Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 11. september 2008 13 hvørt hon hevur brúk fyri honum. Heimshøvundar sum vinir Meðan tekstir, sum hesir, eru lætt atkomiligir, eru aðr­ ir í savninum, ið krevja meir av lesaranum. Nógvar av yrkingunum eru nevnliga kryddaðar við tilsipingum til heimsbókmentir og myto­ logiir, sum kunnu tykjast fremmandar og gátuførar. Fyri høvundan kennist tað hinvegin nátúrligt at sipa til aðrar rithøvundar. ­ Eg havi altíð hugsað um aðrar rithøvundar sum vinir, eg kann heita á, tá okkurt tykist nakað trupult. Eisini haldi eg tað vera inspirerandi at royna at skapa samahang­ ir, har teir kunnu vera torfør­ ir at fáa eyga á. Hesar finni eg ofta við at sipa til aðrar høvundar og harvið skapa pláss fyri tankanum ella kensluni í einum størri høpi, sigur Hanus Kamban, sum ikki stúrir fyri, at hann á hendan hátt styggir lesarar burtur. ­ Tilsipingarnar eru eisini ein roynd at bjóða lesaranum inn í ein heim, hann kanska fær hug at kanna nærri. Sjálvur havi eg ongantíð tik­ ið øðrum høvundum tað illa upp, um eg ikki skilji teir beinanvegin. Tá hevur tú jú hvørja ferð høvi at læra nakað nýtt. So mikið av virðing fyri forvitninum hjá lesararnum eigur ein rit­ høvundur eisini at hava, sig­ ur Hanus Kamban, sum kortini ikki meinar hetta sum eitt mótmæli móti meir løttum yrkingum. ­ Pláss skal vera fyri báð­ um. Og í Café Europa sært tú eisini dømi um bæði lætt­ ar og meir gjøgnumhugsaðar yrkingar. Men í síðsta enda trúgvi eg, at flestu lesararum dáma best yrkingasøvn, sum tey hava hug at taka fram aftur, tí okkurt í teim­ um blívur við at spøkja. Nýggj byrjan? Hóast Hanus Kamban hevur virkað sum høvundur í út við 30 ár og innan flestu tekstasløg, er Café Europa hansara fyrsta yrkingasavn. Spurdur, hví tað hevur tikið honum so langa tíð at royna seg við einum yrkingasavni, sær rithøvundurin eitt sind­ ur hugsunarsamur út. ­ Ivaleyst eru tað ymsar orsøkir, men í grundini havi eg ongantíð fatað meg sjálv­ an sum lyrikara. Við árunum havi eg kortini hugt at mín­ um prosatekstum við eini meir kritiskari frástøðu, og ja – fingið hug at úttrykkja meg í einum styttri og vón­ andi fyndugari formi, sigur Hanus Kamban. Hann leggur afturat, at kanska trongdin at royna nakað nýtt longu kom, tá hann var liðugur við stóru ævisøguna um J.H.O Djur­ huus fyri 10 árum síðani. ­ Eg arbeiddi við tí verki­ num í næstan 17 ár, so á onkran hátt kendist tað sjálvandi nakað tómt, tá eg lat tað av hondum. Tað gav mær eisini tíð at hugsa, og tankin um at royna okkurt heilt øðrvísi hevur fylt nógv líka síðani. So hvør veit – kanska hetta er ein nýggj byrjan hjá mær sum høvun­ di, hugleiðir Hanus Kamb­ an. um lívið - Tað er kenslan av at vera partur av yðjandi lívinum og allíkavæl sleppa at sita í friði einsamallur, sum mær dámar so væl við kafélívinum, sigur rithøvundurin Hanus Kamban, sum við sínum fyrsta yrkingasavni tekur lesaran við sær á Café Europa Tíðarprinsar jøtunkranar sunnan fyri Elbtunnel í Hamburg við gulum grindalokka-beinum og gløðandi marsmanna-høvdum soskaptir lakka okkara innovativu metroseksuellu tíðarprinsar andlitsleys egghøvd við Brecht-stapum og ossetiskum kakulakk-mustasjum og við “konseptum” og “synergieffektum” og “branding” og “boom” sum fleyra móti bleikum vestalinnum sveipt í veikan ammoniakk-ráka eins og guva úr rotnum jakslum eftir skúla banka aðalráða forstjóra meginnevnda lystiligu løgarsteinum fruktum sum falla á ásettum tíma úr snykutum fingrum sum útblástir eggjakoppar So I turned into a sty And laid me down among the swine Hanus Kamban, Café Europa, s. 27, 2008 Café Europa í Miðlahúsinum Í morgin leggur Hanus Kamban fram sítt fyrsta yrkin- gasavn í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Talan er um savnið Café Euruopa, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út. Hanus Kamban hevur fyrr latið úr hondum stuttsø- gusøvn, ævisøgulig verk, greina- og essaysøvn umframt týðingar eftir millum onnur Graham Greene, William Shakespeare og James Joyce. Men Café Europa er høvundsins fyrsta yrkingasavn. Bara hetta í sjálvum sær ger hesa útgávu til eina serstaka hending í føroyskum bókmentum. Heitið á savninum gevur eina ábending um, at ikki fáir av tekstunum peika á Europa sum søguligt, listarligt og fyrst og fremst skaldskaparligt og mentanarligt hugtak. Undir hesum neti av tilsipingum eru univers, sum lesarin sjálvur verður boðin at fara á rannsóknarferð í. Bókin verður løgd fram á almennari móttøku í Miðlahúsinum fríggjadagin tann 12. september frá kl. 16.00 til 17.30. Andrea Heindriksdóttir spælir tvey verk á tvørfloytu, og høvundurin sigur nøkur orð um bókina og lesur nakrar yrkingar. Høvi verður til at ogna sær bókina fyri ein lagaligan prís og – um fólk ynskja – við høvundsins signaturi. Forlagið bjóðar vín, djus, kaffi og kakubita. Øll eru vælkomin.