hósdagur 11. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 174 - 11. september 2008
- Tað er púra nýtt
fyri mær, at tilfar-
ið í sambandi við
umsóknina um byggi-
loyvi á Krákusteini
ikki er nøktandi, sigur
Gullak Madsen
BYGGILOYVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í blaðnum týsdagin sigur
Heðin Mortensen, at tilfarið
í sambandi við umsóknina
hjá Gullak Madsen um
byggiloyvi til ein skrivstovu
bygning á Krákusteini langt
frá var nøktandi.
Eingin hevði fingið byggi
loyvi við hasum skjalatilfar
inum, segði Heðin Mortensen
við Sosialin týsdagin.
Men Gullak Madsen sig
ur, at er tilfarið ikki nøkt
andi, so er tað nakað, sum
er spildur nýtt fyri sær.
Eg og Palli Gregoriussen,
sum er arkitektur hjá mær,
høvdu fund við umsitingina
hjá byggi og býarskipanar
nevndini, og har fingu vit
greitt at vita, at alt var í lagi
við umsóknini og at tilfarið
var fult nøktandi. Hetta var
fyri 14 mánaðum síðani, og
tí skilji eg ikki, at vit einki
hava hoyrt um, at tilfarið
ikki var nøktandi, og hvat
tað er sum vantar, sigur Gul
lak Madsen.
Hann leggur stóran dent
á, at hann ongan áhuga hev
ur í at viðgerða hetta byggi
loyvi í fjølmiðlunum.
Tit (Sosialurin, red.)
ringdu til mín og spurdu,
um eg hevði eina umsókn
um byggiloyvi inni hjá Tórs
havnar kommunu, og eg
segði sum var, at tað høvdu
vit, og í tí sambandi fíltist
eg á, at tað eru 14 mánaðir
síðani
vit
sendu
hesa
umsóknina inn uttan at hava
hoyrt orð ella eið. Og tá so
Heðin Mortensen nú sigur,
at tilfarið ikki er nøktandi,
so geri eg eina seinastu við
merking til málið, sigur
Gullak Madsen.
Bjóðar húsini
Gullak Madsen sigur, at á
teimum fundum, hann og
arkitektur hansara hava havt
við býráðið, er ongantíð
komið fram, at nøkur skjøl
ella nakað annað vantar í
umsóknini um byggiloyvi.
Tað hevur ymiskt annað
verið frammi í tí sambandi.
Eitt nú hevur býráðið fílst
á, at ov nógv glas var í ætl
aða
skrivstovubygningin
um, men í tí sambandi hava
vit spurt um, hvørji ynski
býráðið hevði í so máta
uttan at teir hava ønt okkum
aftur. Í øðrum lagi hevur
verið ført fram, at býráðið
arbeiðir við einari ætlan um
at friða húsini, men fyri tað
skulu vit hava svar upp á
okkara umsókn, sigur Gul
lak Madsen.
Og ikki nóg mikið við tí.
Um talan verður um at
friða húsini, hava vit boðið
kommununi, at teir kunnu
keypa húsini fyri sama prís,
sum eg havi latið fyri tey.
Men heldur ikki í tí førinum
hava vit hoyrt orð ella eið,
sigur Gullak Madsen.
Hann sigur, at býráðið eis
ini hevur ført fram, at talan
er um tveir matriklar, men
heldur ikki tað er nøkur
forðing.
Vit kunnu jú bara byggja
tveir bygningar við brand
múri ímillum. Tað ber væl
til innan fyri byggisamtykt
ina, sigur Gullak Madsen.
Hann slær fast, at byggi
umsóknin lýkur øll krøv og
allar treytir, og at heldur
ikki undanførslan um at
byggja skrivstovubygningar
á økinum heldur, tí annar
av
verandi
bygningum
framman undan er skriv
stovuhølir.
Og undir øllum umstøð
um
hevur
kommunan
skyldu at svara einari slíkari
umsókn innan eina ásetta
tíð, og tá umsóknin ikki lýk
ur krøvini mátti tað verið
tað minsta at sagt okkum
hvat tað er, sum vantar, slær
Gullak Madsen fast.
Sig hvat vantar Heðin
Vestmenningar fara at gita á Bryggjuni
Spurnarkappingin ”Bryggj Quits” verður á Bryggjuni í Vestmanna leygarkvøldið klokkan 20. Í longri tíð
hevur ”pubbin” Bryggjan í Vestmanna skipað fyri ymiskum tiltøkum, so sum stórskíggja, tá enska fótbólts
kappingin er í gongd, dansi og av og á eisini spurnarkappingum. Leygarkvøldið 13. september kl. 21.00
skipar Bryggjan aftur fyri spurnarkapping, men hesaferð er tað ikki firmaspurnarkapping, sum tað var
seinast, men heldur ein kapping, har øll kunnu luttaka. Seinast komu liðini frá flakavirkinum, fiskivinnu
skúlanum, barnagarðinum, kommununi og frá vinnulívinum annars, so spennandi verða at síggja, um hesu
eisini vera við hesaferð. Á liðunum kunnu í mesta lagi verða fimm leikarar, bæði kvinnur og menn – ung
sum gomul. Til vinnandi liðið er eitt steyp, og til hvønn einstakan á vinnandi liðnum er eisini eitt steyp.
