hósdagur 11. september 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 174 - 11. september 2008 ]
Hóast føroyska liðið
var merkt av harða
dystinum í Beograd, so
megnaðu spælararnir
at toga seg upp til enn
eitt stríðsavrik, har
útfallini vóru sera smá
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
1. Jákup Mikkelsen,
KÍ (59 dystir/0 mál)
Ábyrgdin sum føroyskur
landsliðsmálverji er stór,
um okkara menn skulu hava
líkinda úrslit. Og hesa
ábyrgdina bar Jákup væl.
Málið fekk hann ikki gjørt
stórvegis við, men í trimum
øðrum førum vórðu stór
bjargingar togaðar fram í
trongdum støðum. Var ser
stakliga tryggur við mongu
rumensku innleggini, og
sýndi sjálvandi eisini van
liga tryggleikan í spælinum
við beinunum.
2. Pætur Dam
Jacobsen, Skála (1/0)
Varð hastiinnkallaður til
hópin, og fyrstu tíðina
tóktust nervarnir hava sítt
at siga hjá debutantinum.
Mentist tó nógv fyri steðgin,
har hann eisini ruddaði væl
upp. Eftir steðgin kom hann
tó ofta á millumhond, tá
rumenar í fleiri førum
megnaðu at spæla í bak
rúmið, tá bakkurin var ov
langt inni í vøllinum.
3. Johan Troest
Davidsen, NSÍ (7/0)
Var ikki heilt so stinnur
sum í Beograd, har mót
støðumaðurin mest sum
ikki sá baklinjuna. Hesa
ferð eydnaðist fakrar ferðir
hjá Cocis at koma til
baklinjuna, men aloftast
megnaði Johan at kroysta
veingin somikið, at kvali
teturin ikki gjørdist tann
heilt stóri í innleggunum.
Var kanska nakað slitin eftir
dystin í Beograd, og kundi
verið hvassari, tá Cocis
skoraði, men hevur longu
vunnið sær status sum
lyklaspælari á liðnum.
4. Atli Danielsen,
Frem (28/0)
Var í nógvum nærdystum á
miðvøllinum, har hann tó
rúgvaði væl upp. Tað merkti
tó eisini, at orkan ikki altíð
var til at hugsa seg so øgi
liga væl um í avspælinum,
og tí varð bólturin ofta
tveittur burtur óneyðuga
skjótt. Framdi tó eitt megnar
arbeiðsavrik, sum avgjørt
dróg pílin rætta vegin.
5. Jón Rói Jacobsen,
Frem (33/0)
Var aftur hesa ferð ein
brandur í føroysku miðverj
uni. Bjargaði ta einu ferðina
102%
møguleika
hjá
Niculae á strikuni, og stóð
annars mest sum hvørja
ferð á rætta stað í verjupart
inum.
Skjótleikin
og
kropsstyrkin gera eisini, at
hann sjáldan verður runnin
av í verjupartinum. Hevur
eisini ment seg nógv í luft
spælinum,
har
bólturin
aloftast varð ruddaður væl
av vandaleið.
8. Mikkjal Thomassen,
EB/Streymur (12/0)
Við eymu hælsinuni í huga
var hann kanska tann spæl
arin, sum var mest merktur
av strævnu uppgávuni í
Beograd. Tað var tó impon
erandi at síggja, hvussu
Mikkjal sjálvt við niður
settari ferð megnar at stýra
føroyska trýstinum. Og hóast
hann í løtum hevði heldur
ókonsentreraðar sendingar,
so kom stórur partur av tí,
sum
føroyingar
skaptu,
umvegis hansara føtur. Fekk
eitt heldur býtt gult kort, tá
hann var dekan ov íðin at
draga ferðina úr dystinum.
9. Jákup á Borg,
B36 (56/2)
Sýndi fínar sjónleikagávur,
tá sorin Ghionea slongdi
armin ov langt aftur, og
vann tí føroyska liðnum ein
fyrimun, sum tíverri ikki
varð
gagnnýttur
betur.
Hevur royndirnar á lands
liðnum, og vísti eisini fleiri
ferðir vilja og dirvi til at fáa
føroyska spælið at koyra, tá
vit vunnu bóltin. Opnaði
kanska høgra borð ov nógv
eftir rumensku skoringina,
tá hann royndi at flyta liðið
niðan. Men álopsídni var
eisini um at geva úrslit, tá
hann bara manglaði senti
metrar í veruliga at tackla
rumenska málverjan.
