Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Samandráttur av práti við Inga Olsen, venjara og leikara Tá ið leikarar okkara seinasta leygardag fóru á vøllin hjá hondbóltsfelag­ num Lovcen í býnum Cetinje í Monte Negro, vistu vit lítið um mótstøðu­ liðið. Vit høvdu hoyrt okkurt um rokaligar dystir í Evropa Cup kappingini fyri nøkrum árum síðani og at liðið annars var sterkt. Onkur hevði hoyrt frá heimligum jugoslavisk­ um, nú serbiskum leikara, at tá ið gamla Jugoslavia var til, óttaðust øll hini liðini í kappingini at leika dyst júst í Cetinje í Monte Negro, í móti Lovcen. Tað skuldi vera sum at koma í ein heksaketil. Í Lovcen er hondbóltur høvuðsítróttin og felagið hevur nógvar áskoðarar, sum fult og heilt stuðla liði sínum. Hetta seinasta fingu leikarar okk­ ara eisini at kenna og gangurin frá heimaáskoðar­ unum var øgiligur og ikki var altíð líka lætt at leika, tí hvørja ferð vit høvdu bóltin, fór áskoðarafjøldin at floyta og bua. Dysturin í Monte Negro: Fyrsta málið í dystinum var okkara. Men síðani skoraði Lovcen 5 ferðir, áðrenn tað aftur bragdaði hjá okkum. Og hetta var ikki tí, at vit ikki høvdu møguleikarnar, tí vit megn­ aði at spæla okkum til nógvar upplagdar mál­ møguleikar og høvdu vit ikki misnýtt teir, kundi støðan eins væl verið 5­5. Men trupulleikin var tann, at vit fingu ikki mál, annað­ hvørt tí, at málmaðurin hjá Lovcen stóð serliga væl, ella tí at leikarar okkara henda dagin ikki vóru nóg neyvir í skotroyndunum. Sum dysturin leið, bara øktist munurin og tá ið komið var til hálvleiks, var støðan 20 til Lovcen og 10 til okkara. Í minsta lagi helvtin av málunum hjá Lovcen komu eftir mis­ eydnaðar atsóknir hjá okk­ um, har bólturin annað­ hvørt endaði í verjuni ella hjá málmanninum og so fóru Lovcenleikararnir í skjótálop móti málmonn­ um okkara, sum vóru prís­ givnir. Í seinna hálvleiki gekst lutfalsliga betri, teir skoraðu 15 og vit 11, so úrslitið tilsamans gjørdist 35­21 til Lovcen. Nú stendur so heimadyst­ urin fyri durum. Tað merk­ ir, at vit fáa ein nýggjan møguleika at vísa hvør dugur er í okkum. Og tað er einki at ivast í, at fara vit á vøllin við avgjørdum huga og gagnýta tað, sum vit lærdu í fyrra dystinum, vera effektivir í avgerandi løtunum, so kunnu vit fáa eitt gott úrslit leygardagin. Fyrst og fremst mugu vit fáa mál upp á teir upp­ løgdu møguleikarnar. Um verjupartin er at siga, at burtursæð fra skjótálopun­ um, stóð verjan væl og vit megnaðu demma upp fyri flestu skotunum. Skjótálop­ ini hjá teimum mugu vit so í mestan mun royna at avmarka. Eftir eitt slíkt tap, sum vit vóru útfyri leygardagin, kemst ikki undan at koma inn á spurningin, hvør meining tað er í at leika dystir móti so sterkum mótstøðuliðum. Men her svarar Ingi avgjørdur, at skal framgongd vera í før­ oyskum hondbólti, er avgerðandi neyðugt at lið okkara fáa slíkar uppgávur. Sum dømi nevnir hann, at motivatiónin hjá monnum at venja í summar hevur verið sera góð og sjálvandi er orsøkin, at spennandi uppgávur hava ligið fyri framman, umframt Monte Negro, hava vit eisini verið í Íslandi á venjingarlegu. Áskoðarar okkara fara neyvan at nýta somu “vápn”, sum tey hjá áskoðarunum í Monte Negro. Vit vóna heldur, at øll á positivan hátt gera sítt til at eggja okkara leikarum til at gera sítt besta. Jón Kragesteen Nakrar eygleiðingar eftir dystin í Monte Negro Tróndur Kragesteen, miðbakkur