hósdagur 11. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 174 - 11. september 2008
tíðindi
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Nú tað nærkast føðingardegnum hjá
Hendrik - 11. septembur - bíðst mær
eitt høvi at skriva hesi tørføru minn-
ingarorð. Eg havi mangan hugsað,
hví Hendrik skuldi fáa so harða
lagnu. Fyrst teir stóru trupulleikarnir
við at fáa eitt barn, ið m.a. hevði við
sær missin av lítlu Barbaru og síðan
tað stríð og vónloysi, ið stendst av at
fáa eitt alt ov tíðliga føtt barn. Tí helt
eg, at tað kundi ikki passa, tá eg tann
dagin í juli 2007 fekk at vita, at
Hendrik hevði fingið krabbamein.
Tað kundi ikki bera til, at Hendriksa
familja aftur varð rakt.
Síðan havi eg eisini mangan hugs-
að, at hóast Hendrik var alt ov ungur,
nú hann fór, so hava vit systkini
hóast alt havt eitt gott lív. Hendrik
var yngstur av mínum trimum stóru-
beiggjum og tí høvdu vit náttúrliga
eitt tætt samband. Vit vuksu upp í
Gundadali, fró og glað, og uttan
stúran av nøkrum slag - ja, kanska
Hendrik var tann glaðasti av okkum
øllum. Nógv góð minnir renna fram
fyri meg og altíð var Hendrik í góð-
um lag og skjótur at flenna. Eisini
hevði hann gott tol og gav sær ofta
góðar stundir at spæla við lítlusystir,
hóast fýra ár var millum okkum. Í
dag eri eg glað um, at síggja hendan
eginleika aftur í mínum egna soni.
Sum smádrongur fór Hendrik at
spæla hondbólt við Neistanum.
Hann gjørdist málmaður, og tað
gekk so mikið væl, at hann eitt skift-
ið var við á ungdómslandsliðnum.
Eftir loknan fólkaskúla fór Hendrik
fyrst á Tekniska skúla og síðan til
Danmarkar, har hann læs maskin-
verkføði á DTH. Eisini har spældi
hann hondbólt, og var tað við IF Før-
oyar. Í 1991 møtti Hendrik Patriciu,
ið er uppvaksin í Keypmannahavn.
Tey bæði fluttu saman og nøkur ár
seinni valdu tey at royna nakað nýtt
og fluttu tí til Skagen. Hendrik hevði
fingið starv hjá Alpha Diesel (seinni
MAN Diesel A/S) í Fredrikshavn,
meðan Patricia arbeiddi innan heilsu-
verkið. Eg hugsi, at tey bæði høvdu
nøkur góð ár saman, har tey ferðaðust
nógv, og við at flyta til Skagen, part-
vís fylgdu teirra dreymum. Tað er
kanska meiri, enn fleiri okkara gera.
Men lagnan var hørð við teg
Hendrik, og tað var alt ov stokkut
einans at fáa fýra ár saman við tíni
elskaðu lítlu Rebeccu. Tíðin eftir at
tú var blivin sjúkur gekk eisini alt ov
skjótt og tíverri gekk alt so illa, sum
tað kundi. Tí siti eg í dag við eini
kenslu av, at eg ikki fekk tosa nokk
við teg. Men eg fekk sagt tað, sum
var mest týdningarmikið, og eg fekk
sagt farvæl. Hóast hvørgin okkara
segði tað, so vistu vit bæði, at tað
var eitt seinasta farvæl. Júst eina
viku seinni vart tú farin.
Tá eg fekk deyðsboðini av Hendr-
ik, tóktist mær so hjartaliga synd í
honum, at hann skuldi fara einsa-
mallur inn í deyðan. Men tá legði eg
til merkis hetta vers, ið stóð í álma-
nakkanum henda sama dagin, og
sum var mær til stóran ugga:
Eg eri ikki einsamallur, tí Faðirin
er við Mær. Jóh. 16,32
Góða Patricia og Rebecca, mamma
og pápi. Tit hava mist tykkara høgt
elskaða mann, pápa og son. Má Harr-
in styrkja tykkum í tykkara stóru
sorg og vælsigna tykkum í árunum
sum koma.
Ærað verið minnið um Hendrik.
Systir tín
Minningarorð um beiggja mín
Jóan Hendrik Húsgarð
* 11. septembur 1965 - † 1. desembur 2007
Andlát og jarðarferðir
Kristina Sofía Ferjá,
vanliga kalla Dinnafía,
frá
Gjógv
andaðist
mánadagin 8. september
á Røktarheiminum Mør-
kini í Streymnesi, 91
ára gomul. Bønarhald
verður á Mørkini hós-
kvøldið 11. september
klokkan 18. Jarðarferðin
verður úr Gjáar kirkju
fríggjadagin
klokkan
14. Tey, ið vilja minnast
Dinnufíu kunnu lata
eina peningagávu til
Gjáar kirkju. Konta í
peningastovnunum.
Edmund
Jensen
á
Sandi, sonur Fríbjørg
og Patsy Jensen, and-
aðist í Keypmannahavn
sunnudagin, 21 ára gam-
al. Jarðaferðin verður
lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
12. september. Guido, deyður í 1012. Guðrøkin ungur
maður, sum gjørdi fleiri pílagrímsferðir. Heimaftur-
komin doyði hann í Anderlecht í Hálandi av stravnu
ferðum sínum. Fleiri undurverk hendu við grøv
hansara, og tí varð hann lýstur halgimenni.
Í vikuskiftinum
vera møtir í Auluni
í skúlanum í Vest-
manna. Tað eru teir
somu sum høvdu
møtir í apríl mánað
í ár: Rógvi Joensen,
Bogi Simonsen, Petur
Mohr og Petur á
Roykheyggi
Hesaferð vera tvey møtir,
og byrjað verður leygar-
kvøldið 13. september kl
20, og hildið verður fram
sunnukvøldið 14. september
kl. 18.
Kristina Bærnedsen og
Asta Højgaard vera við á
møtunum við sínum framúr-
skarandi røddum og sang-
kynstri. Tær eru kendar frá
festivalum og størri sang-
møtum. Talarnir hesi møtir
vera klaksvíkingarnir Rógvi
Joensen, Bogi Simonsen og
Jákup Hansen, eins og
onnur úr Vestmanna.
Fyrireikararnir vóna at
síggja so nógv fólk sum til
ber. Endamálið við møtun-
um er at boða gleðiboðskapin
um Jesus Kristus.
Eftir hvørt møtið verður
ein kaffimunnur við onkr-
um afturvið, og høvið verur
til samtalur og forbøn.
Øll eru hjartaliga vælkom-
in til hesi møtir.
Møtir í skúlanum
í Vestmanna
Lesið
-so eru tit við!