hósdagur 11. september 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 174 - 11. september 2008
Lívið er framvegis
ein gáta. Men heldur
enn bara at leingjast
eftir tí ella skúgva tað
frá sær, tekur rithøv
undurin Hanus Kam
ban fast um lívið og
tilveruna í sínum fyrs
ta yrkingasavni, Café
Europa, sum kemur
út í morgin
Bókmentir
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Vit hittast á eini kafé. Sjálv
andi. So er rætti karmurin
settur fyri bæði einum práti
um hansara fyrsta yrkinga
savn, Café Europa, og aðal
táttin í stórum parti av
skaldskapinum hjá rithøv
undanum Hanusi Kamban.
Hann viðgongur enntá at
hava skrivað heil stuttsøgu
søvn á kaféum ymsastaðni
kring heimin.
Hanus Kamban lenar seg
afturá í djúpa stólinum. Er í
sínum
rætta
elementi
onkursvegna.
Tað er hendan kenslan
av at vera partur av yðjandi
lívinum og allíkavæl sleppa
at sita í friði einsamallur,
sum mær dámar so væl við
kafélívinum, sigur hann og
hyggur rundan um seg.
Altso, ein møguleiki at
eygleiða lívið uttan at verða
noyddur at spæla við?
Tað kanst tú siga. Kans
ka hevur hesin longsulin eft
ir lívinum saman við ótta
num fyri at taka um tað
fylgt mær frá byrjan sum rit
høvundur. Í so máta vóni
eg, at hava savnað neyðuga
dirvið til, at hetta savnið
kann verða byrjanin til nak
að nýtt.
Á botn – og uppaftur
Dirvið vantar í øllum førum
ikki í øllum í nýggja savni
num. Neyvu eyðleiðingarnar
eru har framvegis, men nú
bíta tær seg fast og trároyna
kensluna, til hon má røkka
ella støkka. Oftast røkkur
hon, men ikki fyrr enn kom
ið er heilt á botn. Eitt nú í
yrkingini ”Samrøða við
myrkrið – trimum smá
dreingjum in memorian”,
sum tekur brókatak við eina
sorg so stóra, sum fá kunnu
ímynda sær.
Hóast hann helst vil lata
onnur um at tulka sínar yrk
ingar, minnir Hanus Kam
ban á, at júst hendan ikki
steðgar í konfrontatiónini
við deyðan.
Fyri at kunna leggja
eina hending ella kenslu
burtur, mást tú fyrst taka
hana fram. So bara tað, at
yrkingin er skrivað letur
kanska upp fyri nýggjari
meining – eina løtu, í hvus
su er.
Yrkingin ”Samrøða við
myrkrið” er eisini dømi um,
hvussu
høvundurin
við
støði í ítøkiligum hending
um roynir at fevna um
alheimsligar kenslur. Ella
kreftir, sum til dømis í yrk
ingini ”Golgata – morðið á
Jim Kerr”, ið er um morðið
á ein ungan samkyndan
mann.
Eg kendi Jim Kerr, og
veit framvegis ikki, um
hann var samkyndur. Men
tað bleiv sagt at vera orsøkin
til, at hann varð álopin og
dripin á gøtuni. Jim bleiv
ikki dripin í Føroyum, men
onkursvegna fekk hansara
atburður provokerað fram
nakrar kenslur í álopsmon
nunum, sum ikki eru heilt
ókendar um okkara leiðir,
sigur Hanus Kamban, sum
eisini aðrastaðni í savninum
vísir seg sum sera bersøgnan
viðmerkjara til okkara tíð –
ella tíðarandan, um tú vilt.
Tómir eggjakoppar
Serliga væl liggur tað fyri
hjá høvundanum, tá spei
verður amboðið at siga ein
sannleika ella báðar tveir.
Ikki minst í yrkingini ”Tíð
arprinsar”,
har
smartir
mappudreingir við teirra
’konseptum’ og ’branding’
og ’synergieffektum’ verða
latnir úr, til bara nakrir
’útblástir eggjakoppar’ ligg
ja eftir.
Hóast Hanus Kamban
viðgongur, at hann brúkti
lutfallsliga stutta tíð at skri
va yrkingina, endar hon við
at fylla rættiliga nógv í práti
num eina løtu. Ikki so løgið
kanska, tí sambært høvund
anum hava ’tíðarprinsarnir’
serliga góðar dagar í Føroy
um beint nú.
Teirra serøki er jú at
skora bílig poeng í eini
ótryggari tíð, har tað er
serliga freistandi at leita og
lurta eftir løttum loysnum.
Og sjálvt um teirra loysnir
ferð eftir ferð vísa seg at
verða tómar sápubløðrur,
eru teir framvegis altíð
klárir. Ein kann bara undrast
yvir, at teir ikki hava størri
sjálvkritiskan sans, grunar
høvundurin.
Tíðarprinsarnir eru bara
ein útgáva av mongu sjálvs
upptiknu
sálunum,
sum
ferðast gjøgnum Café Euro
pa og royna at fóta sær sum
frægast. Ofta endar leiðin í
so djúpum einsemi, at tað
gerst beinleiðis ræðandi.
Eitt nú í prosabrotinum
”Tann
samanklamsiligi”,
har tú ikki veist, um tú skalt
flenna ella gráta, tá kvinnan
tekur ein samanklamsligan
mann upp úr taskini, so
Hanus Kamban tekur