hósdagur 11. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 174 - 11. september 2008
Fyri nøkrum árum síð
ani gjørdi núverandi
Umhvørvisstovan
eitt uppskot til
eina kunngerð sum
legði upp til, at allar
kloakkir í landinum
skuldu lúka ávís krøv.
Millum annað skuldi
allar kloakkir leiðast
út á streymasjógv,
og hetta skuldu
kommunurnar fáa í
lag innan ár 2010
KLOAKKSKIPAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í 2003 gjørdi núverandi
Umhvørvisstovan eitt upp
legg til eina kunngerð um
rætningslinjur í sambandi
við útleiðing av spillvatni
hjá kommunum. Men nú,
fimm ár seinni, er kunn
gerðin framvegis ikki sett í
gildi.
Kortini
arbeiða
fleiri
kommunur eftir rætnings
linjunum í uppskotinum hjá
Umhvørvisstovuni,
sum
inniheldur fleiri kriteriir,
har tey mest umráðandi eru,
at alt spillvatn skal reinsast,
áðrenn tað verður leitt út á
streymasjógv. Sama upp
leggið hjá Umhvørvisstov
uni leggur upp til, at komm
unurnar fáa hetta framt
innan ár 2010.
Ein av kommununum,
sum hevur tikið hesar rætn
ingalinjur til sín, er Tórs
havnar kommuna.
Tá vit tóku við í 2005
settu vit okkum fyri, at fáa
útint málsetningin, sum lagt
verður upp til í ætlaðu kunn
gerðini. Vit hava brúkt ein
ari 1518 milliónir krónur
um árið til hetta endamálið
og rokna við, at hava brúkt
einar
hundrað
milliónir
krónur, tá komið er á mál,
sigur Marin Katrina Frýdal,
forkvinna í Teknisku nevnd
hjá Tórshavnar kommunu,
ið umsitur kloakkir.
Kommunan hevur lagt
stóra orku í júst hetta, at
reinsa áirnar, har kloakkir
fyrr nærmast fyrilitarleyst
eru leiddar út í.
Vit hava t.d brúkt nógvar
milliónir krónur uppá at
reinska Rættará, sum rennur
heilt úti frá Marknagili, og
leitt spillvatnið út á streyma
sjógv. Djúpagilsá og Sandá
eru nú vorðnar heilt reinar
og hetta prógva eisini síðstu
úrrslitini frá vatngóðsku
royndunum ið júst í hesum
døgum eru lagdar fram.
Arbeiðið við at reinska Hoy
dalsá er í gongd og fer saml
aður kostnaður fyri tað upp
um 15 mill. kr. Sum heild
hevur kloakkætlanin gingið
ógvuliga væl og eri eg sera
nøgd við at politisk undir
tøka fekst fyri hesum annars
sera lágt raðfesta øki. Vit
eru ikki komin heilt á mál
enn, nakað er at gera á
Velbastað, í Kirkjubø, í
Kollafirði og á Argjum, sig
ur Marin Katrina Frýdal.
Hest og Nólsoy
Beinanvegin í 2005 fór
Tórshavnar kommuna undir
at reinsa kloakkirnar í Hesti
– sum kom upp í komununa
sama árið – og leiða tær út
á streymasjógv.
Tað var eisini ein kostn
aðarmikil uppgáva, men
kortini ikki á leið so dýr
verkætlan, sum hon vit eru
í holt við úti í Nólsoy í løt
uni, sigur forkvinnan í Tekn
isku nevnd.
Í Nólsoy hava hingartil
verið leidd sjey útleyp á vík
ina, beint út har sum børn
spæla á sandinum. Komm
unan er farin í holt við at
gera eina heilt nýggja
kloakkskipan við reinsi
verki, pumpuverki og útleið
ing av kloakkunum norðan
vert
Kirkjutanga
út
á
streymasjógv.
Hetta er ein verkætlan,
sum fer at kosta sjey milli
ónir krónur, og tað er ein
stór íløga, sigur Marin Katr
ina Frýdal.
Hon ivast stórliga í, um
gamla Nólsoyar kommuna
sum sjálvstøðug kommuna
hevði megnað eina so stóra
íløgu.
Kloakkir hava heldur
ikki havt ta høgu raðfesting
ina millum politikarar, so
spurningurin er, um hendan
verkætlanin annars hevði
verið framd. Og nær, sigur
Marin Katrina Frýdal.
Hon vísir á týdningin av
einum reinum umhvørvi,
ikki mist inni á víkum og
havnum.
Børn ganga jú og spæla
á sandinum, og tá heilar
sjey kloakkir renna út í
havnina í Nólsoy, so má tað
gerast skiti, og tað er jú
beinleiðis
heilsuskaðiligt
fyri børnini, sigur Marin
Katrina Frýdal.
Arbeiðið at gera nýggja
kloakkskipan byrjaði beint
fyri summarferiuna og verð
ur væntandi liðugt í mars
mánaði komandi ár.
Tað er Sp/f Maskingrevst
ur v/Frank Hellisdal, sum
hevur arbeiðið um hendi.
Nýggjar
kloakkir
í Nólsoy
Kanna
kunn
gerðina
Tá Sosialurin í morgun
hevði Helenu Dam á
Neystabø í telefonini,
var hon ikki inni í mál
inum. Men hon vónaði,
at talan var um okkurt
»bagatall« sum kundi
loysast í eini handa
vending, so kunngerðin
skjótast gjørligt kundi
setast í gildi.
Sambært Jóhonnu
Olsen á Umhvørvis
stovuni var uppskot til
kunngerð latið Innlendis
málaráðnum í 2003,
men málið hevur eftir
øllum at døma ligið í
onkrari skuffu og er ikki
komið víðari síðani.
Vit venda væntandi aft
ur til málið í blaðnum í
morgin.
lp
Marin Katrina Frýdal er forkvinna í Teknisku nevnd í
Tórshavnar býráð
Burtur við píkadekkum
Vegamyndugleikarnir í Tromsø í Noregi ætla sær nú undir
eitt átak, sum skal fáa bileigarar at sleppa píkadekkunum.
Myndugleikarnir siga, at bara á Tromsøbrúnni skræða
píkadekkini 50 tons av asfaltdusti upp á hvørjum ári, og at
dustið er sera heilsuskaðiligt og serliga fyri børn, eldri fólk,
barnakonur og sjúk fólk. Sambært vegamyndugleikunum
eru tað bara 9 prosent av bilunum í Tromsø, sum ikki brúka
píkar. Til samanberingar verður víst á, at í Tróndheimi og
Alta koyra ávikavist 79 og 60 prosent av bilunum uttan
píkar.
Nógv hús til sølu
Ongantíð hava so mong hús og íbúðir staðið til sølu í
Danmark sum nú. Realkreditráðið sigur, at í august vóru
65.000 bústaðir til sølu, og tað er 20 prosent meiri enn í
august í fjør. Tað eru serliga hús og raðhús, sum koma á
marknaðin nú. Av hesum vóru 39.000 til sølu í august, og
tað var 30 prosent meiri enn í saman mánaði í 2007.
Harafturímóti vóru færri íbúðir til sølu. Realkreditráðið
sigur, at í síðsta mánað vórðu eini vanlig sethús og raðhús
lýst til sølu fryri 16.766 krónur fyri fermeturin í meðal.
Maskingrevstur við Frank Helllisdal byrjaði at gera nýggja kloakkskipan í Nólsoy beint undan summarfrítíðini. Arbeiðið skal eftur
ætlan verða liðugt í mars komandi ár
Mynd: Michael Thomsen