Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 174 - 11. september 2008 ] Klovnar finnast altíð Um tað var í gleðisrúsi um at Andreas Lava varð skiftur inn, ella um orsøkin var ein onnur, er ilt at siga. Men undir øllum umstøðum finnast ofta klovnar av ymsum slag til landsdystir. Hesin kendi sær trongd at renna inn á vøllin við sínum boðskapi, og tað er nokk ikki heilt óhugsandi, at hann fær eina bót sendandi frá FSF fyri hendingina. Onglandi hølvaði Kroatia av Ongland hevur mangan havt tað trupult ímóti Kroataia, og tað var eisini Kroatia, ið forðaði fyri, at Onglandi slapp við til EM-endaspælið í summar. Nú fingu ensku spælararnir hevnd, tí teir vunnu heili 4-1 í Kroatia í gjárkvøldið. Arsenal-framherjin Theo Walcott var stóri maðurin, tí hann skoraði hattrick. Fjórða málið hjá Onglandi skoraði Wayne Rooney. Ongland hevur vunnið báðar sínar fyrstu dystir í HM-undankappingini. Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Abraham Løkin segði nokk størsta partin av sannleikan- um, tá hann í hálvleikssteðg- inum varð spurdur um verju- kenda føroyska spælið. - Tey somu fólkini, sum krevja, at liðið skal spæla meira offensivt, krevja eis- ini, at liðið skal fáa betri úrslit. Júst hetta er æviga tví- støðan, sum ein føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti kemur at standa í. Tað kann væl vera, at føroyska spælið tóktist nakað óinspirerað fyrstu trý korterini, og tá tað samstundis eydnaðist at taka ferðina av rumenum, gjørdist hálvleikurin rætti- liga linligur. Hinvegin stóð tá fram- vegis 0-0 á stigatalvuni. Tað var neyvan nakar, sum var ónøgdur um hetta, og á tí so nógv umrødda FIFA- list-anum er eingin, sum spyr, hvussu spælið var. Har telja stigini sum kontant avrokning, og tað eru hesi, sum vit øll vilja hava. Vóru á r... Umframt at landsliðið nú er umskúlað til eitt heldur meira verjukent útgangs- støði, so var sjónligt, at Serbiadysturin og – ferðin enn sat í beinunum á før- oysku spælarunum. Rumenar megna kanska a tflyta bóltin skjótari runt, enn serbernir gjørdu tað, men tað var ikki øll frágreið- ingin. Okkara spælarar vóru í løtum rættiliga tungir, tá trýstið skuldi leggjast. Ikki minst á miðvøllinum, sum enn eina ferð skuldi levera hart arbeiði, og tí komu rumenar ofta áraka brots- teigin, áðrenn nøkur tackl- ing veruliga varð løgd inn. Trýstið gjørdist heldur ikki minni av, at samanspæl- ið millum okkara so langt ífrá riggaði eins væl, sum tað gjørdi í Beograd. Men hingu ofta eftir, heldur enn at renna seg nýggja og leys- ari støðu, og tí var tað sum lundi á jólanátt at síggja meira enn tvær samanhang- andi føroyskar avleveringar hesa løtuna. Tó við Mikkjali Thomassen sum einasta undantaki, og í tveimum førum var um reppið, at hann opnaði mótstøðuverj- uni við neyvari langari send- ing. Men eisini her gjørdi møðin um seg, og bæði hann og Atli høvdu eisini okkurt púrasta óneyðugt bólttap á miðvøllinum. Men trýstið frá rumenum var stórt. Tá hálvleikurin var hálvrunning, hevði Ják- up Mikkelsen longu havt tvær rimmar bjargingar, og beint undan hálva tímanum mátti Jón Rói bjarga á strik- uni, tá stóri og tekniskt sterki Marius Niculae stóð gjørdist mest sum púrasta blankur. Dómarin vakti rumenar Meira enn nakrantíð, so ráddi í gjár um hjá føroyska liðnum at taka ferðina av dystinum og halda nullið. Ikki bara tí okkara menn vóru møddir. Sálarliga støð- an hjá mótpartinum var alt annað enn góð við eini fesk- ari eyðmýking á heimavølli í minninum. Tí kundi væl roknast við, at frustratiónirnar kundu hópa seg upp hjá Rumenia. Tað sá eisini hampuliga lov- andi út, tá seinni hálvleikur bara var fýra minuttir gam- al. Jákup á Borg gjørdi ikki lítið av, tá Sorin Ghionea sveiggjaði álboganum nak- að, og so kom ostaskorpan upp úr reyvalummanum. Men samstundis sum hetta gav okkum ein fyri- mun, so ruskaði tað eisini í rumensku mótstøðuna. Hó- ast ein í undirtali, so megn- aðu teir at skrúva ferðina langt uppeftir, og næsta lítla korterið gjørdist eitt støðugt trýst á føroyska málið. Jákup mátti aftur toga stórbjarging- ar fram, og báðir teir før- oysku miðverjarnir høvdu sítt at síggja til. Og á tímanum gekk eisini galið. Razvan Cocis fekk sera hegnisliga snarað sær millum Jóhan Troest David- sen og Jón Róa Jacobsen, og á rennváta vøllinum smekkaði hann sera turris- liga bóltin inn um nærmara stólpa. Máttu halda ondini Í einar tíggju minuttir var dysturin fullkomuliga deyð- ur. Rumenar høvdu nú fing- ið tað, sum teir komu eftir, og við einum manni í undir- tali tóku teir sær eingi óráð fyri. Og tá føroyska liðið als ikki vísti tekin um at vilja niðaneftir, varð bólturin bara koyrdur runt. Ein góð mynd av hesum mundi vera Cos- min Moti, sum annars hevði hitað upp, men sum ísakald- ur mátti standa á síðulinjuni og gera kropsvenjingar, með- an hann bíðaði eftir einum steðgi í spælinum, so hann kundi skiftast út. Spakuliga otaðu okkara Føroyar-Rumenia 0-1 (0-0): Møguleikin var har Tað verður hangandi í luftini, um trýstið skuldi byrjað fyrr. Veruleikin er, at før­ oyska liðið sjálvt var á afturpartinum, men við bara eitt lítið sindur av hepni kundi eitt stig verið bjargað móti Rumenia