hósdagur 11. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 174 - 11. september 2008
Smáir sendarar verða
settir á fiskin, sum
geva upplýsingar um,
hvar fiskurin ferðast
- hvørjum dýpi hann
er á, og hvønn hita
í sjónum honum
dámar
GranskinG
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Falklandsoyggjunum eru
tey farin undir at granska
tannfisk, sum er ein eftir
spurdur og kostnaðarmikil
fiskur.
Tað var tann tíð, tá fleiri
føroyingar fiskaðu tannfisk
í Suðuríshavinum og tjentu
nógvan pening. Hetta var
serliga við skipum, sum
norðmenn høvdu við at
gera.
Seinni fóru lond at seta
treytir við veiði eftir tann
fiski, og veiðan gjørdist
meira skipað.
Nú eru fólk á Falklands
oyggjunum so farin at seta
smáar sendarar á fisk, sum
skráseta hvørjum dýpi fisk
urin heldur til á, og hvønn
hita í sjónum honum dámar
best.
Smáar »flísir« verða sett
á fiskin, og eftir seks mán
aðum loysna tær av sær
sjálvum og flotna.
Tað er World Fishing,
sum ber hesi tíðindi.
Higartil hava granskarar
funnið út av, at tannfiskur
ferðast einar 50 metrar upp
og niður í sjónum í ein dag,
og tað er ikki nógv. Í tíðar
skeiðinum frá september til
ársenda ferðast tannfiskur
heilt niður á 1200 metra
dýpi, har hitin liggur um
2,53,5 stig.
Tannfiskur kann gerast
meira enn tveir metrar lang
ur og viga upp í eini 300
pund.
Fiskurin livir á djúpum
vatni í Kyrrahavinum, í
suðuramerikanskum sjógvi
og kring oyggjarnar við
Antarktis.
Granskað verður í tannfiski
Tannfiskur kann gerast meira
enn tveir metrar langur
- Tað eru tey, sum
vilja vera við, at tað er
eitt ávíst tómrúm yvir
okkara loftrúmi, sum
ikki var við gomlu
radarskipanini,
men eg dugi illa at
ímynda mær, at ikki
alt loftrúmið yvir
Føroyum er sjónligt
hjá teimum, sum hava
brúk fyri at vita, hvat
gongur fyri seg, sigur
Finnbogi Niclasen,
flogvallaovasti
Loftrúm
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir at danska verjan tók
radaran niður í Mjørkadali,
eru tað føroyingar, sum
halda, at lítil og eingin
radardekningur er í loftrúm
inum yvir Føroyum. At rad
arin varð tikin niður, kom
eftir hvat skilst eisini heldur
illa við hjá Kontrolsentral
inum í Reykjavík, haðani
flogferðslan til og úr Før
oyum verður stýrd.
Vága
Lufthavn
hevur
samstarv við Navier (Flyve
sikringstjenesten) í Dan
mark um fólkið, sum arbeið
ir í torninum í Vágum. Tað
er soleiðis, at tey seks, sum
arbeiða í Vágum, eru leigað
frá Navier, og tað er eisini
Navier, sum ger avtalurnar
við Ísland fyri føroysku loft
ferðsluna.
Finnbogi Niclasen, flog
vallaovasti, sigur, at øll tey
seks, sum arbeiða í tornin
um, eru føroyingar, og tey
hava fingið sína útbúgving
og
eftirútbúgving
hjá
Navier.
Vit hava eitt gott sam
starv við Navier, og vit hava
eisini gott samstarv við
Kontrolsentralin í Reykja
vík, sigur flogvallaovastin.
Tá radarin í Mjørkadali
varð
tikin
niður,
fóru
íslendingar at arbeiða við at
fáa ein annan radara settan
upp, men hesum kom einki
burtur úr.
Seinni er so løgmaður far
in í gongd við at fáa okkurt
gjørt við hetta, og mangt
bendir nú á, at nýggjur rad
ari verður settur upp í
Mjørkadali seinni í ár ella
fyrst í komandi ári.
Føroyar vóru í nógv ár
partur av eini ketu, sum
varð rópt Early Warning,
sum í fyrsta lagi fevndi um
alt Norðuratlantshavið.
Orsøkin til, at henda skip
an varð tikin niður, var, at
tøknin er so nógv ment við
nógv fleiri møguleikum
enn áður.
Ísland hevur sínar radarar,
sum røkka yvir ein part av
Norðuratlantshavi, og har
aftrat fær Kontrolsentral
urin eisini myndir av loft
rúminum yvir Føroyum.
Men so vítt eg veit, eru
tað tey, sum vilja vera við,
at tað er eitt ávíst tómrúm
yvir okkara loftrúmi, sum
ikki var við gomlu skipan
ini, sigur Finnbogi Niclasen,
sum kortini illa dugir at
ímynda sær, at ikki alt loft
rúmið yvir Føroyum er sjón
ligt hjá teimum, sum hava
brúk fyri at vita, hvat
gongur fyri seg.
Flogvallaovastin hevur tó
varhugan av, at Kontrol
sentralurin
í
Reykjavík
kundi ynskt sær uppaftur
betri dekning av loftrúm
inum yvir Føroyum.
Men so vítt eg havi skilt,
eru føroyskir og danskir
myndugleikar samdir um at
seta upp ein sonevndan
sekunderan og sivilan rad
ara, sum hann tekur til, og
tað verður Navier, sum kem
ur at taka sær av radar
anum.
Tað verður danska ferðslu
málaráðið, sum kemur at
fíggja hesa íløgu.
Sivilur radari setast upp í Mj
Fara at práta við løgmann
Sosialurin fer at venda sær til Jóannes Eidesgaard, løgmann, um ætlanir
við loftrúminum yvir Føroyum, og vit fara eisini at spyrja hann, hvussu
gongur við nýggja radaranum, sum ætlanin er at seta upp í Mjørkadali. Í
greinini niðanfyri nevnir Finnbogi Niclasen, flogvallaovasti, at tað kom eitt
sindur óvart á íslendingar, sum umsita loftrúmið yvir Føroyum, at radarin í
Mjørkadali varð tikin niður, og vit fara ætlandi eisini at venda okkum til
Navier í Danmark, ið leigar út til Vága Floghavn arbeiðsfólkið í
eftirlitstorninum á flogvøllinum.