Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sjeytiárini vóru ein blómutíð fyri føroyskan handbólt. Høllin á Nabb og ítróttarhøllin í Klaksvík lyfti føroyskan handbólt á eitt hægri stig. Føroyameistarar í manshand­ bólti høvdu í sjeytiárunum fleiri ferðir roynt seg í Europa­cup, tí var natúrligt at seta sær spurning­ in, hví kunnu kvinnurnar so ikki eins væl royna seg? Neistin hevði verið rættuliga einaráðandi innan kvinnuhandbólt í nógv ár, og tað var heilt greitt, at avbjóðingin og menningin av kvinnuhandbólt­ inum var ov lítil, tí var tað upplagt at seta sær sum mál, at kvinnurnar eisini skuldu við til Europa­cup. Kanska eitt sindur ambitiøst, men ungdómsáræði og treiskni kunnu vera góðir eginleikar, tá ið mál skulu røkkast, og so var eisini her. Djóni Dalsgarð, Jógvan Martin Mørk og eg sótu í handbóltsnevnd­ ini og Egin Slættanes, Henning Eysturoy og Fritleif Henriksen sótu í aðalevndini. Teir í handbólts­ nevndini vóru lættir at sannføra um hetta villa hugskotið, men nakað av yvirtaling og nógvir fundir skuldu til fyri at fáa aðal­ nevndina í Neistanum at keypa hugskotið, men tá ið teir høvdu sæð bæði tað rímiliga og skila­ góða í uppskotinum, so fóru teir í gongd við fyrireikingarnar við lív og sál. Teir fingu í lag sponsora­ vtalur og fingu til vega stuðul, og so væl gekk hetta arbeiði, at allar útreiðslur Neistans í sambandi við hetta fyrsta Europa­cup felagsins vórðu goldnar av hesum stuðli. Inntøkurnar frá dystunum var sostatt rein inntøka til felagið, so tað í sær sjálvum er eitt “succes­ kriterii”, sum sigur eitt sindur um, hvussu væl hendan fyrsta royndin hepnaðist. Sum heild var øgiligt uppmerksemi rundan um hesa fyrstu royndina hjá føroyskum kvinnuhandbólti fyri lið í Europa, og vit fingu rættiliga nógva um­ røðu í Útvarpi Føroya, í bløðunum og millum fólk, so tað var ikki sørt, at vit føldu stjørnudust oman av himli. Heilt ókent fyri kvinnuítrótt, sum tá eins og nú, altíð stóð í skugganum av, hvat ið menn avrikaðu á ítróttarpallinum. Til fíggindan eftir venjara Áhugin millum spælararnar var eisini stórur. Jørleif Kúrberg úr Kyndli var settur sum venjari. At fara yvir til “fíggindan” eftir venjara var eitt stórt stig, men talan var um skilagott stig, tí Jørleif var eitt stak gott val. Hann tók á seg uppgávuna við stórum eldhugi og við einum engage­ menti, sum vit ongantíð áður høvdu upplivað. Hetta sást á øllum økjum ­ til venjing, til dystir og ikki minst uttan fyri vøllin. Nógvir ungir og fáir royndir spælarar Hópurin var settur saman av nógv­ um rættuliga ungum og so nøkrum fáum meiri royndum spælarum. Henda samanseting av ungum og eldri royndum spælarum skuldi vísa seg at rigga væl, teir eldru vóru drívmegin og álitið, og eg má taka Rannvá Hanusardóttir fram sum ein av teimum, sum altíð gekk á odda, og hon dugdi alt við einum bólti og meira afturat. Ein eldsál, sum liðið varð bygt upp rundan um, og tað sum hon dugdi so ómetaliga væl, var at fáa okkum ungu við. Tú føldi, at tú vaks við hennara lið. Og í dysti var hon ein ótrúligur liðspælari, sum altíð var við tí konstruktiva orðinum, og sum sá bæði møguleikarnar hjá sínum viðspælarum og hjá sær sjálvari so framúr væl. Hon gekk á odda, og hon var høvuðsorsøkin til, at tú ofraði meira og útinti alt tað tú átti í tær bæði til venjing og í dysti. Ser­ liga minnist eg nógvu kilometrar­ nar, sum vóru runnir á ídnaðarøk­ inum á Hálsi og nógvu tímarnar í fimleikarhøllini á Læraraskúlan­ um, sum var karmur um mangar harðar og góðar venjingartímar. Tað var stuttligt at venja og allar sum ein ofraðu seg