hósdagur 11. september 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 11. september 2008
15
Stutt Sagt
Mótmæla
hóttanum úr
Ísrael
Iranski sendiharrin á ST-
høvuðsborgini
í
New
York, Mohammad Kha-
zaee, hevur sent Ban Ki-
moon,
ST-aðalskrivara
opið bræv, har hann vil
hava
heimsfelagsskapin
at taka stig til at fáa Ísrael
at gevast við at hótta Iran.
Tað skrivar ísraelska blað-
ið Ha’aretz. Sambært blað-
num skrivar sendiharrin
millum annað, at tær ísra-
elsku hóttaninar eru ótol-
andi, og at Iran heldur tær
vera brot á grundleggjandi
altjóða reglur.
Ísraelski ráðharrin Rafi
Eitan hevur ikki bøtt um
støðuna, tí í samrøðu við
týska blaðið Der Spiegel
nú um dagarnar segði
hann, at ísraelska fregnar-
tænastan Mossad eigur at
taka og burturflyta iranska
forsetan, Mahmoud Ahma-
dinejad, og at seta hann
fyri altjóða krígsbrots-
mannadómstólin í Haag.
Ísraelski verjumálaráð-
harrin, Ehud Barak, segði
við arabisku sjónvarps-
støðina Al Jazeera í síðstu
viku, at tað eru ikki bert
orð, tá Ísrael hevur sagt,
at landið heldur allar
møguleikar opnar, tá talan
er um viðurskiftini við
Iran.
Mammut kom
úr Amerika
Vísindamenn halda seg
nú hava funnið haldgóð
prógv fyri, at tann sokall-
aði sibiriski mammuturin
kom hagar úr Norðuram-
erika. Tað siga teir seg
vera komnar eftir við
DNA-kanningum.
Kanadiski
professarin
Hendrik
Poiner,
sum
arbeiðir á lærda McMaster-
háskúlanum, hevur staðið
á odda fyri kanningunum.
Hann sigur við bretska
kringvarpið BBC, at tey
hava tikið DNA-royndir av
væl
varðveittum
mammutleivdum, sum eru
umleið 40.000 ára gamlar,
og sum stava úr Amerika,
Evropa og Asia.
Vísindin hevur altíð
verið av teirri uppfatan, at
mammuturin
í
Sibiria
kom úr Amerika, og sam-
bært
Hendrik
Poiner
styðja tær nýggju kanning-
arnar hesa uppfatanina.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Tað rætta hevði verið, at iranski forsetin bleiv tikin og
fluttur til krígsbrotsmannadómstólin í Haag
Ísraelskur ráðhari
útlond
Ódnin Ike mennist
aftur, nú hon er
á veg tvørtur um
Meksikoflógnan
ímóti amerikonsku
strondini
Amerikonsku veðurmennin-
ir vænta, at Ike fer at koma
inn yvir strondina í Texas
leygardagin, og myndug-
leikarnir har eru farnir und-
ir at flyta fólk burtur av
láglendinum við strondina.
Sum er hevur Ike kós
ímóti leiðunum sunnan fyri
havnarbýin Galveston, har
fleiri stór oljureinsiverk
eru. Roknað verður við, at
Ike fer at elva til vatnflóð í
einum øki, har umleið fimm
milliónir fólk búgva.
Serfrøðingar vænta, at
Ike kann mennast til eina
ódn á fjórða stigi, áðrenn
hon kemur inn yvir land, og
at vindferðin tí fer at liggja
um 210 kilometrar um tím-
an.
Sjey ár eftir atsókn
irnar at World Trade
Center og Pentagon
tveitir USA framvegis
bumbur eftir Osama
bin Laden
Vantandi hjálp frá pakist-
anska herinum hevur fingið
amerikonsku herleiðsluna
at lata ómannað flogfør
bumba mál á marknaleiðini
millum Pakistan og Afghan-
istan, har hildið verður, at
leiðslan í yvirgangsfelags-
skapinum al-Qaeda heldur
til. Pakistanskir embætis-
menn siga við Washington
Post, at higartil í ár hava
ómannað
flogfør
framt
minst ellivu bumbuálop á
mál í Pakistan,. Í fjør brúktu
vóru bara fýra slík álop,
siga teir.
Tað hevur víst seg, at
álopini hjá teimum ómann-
aðu flogførunum hava kost-
að nógvum sivilum pakist-
anum lívið, og tað hevur
gjørt, at nógvir pakistanar
eru í øðini inn á USA og
vilja hava myndugleikarnar
at mótmæla. Sambært Wash-
ington Post eru tað eisini
amerikanskir
embætis-
menn, sum ivast í, at tey
ógvusligu bumbuálopini er
tann rætti vegurin, tí tey
krevja ósek mannalív.
bin Laden
Amerikanskir
diplomatar
viðganga, at tey ómannaðu
flogførini verða brúkt meiri
nú enn fyrr. Teir siga, at álop-
ini eru beinleiðis vend ímóti
teimum, sum standa á odda
fyri virkseminum hjá al-
Qaeda. Hinvegin ásanna
teir, at USA veit ikki, um
sjálvur leiðarin, Osama bin
Laden, fjalir seg har, ella um
hann yvirhøvur er á lívi.
Hóast drúgvar kanningar
kunnu hvørki amerikanarar
ella pakistanar siga, um tað
eydnaðist at beina fyri bin
Laden í teimum ógvusligu
bumbuálopunum
í Tora
Bora-fjøllunum í Afghanist-
an. Pakistonsku embætis-
menninir
viðganga
fyri
Washington Post, at bæði
teir pakistonsku og teir
amerikonsku myndugleikar-
nir hava ilt við at fáa upp-
lýsingar um bin Laden ella
aðrar leiðarar í al-Qaeda.
Pakistonsku
embætis-
menninir siga, at er bin
Laden á lívi, ger USA hon-
um eina tænastu við teimum
ógvusligu bumbuálopunum,
tí tey fáa fólkið í fjøllunum
við markið at fylkjast ímóti
USA og at hjálpa al-Qaeda
og bin Laden - um hann er
á lívi.
Tað seinna flogfarið á veg inn
í World Trade Center tann 11.
septembur í 2001
Mynd: Polfoto
Ike nærkast landi
og versnar
Tveita fram-
vegis bumbur
eftir bin Laden
Osama bin Laden. Hvørki
amerikanarar ella pakistanar
vita, um hann er á lívi ella ikki
Mynd: Polfoto