Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 174 - 11. september 2008 ] Jógvan Martin Olsen ásannaði, at hann kundi valt at satsa meira fyrr í dystinum. Men mest av øllum fegnaðist hann um stríðsviljan, sum føroyska liðið sýndi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað ræður um at seta avrikið í rætta ljósið. Tí byrjaði Jógv­ an Martin Olsen eisini sínar viðmerkingar við at vísa á dygdirnar, sum Rumenia hevur á vøllinum. Dygdir, sum alt annað líka eru størri, enn tær eru hjá Føroyum. ­ Eg havi sagt tað fleiri ferðir, tá vit spæla hesar dyst­ irnar. At hjá mær sum venj­ ara og fyri allar fótbóltsáhug­ aðar føroyingar er tað ein fragd at síggja spælarar á hesum støðinum. ­ Førleikarnir hjá hesum eru øgiliga nógv betri enn okkara, og tí høvdu vit aftur valt eitt útgangsstøði langt afturi á vøllinum. Og tað haldi eg eisini var skilagott. ­ Í fyrr ahálvleiki vóru vit hepnir. Vit sóu eitt føroyskt lið, sum var týðiliga merkt av, at vit høvdu spælt leygar­ dagin í nógvum hita. Og vit sóu týðiliga, at okkara spæl­ arar ikki raktu samka støði, sum teir gjørdu í Beograd. ­ Men kortini sóu vit hug­ burð og ein liðanda á liðnum, har allir mans stríddust. Har vit royndu at fara í hvørja tackling, og har fleiri blokadur eisini vóru at síggja, sigur Jógvan Martin Olsen. Valdi at bíða Um seinna hálvleik sigur hann, at útvísingin hjá Rum­ enia ikki merktist serliga væl fyrstu løtuna. ­ Teir valdu bara at spæla við trimum í verjuni, og so megnaðu teir fult so væl at trýsta okkum. Ikki fyrr enn teir hava skorað, trekkja teir seg aftur, og tá tosa vit sjálvandi um, um vit skulu satsa við at flyta fólkið fram. Eg valdi tó at bíða, tí vit sóu nógvar slitnar føroyskar spælarar á vøllinum. Angrar tú, at tú ikki sats­ aði eitt sindur fyrr í dyst­ inum? ­ Tú stendur altíð í eini støðu, har tú skalt taka eitt val, so tað fái eg ikki brúkt til so nógv. Men tað kundi kanska verið skilagott, um hetta varð gjørt fyrr, segði Jógvan Martin, sum serliga hevði hug at nevna Jákup Mikkelsen, Jón Róa Jacob­ sen og Egil á Bø, tá hann skuldi seta nøvn á bestu føroysku avrikini hesaferð. Fyrimyndarligur hugburður Á stigatalvuni er føroyska støðan kanska ikki stórt øðr­ vísi, enn hon var fyri tveim­ um árum síðani eftir teir báð­ ar fyrstu undankappingar­ dystirnar ta ferðina. Men í mun til tá heldur Jógvan Martin, at hugburðurin hjá spælarunum hevur verið framúr. ­ Hugburðurin hjá spælar­ unum var ómetaliga, ómeta­ liga góður. Tað vilja altíð verða dystir, har tú ikki rakar dagin, men tá menn altíð vilja stríðast, so haldi eg at vit síggja nakrar av teimum dygdum, sum vit hava eftirlýst í nógv ár. Og við tveimum teprum tapum er væl meira hugaligt hjá tær at arbeiða víðari, enn tað var fyri tveimum árum síðani, tá málmunurin eftir fyrstu tveir dystirnar vísti 0­12? ­ Eg segði í Serbia, at vit vóru øgiliga nær við at taka javnleikin í Serbia, og tá hjálptu vit teimum til tvey mál. Hesa ferð koppaði tað aftur ímóti okkum, so eg vænti, at vit fáa ein lættari dyst móti Eysturríki. Teir vunnu hóast alt bara 3­1 móti Fraklandi, segði Jógv­ an Martin Olsen heldur skemtandi. ­ Men vit eru nú komnir í eina støðu, har vit