Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Tónleikur Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Boys in a Band hava sum flestum kunnugt havt nógvan og góðan vind í seglunum seinasta árið. Í juli mánaða gav bólkurin sína fyrstu fløgu út, og teir fimm – Pætur Zachariasson, Heri Schwarz, Heini Martin, Rógvi Lamhauge og nú fyrrverandi bassleikarin, Símun Skorastein – hava ferðast víða um og framført til mong týdningarmikil tiltøk kring heimin. Símun er nýliga giftur og hevur valt at taka nýstovnaðu familjuna fram um hetta sera tíðarkrevjandi tónleikaprojektið. Nýggi limurin er havnamað­ urin Sakaris Joensen, sum m.a. hevur spælt við Lama Sea, Guðrið Hansdóttir, The Story Ends og legendariska sangskriv­ aranum Martin Joensen, ið er einki minni enn pápi hendan unga, evnaríka havnadrongin. Reinsaríið fingið játtan Nýggja manningin í Boys in a Band hevur saman við unga, psykadeliska havnabólkinum Bendar Spónir konsert hetta vikuskiftið í Gamla Reinsaríi á Tórsgøtu í Havnini. Umframt at vera fyrsta konsertin hjá Boys in a Band við nýggjum bassleikara, er hetta eisini fyrsta konsertin í Gamla Reinsaríi, síðani staðið bleiv viðtikið sum nýtt spælistað í Havnini. Tórshavnar kommuna hevur í summar royndarkoyrt Reinsaríið við at lata eitt fjølbroytt úrval av landsins tónleikarum koma fram á palli har. Konsertirnar hava riggað væl, og bæði áhoyrarar og bólkar hava verið væl nøgdir. ­ Royndartíðin er av nú, og vit eru farin í holt við at fyrireika Reinsaríið til at blíva eitt veruligt spælistað. Vit hava fingið fígging játtaða fram til jólar, og eru spent at vita, hvussu nógv vit kunnu fáa burturúr til ta tíð. Men vit vilja ikki, at tað skal standa tómt, inntil vit hava fingið gjørt ordi­ liga klárt har inni, so vit lata longu nú upp fyri tónleikarum, ið eru áhugaðir, sigur Bogi Andreas­ sen, leiðari í Reinsarínum og Margarinfabrikkini. Reinsaríið staðið royndina: Boys in a Band leygarkvøldið við nýggjum bassleikara Boys in a Band hava fingið nýggjan bassleikara, og leygar­ kvøldið kl 21.00 hevur bólkurin konsert í Reinsarínum við nýggju manningini. Psykadeliski havna­ bólkurin Bendar Spónir byrjar kvøldið Boys in a Band fara við nýggja bassleikaranum, Sakaris Joensen, at hava konsert í Reinsarínum leygarkvøldið. Bendar Spónir byrja kvøldið Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Nr. 174 - 11. september 2008 Konsertin leygarkvøldið byrjar kl 20.30. Kostnaðurin er 50 krónur myspace.com/boysinaband myspace.com/bendarsponir