlenda fólk bara í Katusseqatigiit, og at tey flestu halda kortini fram til Ilulissat og Nuuk.