hava fatur á einum bruttuhópi upp á einar 24­30 spælarar, sum eru kvalifiseraðir til at mynda føroyska landsliðið. Og har eru eisini aðrir, sum bara hava tørv á einum lítl­ um sparki í ein ávísan lik­ amspart, áðrenn teir eisini eru til reiðar. Tørva stuðul Og so kom landsliðsvenjarin eisini við einum hjartasuffi undan dystinum móti Eyst­ urríki. ­ Tann dysturin hevur longu verið uppi og vent í skiftingarrúminum. Hetta er jú ein søguligur dystur fyri Føroyar, og hetta er nakað, sum allir spælararnir gleða seg til. ­ Men tað kundi kanska verið eitt hugskot, um dyst­ urin varð spældur á Svanga­ skarði. At spæla fyri einum somikið tómum leikvølli er ikki nakað, sum eg ella spælararnir hava tørv á, og tað var kanska størsta vón­ brotið á degnum, sigur Jógv­ an Martin Olsen, landsliðs­ venjari. Framúr arbeiðsavrik Aftur hesa ferð stendur null út fyri føroyska stigatalið eftir fyrstu tveir dystirnar í eini undankapping. Men hesa ferð hevur hugburðurin verið nógv betri, og tí er landsliðsvenjarin munandi meira bjartskygdur nú, enn hann var í Skotlandi fyri tveimum árum síðani Mynd: Álvur Albania á odda Í undankappingarbólki 1 hevur Albania fingið eina framúr byrjan. Eftir 0­0 á heimavølli móti Svøríki leygardagin vann Albania hesa ferð 3­0 á Malta. Við hesum er Albania nú á odda í bólkinum, sum eisini telur Danmark, Portugal og Svøríki. Sviar vunnu Sebastian Larsson og Samuel Holmén skutu málini, tá tað í gjár eydnaðist svium at vinna 2­1 á Ungarn. Fyri steðgin sat Svøríki á tí mesta, men tað eydnaðist ikki at skora móti væl stríðandi ungverjunum. Larsson og Holmén fingu tó frið á svensku nervarnar, og so bilti tað minni, at Gergely Rudult í yvirtíðini minkaði um munin til 2­1. Rumensku miðlarnir vóru ikki nøgdir. Men Victor Piturca helt fast um, at í hansara heimi vóru stigini tað einasta, sum taldi Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ein heldur fámælst­ ur rumenskur landsliðs­ venjari, sum stóð til reiðar á tíðindafundinum eftir dystin í gjárkvøldið. Ivaleyst høvdu rumenar vónað, at talan gjørdist um tryggan sigur á Tórsvølli, men tepri sigurin og føroyska trýstið seinastu løtuna hevur neyvan linkað um trýstið á Victor Piturca. ­ Vit roknaðu við einum truplum dysti, men hesa ferð gjørdist hann enn truplari, tí vit dugdu ikki nóg væl at gagnnýta møgu­ leikarnar, sum vit høvdu fyri steðgin. Og tá vit so fáa Ghionea riknan av vølli, ger­ ast fortreytirnar enn verri. ­ Men tá alt kemur alt, so er Rumenia eitt betri lið enn tað føroyska. Og í seinasta enda eydnaðist okkum eisini at fáa trý stig við okkum heim, og so er alt annað uttan týdning, segði Victor Piturca umvegis enska tulkin, áðrenn hann av álvara slapp í eldin mótvegis rumensku tíðindafólkunum, sum ikki uttan víðari sleptu venjaranum. Nær rumensku spælarar­ nir komu úr skiftirúminum, er ikki heilt so lætt at siga. Tá føroyska pressan fór at ragga sær burtur, vóru før­ oysku spælararnir langt síðani farnir. Piturca sat framvegis til avhoyringar hjá sínari pressu, og enn var eingin, sum hevði sæð nak­ að til nakran av rumensku spælarunum. Stigini taldu Rumensku miðlarnir vóru alt annað enn blíðir við landsliðsvenjaran Mynd: Álvur