hósdagur 11. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 174 - 11. september 2008 ]
Trýstu
ov seint
Innskifti Andrias
Lava Olsen sigur,
at føroyska trýstið
kom ov seint
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Andrias Lava Olsen,
sum var innskiftur fyri
Andrew av Fløtum, tá
góðir tjúgu minuttir
restaðu, heldur, at før
oyingarnir skuldu byrj
að trýstið á rumenarnar
áðrenn.
Vit eru ov seinir.
Teir fáa ein mann útvíst
an tíðliga í seinna hálv
leiki, og tá eru møgu
leikin fyri stigi avgjørt
góðir.
Hvussu var at koma
inn í ein tílíkan dyst
sum einsamallur fram
herji?
Tað var torført, og
tað tekur altíð nakrar
minuttir at koma fyri
seg. Men eg eri nøgdur.
Føroyska landsliðið má
dúva upp á skjótálop,
og tí er tað sjálvsagt, at
tú verður eitt sindur
einsamallur. Men vit
stríddust væl, og stuðl
aðu hvørjum øðrum,
sigur
Andrias
Lava
Olsen, sum hevur góðar
vónir at vinna sær pláss
í byrjunaruppstillingin.
Danskt undur í Portugal
Danir vóru aftanfyri 21, tá ið tað restaðu tveir minuttir av dystinum ímóti Portugal. Teir
vunnu tó 32. Portugal var í stórum løtum betra liðið í HMdystinum ímóti Danmark
mikukvøldið. Heimaliðið kom eisini á odda við máli frá Nani. Men seks minuttir fyri
leiklok eydnaðist dønum at javna við máli frá Nicklas Bendtner. Gleðin var tó stokkut,
tí tveir minuttir seinni skoraði Deco við brotssparki, og so var Portugal aftur á odda 21.
Men danir góvu ikki skarvin yvir. Tveir minuttir fyri leiklok skoraði Christian Poulsen
eftir hornaspark, og í yvirtíðini tryggjaði Daniel Jensen Danmark sigurin við einum
langskoti, sum rakti minst ein portugisiskan verjuspælara, áðrenn bólturin fór í málið.
So vóru danir á gosi, og teir hava nakað óvæntað øll trý stigin við sær heimaftur til
Danmarkar.
Atli Danielsen stað
festir, at hóast fleiri av
lyklaleikarunum vóru
burtur, so vóru teir
vónbrotnir um tepra
ósigurin
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Jú, vit eru vónbrotnir.
Atli Danielsen var harmur
um, at tað ikki eydnaðist
føroyingunum at fáa stig
burtur úr dystinum. Hann
staðfestir, at nýggja upp
leggið riggar, og vónirnar
avgjørt eru góðar til dystin
móti Eysturríki í komandi
mánað.
Vit kundu kanska at lagt
trýstið eitt sindur áðrenn.
Vit eru vandamiklir seinastu
løtuna, men tað er ov seint.
Men tað er lætt at siga nú.
Dysturin í Serbia miku
kvøldið, hann sat kanska
eisini í beinunum?
Eg kann so bara svara
fyri mítt viðkomandi, og eg
merki hann í øllum førum,
sigur Atli Danielsen.
Vit eru vónbrotnir
Atli Danielsen staðfestir, at
nýggja uppleggið hjá
landsliðnum fer at geva úrslit
Mynd: Álvur
Christian Høgni
Jacobsen átti vanda
mestu føroysku
royndina, tá hann
brádliga kom at
standa einsamallur
móti rumenska mál
verjanum. – Tíðin var
knøpp at hugsa seg í,
sigur runavíkingurin
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Christian Høgni Jacobsen
var í seinastu løtu nær við
at javna fyri Føroyar, tá
hann var fyrstur á afturspæl
ing. Men úr spískum sendi
hann beint í kropsskinnið á
málverjanum.
Alt hendi so skjótt. Eg
kom ímillum, tá hann skuldi
spæla aftur til málverjan,
men tíðin var knøpp at
hugsa seg í. Eg royndi at
lyfta bóltin upp um hann,
men tað eydnaðist so ikki.
Tit hava nógv positivt at
taka úr hesum dystinum?
Avgjørt. Hugburðurin
var sera góður. Tað var sera
trupult at fáa ferð á bóltin í
fyrra hálvleiki, men teir
vóru eisini ótrúliga bólt
tryggir. Men avrikið í dag
gevur alíkavæl góðar vónir
til dystin móti Eysturríki,
sigur Christian Høgni Jacob
sen.
Tíðin var knøpp
Tað var um reppið,
at Christian Høgni
Jacobsen fekk fyrsta
føroyska málið í
undankappingini
Mynd: Álvur