hósdagur 11. september 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 174 - 11. september 2008 ]
Frakland reistist
Fronsku fjølmiðlarnir hava ikki verið blíðir við Les Bleus, aftaná eyðmýkj
andi 13 ósigurin ímóti Eysturríki á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien. Men
hesa ferð eydnaðist tað fraklendingum at vinna 21 á heimavølli ímóti Serbia,
sum hevði ein 20 sigur ímóti Føroyum í skjáttini. Støðan í hálvleikinum varð
javnleikur 00. Tá 54 minuttir vóru spældir, skoraði Thierry Henry til 10
aftaná eina góða sending frá Sidney Govou. 10 minuttir seinni økti Nicolas
Anelka til 20, tá hann setti tveir serbiskar verjuspælarar av, og skeyt eitt skot
frá brotsteigarmarkinum, sum sat væl í serbiska netinum. Frakland hevði
fleiri málmøguleikar til at økja um leiðsluna, men ístaðin gjørdist tað Serbia,
sum minkaði um munin til 12 tá Branoslav Ivanovic hegnisliga setti eitt
hornaspark frá Bosko Jankovic í netið.
Skotar vunnu í Reykjavík
Vónirnar hjá íslendingum um eitt gott úrslit ímóti Skotlandi vóru góðar, aft
aná, at Ísland varð um reppið at vinna á Noregi í Oslo. Men við einum 21
sigri fóru skotar við øllum í Reykjavík. Kirk Broadfoot legði Skotland á odda
í 18. minutti, tá hann beindi eitt hornaspark í netið. Tá góður tími varð spæld
ur økti Barry Robson til 20 við einum brotssparki. Ímóti dystarenda vaknaðu
íslendingar, og tá 77 minuttir vóru farnir fingu íslendingar brotsspark. Steph
en McManus hjá Skotlandi fekk reytt kort fyri at steðga bóltin við hondini í
skotska brotsteiginum, og brotsspark varð dømt til Ísland. Eiður Guðjohnsen
setti brotssparkið í netið til 12, og síðstu løtuna trýstu íslendingar fyri aftur at
fáa ein 22 javnleik, til høldar, men hesaferð eydnaðist tað ikki. Ì sama bólki
vann Holland á útivølli 21 ímóti Makedonia.
Føroyar-Rumania 0-1 (0-0)
0-1: Razvan Cocis, 59.
HM-undankappingardystur
805 áskoðarar á Tórsvølli
Føroyar: 1. Jákup MIKKELSEN, KÍ, liðf.) (59 dystir/0 mál) – 2.
Pætur Dam JACOBSEN, Skála (1/0) (14. Bogi LØKIN, NSÍ
(3/0), 79.), 15. Egil á BØ, EB/Streymur (3/0), 5. Jón Rói
JACOBSEN, Frem (33/0), 3. Jóhan Troest DAVIDSEN, NSÍ
(7/0) – 9. Jákup á BORG, B36 (56/2) (13. Bartal ELIASEN, ÍF
(5/0), 90.), 4. Atli DANIELSEN, Frem (28/0), 8. Mikkjal
THOMASSEN, EB/Streymur (12/0), 10. Christian Høgni
JACOBSEN, AB (44/2), 11. Símun SAMUELSEN, Keflavík
(20/1) – 12. Andrew av FLØTUM, HB (31/1) (17. Andreas
Lava OLSEN, Víkingur (2/0), 76.)
Gult kort: Mikkjal Thomassen, 25., Christian Høgni
Jacobsen, 57., Jóhan Troest Davidsen, 85.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. René TÓRGARÐ,
EB/Streymur (1/0), 6. Høgni MADSEN, ÍF (2/0),7. Bárður
OLSEN, EB/Streymur (2/0), 18. Leif NICLASEN, EB/Streymur
(1/0)
Venjari: Jógvan Martin OLSEN
Hjálparvenjari: Jens Martin KNUDSEN
Lækni: Kaj KALLSBERG
Fystioterapeutar: Álvur HANSEN og Øssur STEINHÓLM
Liðleiðarar: Birgir HANSEN og Bárður Lava OLSEN
Rumenia: 1. Bogdan LOBONT, Dynamo Bucharest –
Cosmin CONTRA, Getafe, liðf., 6. Mirel RADOI, Steua
Bucharest (14. Sorin GHIONEA, FC Bucharest, 18.), 15. Dorin
GOIAN, Steua Bucharest, 5. Mihai NESU (FC Utrecht) – 16.
Costin LAZAR, Rapid Bucharest, 8. Paul CODREA, Siena, 10.
Marian ALIUTA, Sporting Club Vaslui (17. Cosmin MOTI,
Dinamo Bucharest, 68.) – 11. Razvan COCIS, Lokomotiv
Moskva, 18. Marius NICULAE, Dinamo Bucharest (9. Florin
BRATU, 89.), 7. Florin COSTEA, Universitatea Craiova
Gult kort: Florin COSTEA, 73.
Reytt kort: Sorin GHIONEA, 49.
Á beinkinum uttan at koma inn: 12. Edouard STANCIOIU,
1907 Cluj, 13. Christian SAPINARU, FC Porto, 3, Stefan
RADU, Lazio, 4. Micozaz SICA
Venjari: Victor PITRURCA
FAKTA um dystin
seg tó longur upp. Jákup á
Borg gjørdist alt meira vong
ur enn miðvallarspælari, og
tá Andreas Lava Olsen varð
skiftur inn, hendi hetta sam
an við instruksum um, at
Christian Høgni Jacobsen
nú eisini skuldi flytast niðan
í álopspartin.
Og so sást sjónliga, at rum
enar høvdu sínar trupulleikar
í sálarligu barlastini. Heldur
enn at flyta bóltin runt, lótu
teir seg stressa, og ávaringar
lúðrarnir ýldu alsamt harðari.
Mikkjal Thomassen hevði
eina góða roynd eftir langt
innkast frá Pæturi Dam Jacob
sen, og Jákup á Borg var um
reppið at fanga veika aftur
legging. Størsta kjansin fekk
Christian Høgni tó, tá hann
og Bogi Løkin í felag trýstu
Mihai Nescu til hasarderað
afturspæl, men vinkulin var
spískur, og tá Christin Høgni
royndi at lobba, fór bólturin í
krovið á málverjanum.
Rumenar máttu tó halda
ondini seinastu løtuna. Føroy
ingar fluttu nógv fólk fram,
hvørja ferð ein deyðbóltur
stóð á skránni, og fram til tað
seinasta livdi vónin um, at
Bartal Eliasen kundi seta
pannuna á okkurt av innlegg
unum.
Heldur ikki hesa ferð
gjørdist talan tó um meira
enn næstan. Í so máta varð
talan um enn eitt av hesum
heiðurligu tapunum, sum
vit ikki fáa brúkt til so øgi
liga nógv. Men við tí vilja,
sum varð lagdur fyri dagin í
verjupartinum, tykist fyrsta
altjóða stigið síðani cypros
ferðina í 2005 ikki at vera
so langt burturi. Hóskandi
kundi hetta komið, tá Eyst
urríki kemur á vitjan um
ein mánað.
Dysturin í og ferðin úr Serbia sat enn í
føroysku beinunum, og tí var tað meira reglan
enn undantakið, at miðvøllurin bakkaði heilt
oman í føroyska brotsteigin fyrstu longu løtuna
Hóast fleiri av stjørnunum
vantaðu, so sýndu rumenar eitt
tekniskt avrik í sera høgum flokki.
Ikki minst Marius Nicolae, sum
Jón Rói tó hevur gott tak á í hesi
støðuni