Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Einaferð fyri nøkrum árum síðani segði táver­ andi landsliðsvenjarin í fótbólti fyri dystin móti einum av stóru fótbólts­ londunum í Europa, at “sjálvandi eru vit uppsettir til dystin ­ hetta eru jú okkara idol”. Hetta er ein vælkend, men í mínum eygum undarlig argumentatión fyri at seta seg upp til ein dyst. At okkurt uttanífrákomandi skal gera av, hvussu upp­ settir leikararnir eru. “Hetta eru jú okkara idol”. Óbeinleiðis boðskapurin til undirmedvitið er jú, at vit skulu spæla móti nøkrum, sum eru okkara yvirmenniskju. Landsliðið tapti dystin Nú er hetta ikki eindømi í ítróttarverðini. At okkurt uttanfyri ein sjálvan so ella so verður gjørt avgerandi fyri, hvussu avrikið verður. Javnan verður ført fram, at eitt felag má hava sterk fyrstilið, tí at tað hevur so stóran týdning fyri ungdómin og ungdómsliðini. Eg haldi hetta vera eina undirmeting av ungdóminum og ungdóms­ liðunum. Teimum tørvar ikki nøkur idol fyri at kunna gera góða avrik. Í síðstu viku vóru tveir danskir ítróttargranskarar frammi og úttalaðu seg um hesi viðurskifti. At “stjørnur” og nógv umtala onga ávirkan hava á, hvussu nógv íðka eina ítróttargrein. Bjarne Ibsen frá Syddansk Universitet sigur, at “vit kunnu kontant síggja, at tað, at ítróttargreinir fáa sera nógva umtalu á ongan hátt ávirkar, hvussu nógv íð íðka tær”. Og Henrik Brandt frá Idrættens Analyseinstitut sigur, at “stjørnur” kunnu birta undir, at nøkur børn fáa hug at royna eina ítróttargrein, men dugir felagið ikki at handfara tey ungu, so fara tey skjótt aftur”. Tað er dygdin í tilboðnum til tey ungu, sum ger, at tey tíma at íðka ítróttina. Royndirnar við góðu ungdóms­ venjingini í Neistanum frá miðj­ uni av 90­árunum og frameftir, tá ið tey (ungdómsliðini) fleiri ár á rað tóku 1/3 av øllum ungdóms­ heiðursmerkjum bæði í FM og Steypakappingum vísa, at tað var ikki tí at fyrstuliðini hjá felag­ num kláraðu seg væl. Tí hóast kvinnurnar vunnu FM javnan fram til 1997 (sum er seinasta árið) og menninir í 2000, so kunnu vit ikki siga, at okkara fyrstulið hava verið heilt frammi seinastu 13­14 árini. Ungdómsliðini hava kortini klárað seg væl. Men misskilji meg ikki. Eg eri ovurfegin, at menninir vunnu FM í ár og at kvinnurnar komu so langt sum tær komnu. Og eg haldi eins og mong onnur, at Neistin skal hava sterk fyrstilið ­ tí tað skal eitt felag nú einaferð hava. So sterk, at tey spæla um FM á hvørjum ári. Eg hevði eisini verið fegin, um bæði liðini luttóku í Europa Cup á hvørjum ári og harvið mentu vaksna­ mannahondbóltin í Føroyum. Vit skulu bara ikki turka argumenta­ tiónina av uppá at tað hevur nakra serliga ávirkan fyri ung­ dómin. Hann klárar seg væl fyriuttan tann partin! Ungdómurin skal venjast til at trúgva uppá seg sjálvan ­ og ikki uppá nøkur idol. Djóni Dalsgarð Fyrimyndir ­ Idol