hósdagur 11. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 174 - 11. september 2008
tíðindi
Skráin fyri Rás 2
Hósdagur 11. sept.
15:00 Tíðindi
15:10 Seinnapartsending – Heri Simonsen
og Eyðfinn Drewsen eru vertir.
16:00 Tíðindi
16:05 Seinnapartsending – framhald
17:00 Tíðindi
17:30 Vespureiðrið – Sending um og
við NSÍ-fólki. Jonhard og John
eru vertir.
18:30 Tíðindi
18:45 Tónleikur
19:00 Morgunendursending (e)
21:00 Orð á leiðini – Sending hjá EVR.
21:30 Tónleikur
22:00 Føroyar mítt land
22:05 Tónleikur
23:00 Føroyar mítt land
23:05 Tónleikur
00:00 Liðugt
Fríggjadagur 12. sept.
07:00 Tónleikur
08:00 Føroyar mítt land
08:05 Bilradio (e)
09:00 Føroyar mítt land
09:05 Morgunsending – Mirjam
Pætursdóttir og Eyðfinn
Drewsen leggja til rættis
10:00 Lýsingar
10:05 Morgunsending – heldur fram
11:00 Tíðindi
11:05 Morgunsending – heldur fram
12:00 Tíðindi
12:15 Hittónleikur
13:00 Ynskiløtan – Mirjam
Pætursdóttur leggur til rættis.
Send eina heilsan
umvegis www.ras2.fo
15:00 Tíðindi
15:10 Hetta vikuskiftið – Rógvi Nybo
og Harald í Kálvalíð eru vertir
16:00 Tíðindi
16:05 Hetta vikuskiftið – framhald
17:00
Tíðindi
17:15 Tónleikur
18:30 Tíðindi (e)
18:45 Tónleikur
21:00 Tónleikasending hjá
Heimamissiónini
22:00 Føroyar mítt land
22:10 Tónleikur
23:00 Føroyar mítt land
23:05 Tónleikur
00:00 Liðugt
Leygardagur 13. sept.
07:00 Tónleikur
11:00 Vespureiðrið (e)
12:00 Tónleikur
13:00 Bilradio (e) – Maggi
Gunnarsson er vertur
14:00 Tónleikur
21:00 Halleluja – Heine Lützen
ella Andrew Djurhuus
leggja til rættis.
22:00 Tónleikur
00:00 Liðugt
Sunnudagur 14. sept.
07:00 Gospel tónleikur
10:00 Úr skjáttuni (e)
11:00 Tónleikur
11:30 Á Torginum (e) – Absalon
Absalonsen er vertur.
13:00 Føroyar mítt land – Sendingar
úr vikuni, ið fer. Janus Mohr
leggur til rættis
13:40 Tónleikur
14:00 Lýsingar
14:05 Tónleikur
15:00 Lýsingar
15:05 Tónleikur
17:00 3. Hálvleikur
– Heri Simonsen er vertur
18:30 Tónleikur
20:00 Reflex (e) – Ungdómssending
hjá Heimamissiónini
21:00 Tónleikur
00:00 Liðugt
Úr Skjáttuni (e)
– Sunnudagin kl. 10.00
Prát við Niels Jacob Nielsen, trúboðara,
sum nú er farin frá fyri aldur, eftir 33
ára tænastu. Niels Jacob og konan
Marjun hava verið trúboðarahjún í
Brande í Danmark, í Havn, í Fuglafirði
og síðstu 10 árini hava tey búð á
Strondum. Maja H. Jakobsen leggur
sendingina til rættis.
niels jacob & marjun
Fyrri partur av einari
størri kanning um,
hví føroyingar ikki
koma aftur til Føroya
eftir lokna útbúgving
í Danmark, varð
lagdur fram í morgun
KANNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tá Sjúrður Skaale tók sæti
á fólkatingi fyri Høgna Hoy
dal/Annitu á Fríðriksmørk,
var eitt av hansara avgjørdu
málum, at fáa sett í verk
eina kanning av, hví føroy
ingar, sum fara niður til
Danmarkar at lesa, ikki
koma heim aftur til Føroya
eftir loknan lesnað.
Og í morgun varð fyrri
partur av tveimum lagdur
fram á tíðindafundi í býráð
shúsinum í Havn.
Tað eru Høgni Reistrup
og Barbara Jacobsen, sum
hava staðið fyri kanningini,
og tað vóru eisini tey bæði,
ið løgdu kanningina fram.
Nógv spennandi, um enn
ikki alt nýtt, kom fram í
hesari kanningini. Eitt hitt
mest markanta, ið kom
fram, er, at hugurin at venda
heim aftur minkar, tess
longri
útisetarnir
verða
varandi í Danmark.
Eitt annað, sum allarhelst
mundi taka mong á bóli var,
at tað, ið dregur mest niður
í Føroyum, er vánaliga veðr
ið. Tí hóast hetta í sjálvum
sær neyvan er høvuðsorsøkin
til, at útisetarnir ikki koma
heim aftur, so vóru heili
48% sera samd um, at veðr
ið
í
Føroyum
er
ov
vánaligt.
Hinvegin halda bara 25%
av teimum spurdu, at reglu
semið á fogferðsluni hava
nakra sum helst ávirkan á
val teirra um at koma heim
aftur ella ikki.
Fyrsta stig
Talan er sum nevnt um
fyrsta stig í kanningini, og
hóast Sjúrður Skaale nú
ikki
er
fólkatingslimur
meiri, hevur hann tryggja
sær fígging til seinna part
av kanningini, sum verður
liðugur í heyst.
Fyrri partur av kanningini,
sum er prentaður í snøggum
bóklingi, vísir millum ann
að, at føroyski tjóðarsamleik
in minkar í mun til árini,
útisetarnir verða búgvandi í
Danmark. Fyrstu fýra árini
kenna 87% av teimum
spurdu seg sum føroyingar
og bert trý prosent kenna
seg sum danir. Hesi tøl broyt
ast soleiðis, at millum teirra,
sum hava búð 25 ár ella
longri í Danmark, kenna
38% seg sum føroyingar og
27% seg sum danir.
Eitt annað mynstur, sum
týðiliga gongur fram av
kanningini er, at meðan
bert 45% av teimum, sum
flyta til Danmarkar í lestrar
ørindum, koma úr Havnini,
ynskja 71% at búseta seg í
høvuðsstaðnum,
tá
tey
koma heim aftur.
Kanningin er ógvuliga
áhugaverd og informativ,
og tað ber sum sagt til at
fáa hendur á henni í bók
lingaformi.
Í kvøld klokkan 20 verður
kjakfundur um evnið í
Miðlahúsinum.
Nú skulu føroyingar aftur til Føroya
Høgni Reistrup og Barbara Jacobsen hava gjørt kanningina fyri Norðuratlantiska bólkin á fólkatingi
Mynd: Jens Kristian Vang