Steypini letur Vest Pack. Tá spurnarklappingarnar eru, koma vanliga eisini onnur enn bara liðini, sum
kappast. Øll eru vælkomin at lurta ella at heppa sítt lið leygarkvøldið, siga fyrireikararnir á Bryggjuni í
Vestmanna.
Tað verður mælt frá
at geva byggiloyvi til
fyriliggjandi umsókn
allan vegin ígjøgnum.
Og tað byggir á fleiri
ymisk viðurskifti. Men
tað er kortini eingin
umbering fyri, at
viðgerðin hevur tikið
alt ov langa tíð, sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri
BYGGILOYVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Teir eru ósamdir í flestu lut
um í málinum um byggi
loyvi til skivstovubygning,
Gullak Madsen, umsøkjari,
og Heðin Mortensen, borg
arstjóri. Men í einum eru
teir samdir: Viðgerðin av
málinum hevur tikið alt ov
langa tíð.
Sosialurin hevur viðgjørt
hetta málið, og fyri at fáa
rættiliga greiði á, hvat vend
ir upp og hvat vendir niður,
hevur blaðið biðið um
alment innlit í málinum.
Málið byrjar 12. juli
2007, tá J. P. Gregoriussen
vegna Sp/f 25. seprember
1978 søkir býráðið um
byggiloyvi til ein skrivstovu
bygning á matr. nr. 641 og
642a, Tórshavn. Hetta er
við
Skansavegin,
eisini
nevnt á Krákusteini.
Málið verður fyrstu ferð
viðgjørt 4. august 2007 av
millum
øðrum
tekniska
stjóra og býararkitektinum.
Í tilmælinum til Byggi og
býarskipanarnevndina siga
teir báðir soleiðis:
»Tekniski stjórin og býar
arkitekturin mæla frá at
ganga umsóknini á møti. Nú
verandi bygningar hava høgt
og miðalhøgt varðveitingar
virði, tí ognirnar eru sera
sjónligar frá Tinganesi og tá
komið verður til Havnar við
skipi. Um nýggi skrivstovu
bygningurn verður loyvdur,
hevur hetta við sær, at ein væl
kend býarmynd hvørvur.
Eisini verður víst til
almennu byggisamtyktina
Kap. IV. §25. stk.9 ið ásetur,
at hús skulu í sniði og
útsjónd
yvirhøvur
vera
soleiðis, at tey fella væl inn
í lendi og grannalag«
14. januar 2008 samtykir
Byggi og býarskipanar
nevndin, at beina málið aft
ur til umsitingina til nærri
kanningar.
Umsitingin kemur til, at
broytingin í grannalagnum
verður so munandi, tá ein
stórur skrivstovubygningur
kemur í staðin fyri tvey
vanlig sethús, at:
»Mælt verður til at heita
á umsøkjaran um at koma
við nýggjari byggiætlan,
har bygningurin onkusvegna
verður býttur í tveir partar
og í sniði ikki skilir seg ov
nógv úr grannalagnum«.
Ikki í miðlunum
Aftur 26. mars verður málið
um byggiloyvi á Krákusteini
viðgjørt, hesaferð av tekn
isku deild hjá Tórshavnar
kommunu. Har verður víst á
eina røð av »feilum« í um
sóknini. Fyri tað fyrsta
verður mett, at tríggjar inn
koyringar er ov mikið. Har
næst verður mett, at hóast
talið av parkeringsplássum
– 12 – lýkur krøvini í byggi
samtyktini so verður sagt av
royndum, at við støddini á
bygninginum eigur talið á
parkeringsplássum at verða
50. Bert eitt WC er á hvørjari
hædd, sambært tekningun
um, og tað er ov lítið.
Aftrat hesum verða nevnd
ein røð av tekniskum lutum,
ið ikki eru, sum teir eiga.
Samanlagt sigur Tekniska
deild:
»Mælt verður mælt frá, at
lata byggiloyvi við støði í
fyiliggjandi tilfari«.
Út frá tí tilfari, ið fyri
liggur í málinum, er tað alt
sum bendir á, at tilfarið ikki
er nøktandi, eins og borg
arstjórin hevur ført fram.
Men Heðin Mortensen er
púra samdur við Gullak
Madsen í einum: Hann ætl
ar sær heldur ikki at viðgera
byggiloyvið á Krákusteini í
fjølmiðlunum.
Heðin Mortensen sigur
annars, at tað er rætt, at Gul
lak Madsen mótvegis sær
persónliga
hevur
boðið
kommununi, at keypa hús
ini á Krákusteini frá sær
fyri sama prís, sum hann
hevði útvegað sær tey fyri.
Heðin Mortensen segði
seg annars ikki vita útvegan
arprísin, og tá blaðmaðurin
nevndi ein prís á 10,5 milli
ónir krónur helt borgarstjór
in, at tað neyvan er sannlíkt,
at býráðið ynskir at nýta so
nógvan pening til hetta
endamálið.
Heðin Mortensen hevði
annars ikki nakrar viðmerk
ingar til málið annað enn
tað, at hann nú fer at syrgja
fyri, at viðgerðirnar av byggi
málum ikki frameftir skulu
verða so drúgvar, sum tær
hava verið í hesum førinum.
Kunnu ikki geva byggiloyvi
Heðin Mortensen, borgarstjóri
Ein treyt e r, at bygningar
skulu falla væl inn í
grannalagið