Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 174 - 11. september 2008 Granskarar siga, at stórar broytingar eru í dýralívinum í Norðsjónum, har smá krabbadýr sum eitt nú vatnloppur mugu dvína fyri øðrum dýrasløgum, sum koma sunnaneftir. Avleiðingin er, at nebbasildastovnurin seinastu árini hevur verið í minking, og hetta er ikki minst gingið útyvir stovnin av sjófugli HavumHvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hitin í Norðsjónum er øktur 1,5 stig síðan í 1980-unum. At sjóvarhitin er øktur, merkir eitt nú, at donsk skip nú kunnu fiska ansjósur. Mett verður, at veiða eftir ansjósum og sardinum fer at fáa størri og størri týdn- ing fyri danska fiskiveiði tey næstu árini. Hetta skrivar blaðið Nordjydske. Summarhitin har norðuri í Norðsjónum svarar í dag til hitan í Ermasundi fyri 20 árum síðan. Ymisk fiskasløg Men tað eru ikki bara ansjósur og sardinur, sum flyta seg norðureftir við økta sjóvarhitanum. Eisini norskir fiskimenn fáa javnan ymisk sonevnd »eksotisk« fiskasløg. Aftenposten skrivar, at herfyri sóu fólk, sum búgva við skotsku strondina, eisini tveir hvíthávar. Samstundis, sum Norð- sjógvurin og havið norðan- fyri rúma nýggjum fiska- sløgum, flyta onnur fiska- sløg seg longur norðuryvir. So hvørt, sum sjóvarhitin økist, fer ein »forskjóting« fram norðureftir, og eitt nú síggja norðmenn, at makrel- urin hevur flutt seg seinnu árini. Broytt vistfrøði Danskir granskarar vænta, at ein ávísur toskastovnur fer at verða varðveittur í Norðsjónum og Skagerak, men hesin fer at verða minni og fer at gerast meira sárbarur, enn hann er í dag. Væntandi er tí ikki, at toskastovnurin fer at tola tað trýst, sum er á honum í dag. Granskarar siga, at stórar broytingar eru í dýralívinum í Norðsjónum, har smá krabbadýr sum eitt nú vatnloppur mugu dvína fyri øðrum dýrasløgum, sum koma sunnaneftir. Summi av nýggju dýra- sløgunum eru rakari og eru soleiðis ikki eins góð føði hjá eitt nú nebbasild, sum serliga livir av vatnloppum. Avleiðingin av hesum er, at nebbasildastovnurin sein- astu árini hevur verið í minking, og hetta er ikki minst gingið útyvir stovnin av sjófugli. Vit eru heppin Vit kunnu skoyta uppí hesa áhugaverdu grein, at tá ið Fiskirannsóknarstovan gjørdi yngul- og ætikann- ingar í føroyskum sjógvi í summar, teknaðu útlitini seg væl á landgrunninum, bæði við plantu-og dýraæti, eins og gróðurin í sjónum í ár hevur verið yvir miðal. Eitt annað, sum eisini gevur okkum góðar vónir um fiska- og fuglastovn í ár og vónandi nøkur ár fram, er, at Fiskirannsóknarstov- an í sínum kanningum eisini staðfesti, at sera nógv vísir seg at vera til av hvítingsbróður- og nebba- sildayngli, samstundis sum støðan við toskayngli var miðal, sum tikið verður til í frágreiðingini. Kanningarnar á land- grunninum vístu eisini, at fiskayngulin yvirhøvur var væl vaksin og hevði nógva føði í maganum. Á Føroyabanka er støðan ein onnur og minni góð, og kanningarnar hjá Fiskirann- sóknarstovuni vístu, at lítið er av plantuæti, eins og lítið var til av fiskayngli, sum haraftrat var smáur. »Eksotisk« fiskasløg flyta seg norðureftir Meðan tað vísir seg at ganga niður á bakka við eitt nú nebbasildastovninum í Norðsjónum, eru útlitini á føroyska landgrunninum munandi betur, bæði hvat viðvíkur nebbasild eins og dýra- og plantuæti ørkadali - So vítt eg havi skilt, eru føroyskir og danskir myndugleikar samdir um at seta upp ein sonevndan sekunderan og sivilan radara í Mjørkadali, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallaovasti Nýggi radarin kemur at lata myndir til Kontrol- sentralin í Reykjavík, sum hesin síðan fer at gjalda fyri. Finnbogi Niclasen vísir á, at tað er úr Reykjavík, loyvini koma um fráferðir og komu um Vága Floghavn, og tað er eisini haðani, at boðini koma um, hvussu flúgvast skal. Enskt møti í Evangeliihúsinum í Havn Komandi leygarkvøld verður skipað fyri enskum møti í Evangeliihúsinum í Havn. Hetta er til frama at samla so nógvar útlendigar sum møguligt at hava tað hugnaligt saman og deila Guds orð. Roynt verður at gera tað so ótraditionelt sum møguligt, so at øll kunnu trívast á møtunum. Her verður nógvur sangur og eisini verður indiskur dansur framvístur. Eisini verður solosangir og vitnisburðar. Hetta verður ein fastur táttur eina ferð um mánaðin. Stella Zachariassen, sum hevur tikið stig til hetta, kemur at deila eitt orð eisini. Aftaná verður kaffimunnur og annað gott at fáa. Hetta tiltak er fyri øll, men alt gongur fyri seg á enskum. Byrjað verður leygarkvøldið 13. september kl. 20 í Evangeliihúsinum í Havn, siga fyrireikararnir.