10. Christian Høgni
Jacobsen, AB (44/2)
Varð eins og restin av
liðnum trýstur langt aftur á
vøllin
fyrsta
tíman
av
dystinum. Prógvaði tó í
løtum, at hann hevur skjót
leikan til at bjóða mótstøðu
monnunum av, eins orkan
eisini var til at taka nakrar
djúpar túrar. Hevði størsta
føroyska møguleikan, tá
hann fangaði afturlegging
frá trýstum mótstøðumanni,
men vinkulin gjørdist spísk
ur, og tí megnaði málverjin
at fáa kroppin fyri.
11. Símun Samuelsen,
Keflavík (20/1)
Hevur teir báðar seinastu
landsdystirnar prógva tær
dygdir á landsliðnum, sum
hann støðugt hevur sýnt í
Keflavík. Byrjaði eisini at
taka ábyrgd sum ein av
teimum, sum lyfti lið
felagarnar, og tað ber boð
um eitt yvirskot, sum vit
ikki hava sæð frá vág
binginum áður í lands
liðshøpi. Kann tó enn betra
seg, tá veljast skal millum
innlegg ella dribling.
12. Andrew av
Fløtum, HB (31/1)
Móti væl vaksnu miðverj
unum vóru fortreytirnar hjá
einum einsamøllum áleypara
serstakliga truplar. Í verju
partinum tók Andrew tó íðin
lut, og hóast hetta í løtum
merkti, at hann ikki var
komin niðanaftur, tá føroy
ingar fingu tamarhald á bólt
inum, so var hetta við til at
avlasta føroyska miðvøllin.
15. Egil á Bø, EB/
Streymur (3/0)
Hevur eina deiliga langa tá,
ið mest sum altíð skavar
bóltarnar burtur, tá tað
leikar harðast á. Og er eisini
stinnur
í
luftspælinum.
Hevur hartil tann eginleika,
at hann ger ikki tingini
truplari, enn tey eru, og tí
tykist tað vera so hampuliga
líkamikið, um tað við EB/
Streymi móti Skála ella
Føroyum móti Serbia ella
Rumenia, at spælt verður.
13. Bartal Eliasen,
ÍF (5/0)
Kom inn sum áleypari sein
astu løtuna, tá loftrúmið
skuldi hóttast, men tíðin at
meta um avrikið var ov lítil.
14. Bogi Løkin,
NSÍ (3/0)
Fekk seinastu 12 minuttirnar
á vøllinum, og arbeiddi aftur
hesa ferð fyri sakini. Var
upphavsmaður til møguleik
an, sum Christian Høgni var
um reppið at skora uppá.
17. Andreas Lava
Olsen, Víkingur (2/0)
Fekk gott korter á vøllinum,
og fekk í brotum víst stóra
potentialið. Snaraði ta einu
ferðina fikst mótstøðumann
av sær, men fekk ikki bóltin
aftur í tómrúmið, sum
stóðst av hesum.
Luksemborg skapti
sensatiónina
Luksemborg stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í
HMundankappingini í gjárkvøldi. Luksemborg
spældi ímóti Sveis, og tað eydnaðist teimum úr
Luksemborg at vinna 21. Alphonse Leweck skoraði
sigursmálið fýra minuttir fyri leiklok, og so kundu
teir úr Luksemborg fegnast um ein sjáldsaman sigur.
Talan er um fyrsta HMundankappingarsigurin hjá
Luksemburg síðani 1972!
Mutu gevst á landsliðnum
Um vikuskiftið tapti Rumenia púra óvæntað 30 ímóti Litava í HM
dysti á heimavølli. Hetta fekk øði í rumenar, og venjarin stóð fyri
skotum. Venjarin segði millum annað eftir dystin, at Rumenia hevði
tapt, hóast Adrian Mutu hevði verið tøkur til dystin hann var
skaddur. Hetta hevur gjørt Mutu so illan, at hann vil ikki spæla aftur
á rumenska landsliðnum, meðan Victor Piturca er venjari. Hetta økir
helst um trýstið, sum liggur á venjaranum, eftir at Rumenia tapti fyri
Litava. Eisini hóast talan í gjár gjørdist um sigur á Tórsvølli.
Slitið men sterkt
Skal úrslit spyrjast burturúr, er oftast alneyðugt, at
føroyski málverjin hevur ein góðan dag. Og Jákup
Mikkelsen prógvaði mikukvøldið, at hann veruliga er
førur fyri at toga avrik í heimsflokki fram
Mynd: Álvur