til fulnar. Eitt var venjingin, men tað sosiala spældi eisini ein stóran leiklut í fyrireikingini. Vit vóru øgiliga nógv saman, og har hittust vit serliga á Hoydalsvegnum hjá Rannvá og úti á Íslandsvegnum hjá Helenu Mortensen, nokk tí tær høvdu børn, og tí ikki sluppu heimanífrá so lætt sum vit ungu. Helena var somuleiðis ein av teimum royndu, sum gav liðnum nógv og var okkum ungu ein góður stuðul. Beinleiðis til annað umfar Tá ið lutakastið fór fram trektu vit frítt, so vit fóru beinleiðis til annað umfar. Vit skuldu havt spælt um heystið í 1978, men av tí at vit fóru beinleiðis í annað umfar, so vóru dystirnir ikki spældir fyrr enn 20. og 21. januar 1979. At koma í annað umfar hevði við sær sterkari mótstøðu, men vit tóku uppgávuna á okkum og vandu sum svakar. Tá í tíðini var vanligt at venja tvær kanska tríggjar ferðir um vikuna, men ta jólafrítíðina vandu vit fimm og onkuntíð seks ferðir um vikuna. So uppgávan var tikin í størsta álvara, og mótstøðan var eisini stór. Talan var um pólska liðið, KS Ruch úr Chrozów, og tær vóru stórar og sterkar sum menn. Minnist at tær tóku okkum ikki í serliga stórum álvara, tær fóru í Mimir kvøldið fyri, og vit frættu, at har fór ríkiligt av vodka niðurum. Tað var ikki sørt, at tær høvdu tikið uppgávuna dekan ov lætt. Sjálvandi vóru tær betri hand­ bóltsspælarar enn vit, so fyrra dystin vunnu tær trygt, tó ikki so stórt, sum vit, og tær sjálvar, nokk høvdu væntað, men seinna dystin vóru vit væl við, av teirri einføldu orsøk, at vit orkaðu so væl og vóru í so góðari venjing. Úrslitini vóru: 21­9 og 23­17. Pólski venjarin kom eftir dystin til Jørleif og spurdi, um hann kundi fáa venj­ ingaruppleggið frá honum, tí vit høvdu so “good air”, sum hann málbar seg á tí sindrinum av enskum hann dugdi. Agentar ansaðu eftir pólsku gentunum Eftir dystirnar var veitsla hildin saman við pólsku gentunum, og tað sum serliga er at minnast frá teirri veitsluni er, hvussu agentar gingu og ansaðu eftir hvørjum feti hjá teimum pólsku gentunum, so tær ikki okkurt, sum kundi skaða Pólland ella hoppaðu av eystur­ um, sum ikki var ókent fyribrigdi í afturlatna Póllandi tá í tíðini. Har vóru so nógvir álvarsamir menn rundan um liðið, so vit vistu ikki, hvør teirra var agentur, men eg minnist vit gittu dúgliga, tí teir gingu upp á skift aftan á teimum, tá ið tær fóru á vesið ella úr eygsjón. Sum kvøldið leið fekk onkur teirra tó hug á onkrari føroyskari handbóltsgentu, so pólsku genturnar fingu eitt sindur fríari teymar, og tað útnyttaðu tær við at steingja seg inni á vesinum at roykja. Tær kundu drekka so nógv tær vildu, men at roykja sluppu tær ikki! Henda fyrsta roynd hjá før­ oyskum kvinnuhandbólti í Eur­ opa­cup var ein treytaleys “succes”, sum vit, ið vóru partur av hesum liðavriki, kunnu minn­ ast aftur á við gleði og stoltleika. Vónandi kann henda luttøka hjá monnum Neistan bera boð um eina nýggja byrjan, hvat Europa­ cup luttøku viðvíkur. Nú 30 ár eru liðin, síðani før­ oyskur kvinnuhandbóltur fyrstu ferð luttók í Europa cup, ger Stjørnan seg til reiðar at luttaka í hesi kapping. Vit ynskja teimum góða eydnu við sínum komandi Europa­cup dystum, samstundis sum vit vóna, at tað komandi ár verða kvinnurnar í Neistanum, sum fara út í Europa at leika. Vár í Ólavsstovu 30 ár síðani Neistin á fyrsta sinni var við í Evropa-cup Aftast frá vinstru: Hjørleif Kúrberg, Vár Michelsen, Ruth Róin, Óluva Joensen, Marita Arge, Rannvá H. Jensen og Ingun Larsen Fremst frá vinstru: Sonja Jørgensen, Torgerð Klein, Malan Mohr, Helena Øster, Rita Poulsen og Ruth Sundstein