Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 11. september 2008 19 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg vænti, at vit fáa ein lættari dyst móti Eysturríki. Teir vunnu hóast alt bara 3-1 móti Fraklandi Jógvan Martin Olsen Pætur Dam Jacobsen leikti í gjár sín fyrsta landsdyst, tá hann loysti av Jónas þór Næs á plássinum sum vongverji í høgru Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Pætur Dam Jacobsen varð tveittur fyri leyvurnar, tá hann í gjár fekk boðini, at hann var millum teir fyrstu ellivu. Hóast hann í løtum hevði stórar trupulleikar at verja fyri mótstøðumonn­ unum, so var hann væl nøgdur við sítt egna avrik. ­ Eg eri greiður yvir, at eg kundi gjørt okkurt øðr­ vísi í ymiskum støðum. Men hetta var mín fyrsti landsdystur, og fyrireiking­ arnir kundu eisini verði betri, nú eg brádliga varð boðsendur. At spæla landsdyst ímóti Rumenia er sjálvsagt ikki tað sama, sum at spæla í Formuladeildini? ­ Nei, langt frá. Vit vóru í verjustøðu allatíðina, og samanumtikið gekk tað eisini væl. Vit vóru bara eitt mál frá einum stórum úrsliti, staðfestir Pætur Dam Jacobsen, sum fer at stríðast fyri, at hetta ikki verður hansara seinasti dystur í landsliðsbúnanum. Vil hava meira Pætur Dam Jacobsen hevði bara tríggjar venjingar, áðrenn hann varð tveittur inn til sín fyrsta landsdyst Mynd: Álvur Jákup á Borg syrgdi fyri, at Sorin Ghionea varð útvístur tíðliga í seinna hálvleiki. – Eg spældi eitt sindur upp á tað, men hann rakti meg, sigur landsliðsleikarin Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo ­ Hann slóð út eftir mær, og rakti meg í andlitið. Eg spældi eitt sindur upp á tað, men í hesum spælinum mást tú gera tær dælt av tílíkum støðum. Geylið frá Jákupi á Borg hoyrdist um allan Tórsvøll, tá Sorin Ghionea tíðliga í seinna hálvleiki hevndi seg inn á miðvallarin. Úrslitið var reytt kort til rumenan, sum sjálvandi gav føroyska liðnum ein fyrimun. ­ Vit kundu kanska byrjað trýstið eitt sindur fyrr. Vit eru vandamiklir seinastu løtuna, tá Christian Høgni Jacobsen varð fluttur fram, og tá Bartal Eliasen varð innskiftur. Men tað var so ikki nógmikið. Tit eru sera verjukendir í fyrra hálvleiki. Var tað avtalað, ella vóru tit trýstir aftur? ­ Tað var avtalað. Aftur í dag riggaði uppleggið væl, og vit klára at taka ferðina úr spælinum. Og tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur hann. Einu løtuna í seinna hálv­ leiki lá Jákup á Borg undir liðini á Andrew av Fløtum, sum ætlandi skuldi vera einsamallur framherji. Tað var tó ikki nakað, hann fekk boð um. ­ Nei, eg fór niðan sjálvur. Eg var eitt sindur ótolin, men tað hevði ikki nógv upp á seg, staðfestir frynt­ ligi Jákup á Borg, sum sam­ anumtikið stóð seg væl. Eg spældi upp á tað Eftir dystin var Jákup ein av spælarunum, sum skuldi til doping-kontroll, og tó at hetta tók sína tíð, so slapp hann eisini til hinar spælararnar at enda Mynd: Álvur