Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 174 - 11. september 2008 ] Morten Olsen hevur skelkað alt Danmark. Venjarin noktaði at koma á tíðindafund eftir sigurin á Portugal í gjár, og heldur ikki vildu spælararnir gera viðmerkignar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á tíðindafundinum eftir dystin kom landsliðsvenj­ arin als ikki út. Ístaðin las pressutalsmaðurin hjá DBU eina fráboðan upp, har Morten Olsen segði, at hann vildi njóta sigurin saman við spælarunum og áskoðarunum. Men at hann ikki hevði hug at tosa við miðlarnar um hetta. Og spælararnir høvdu sama hugburð. Haðani vóru boðini, at teir fegnað­ ust um sigurin, men at teir ikki høvdu stundir at gera viðmerkingar um hetta fyrr enn sunnumorgunin. Uttan iva eitt boykott, sum er íkomið av atfinn­ ingunum, sum miðlarnir seinastu tíðina hava havt móti liðnum. Á 3+, sum sendi bein­ leiðis frá dystinum, var fyrrverandi ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, millum gest­ irnar. Holmstrøm plagar ikki at tiga, um hann er ónøgdur, og hann kallaði støðuna fyri ”rablende sindsygt”. Og hendingin fyllir sjálvandi størsta partin av donsku fótbóltsmiðlunum í dag. Men hóast tey í DBU harmast støðuna, so vilja tey ikki finnast at spælarunum. Spælararnir sjálvir siga, at teir eru troyttir av negativa kri­ tikkinum, sum støðugt hevur verið um landsliðið, og kunningarstjórin hjá DBU, Lars Berendt, vil ikki gera meira við hetta. ­ Eg veit væl, at tað eru tíðindafólk, sum halda, at vit skuldu noytt spælarar­ nir at komið á tíðinda­ fundin. Tvang ber tó sjáld­ an nakað positivt við sær, og tað er avgjørt ikki tað, sum vit hava í huga, sigur Lars Berendt við heima­ síðuna, bold.dk. Veruleikin er, at Rumenia ikki longur hevur eitt lið í heims­ flokki. Og tí heldur Sorin Cobana, sjón­ varpstíðindamaður, at atfinningarnar móti rumenska liðnum ikki altíð eru eins rættvísar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sorin Cobana starvast á rumenskari sjónvarpsrás, og tí hevði hann longu fing­ ið sítt, tá skrivandi starvs­ felagar hansara gjørdu seg til reiðar at húðfletta Victor Piturca. Men í mun til fleiri av starvsfeløgunum, so helt Sorin ikki, at ágangurin móti venjarnaum var heilt rættvísur. ­ Fyrst og fremst, so vunnu vit dystin, og tað eiga vit at fegnast um. Tíverri er tað so, at spælihátturin verður settur eins nógv í fokus sum úrslitið. Heima høvdu fólk rokna við meira flótandi spæli, og tað er eisini rætt, at vit fyri 10­15 árum síðani høvdu spælarar, sum veruliga kundu hugtaka fótbóltselskarar. ­ Tá var tað eisini so, at fólk flest settu fótbólts­ landsliðið langt oman fyri restina av rumenskum ítrótti. Men í dag eiga vit ikki eitt lið, sum veruliga er í heimsflokki. Og tí er støð­ an í dag meira, sum hon plagdi at vera, sigur Sorin Cobana. Kanska tí tit ikki longur hava ein Hagi, ein Popescu ella ein Lacatus? ­ Ja. Tað eru spælarar, sum vit ikki eiga í dag. Fólk vilja fegin hava, at liðið skal spæla sama fótbólt, sum vit gjørdu tá, men tað klára vit ikki. ­ Hartil eru eisini fleiri gølur í heimligu kappingini. Tað ljóðar, at fleiri vilja sleppa framat valdinum í rumenska fótbóltssamband­ inum, og tað er eisini við til at leggja trýst á spælarar og venjara, tí tey fáa ikki tann arbeiðsfriðin, sum er neyðugur. ­ Men samstundis hava vit eina støðu, har spælið ikki er nóg gott, og har úrslitini heldur ikki eru nøktandi. Við allari virðing fyri Føroyum, so eigur tað at vera munur á rumenska og føroyska landsliðnum, men tann munurin var ikki altíð so sjónligur í dag. Vit fingu trý stig, men mátin, sum vit fingu hesi uppá, var ikki nøktandi fyri fólkið, sigur Sorin Cobana. Og heima eru miðlarnir eisini í fullari ferð við at húðfletta liðið. Har verður skrivað, at rumensku yrkis­ spælararnir við neyð og deyð stríddu seg til sigurs móti einum føroyskum liði, sum bara telur fýra útisetar, meðan restin av spælarunum eru lærarar, politistar og bókhaldarar. Enn situr Victor Piturca tó í venjara­ stólinum, men tað kann væl verða, at trýstið á hann og fótbóltssambandið annars gerst somikið stórt, at eitt skifti gerst neyðugt. Órættvíst trýst Olsen fekk nokk Hóast hann framvegis verður roknaður sum sterki maðurin í donskum fótbólti, so hevur ágangurin móti Morten Olsen verið harður. Og tá Danmark í gjár vann óvæntað í trupla útidystinum móti Portugal, nýtti venjarin høvið at siga takk fyri seinast Mynd: Polfoto Leygardagin verður kappast um FM­ heitið í einkulstarti Súkkling Tíðindaskriv Kappingarnar verða í ár hildnar í Vágum. Vanliga hava hesar kappingar verið hildnar í Havn, har súkklað hevur verið til Kaldbak og aftur, men vegna nógvu ferðsluna, sum er á hesum vegastrekki, verður tað ikki mett sum ráðiligt at halda kappingini har. Teinurin er frá FK í Miðvági, eftir Vatnavegnum og niðan í brekkuna móti Flogvøllinum og aftur til FK í Miðvági. Hesin teinurin skal súkklast tríggj­ ar ferðir. Kappast verður í hesum bólkum, bæði kvinn­ ur og menn: Sjálv kappingin byrjar klokkan 13. FM í einkultstarti FM-kappingin verður í ár flutt úr Havn til Vágoynna Áttu sjálvir skuldina Eftir tapið hjá Portugal móti Danmark, staðfesti miðvallarin, Deco, at hann og liðfelaganir á portugisiska landsliðnum sjálvir áttu skuldina fyri tapið. ­ Tað hevði alstóran týdning hjá okkum at vinna, tí talan er um beinleiðis kappingarneyta í kapprenningini um pláss í HM­endaspælinum. Tá vit komu á odda 2­1, hildu vit ikki, at vit kundu tapa. Og tað kostaði okkum nógv móti einum liði, sum ikki vildi tapa, segði Deco eftir dystin. Óheppin støða Aðalskrivarin hjá danska fótbóltssambandinum sigur, at hann heldur talan vera um eina óhepna støðu, nú landsliðið hevur boy­ kottað donsku miðlarnar. – Spælararnir eiga avgerðina, og hana bakki eg sjálvandi upp. Men eg haldi, at talan er um eina óhepna støðu fyri allar partar. Eg kann ikki noyða nakran til nakað, men eg bæði vóni og rokni við, at vit koma víðari í hesum, sigur Jim Stjerna Hansen, aðalskrivari. Vit hava ikki longur somu spælarar, og tí kunnu vit ikki krevja eins vakurt fótbóltsspæl. Men rumenska fólkið vil ikki uttan víðari góðtaka hesa frágreðing, sigur Sorin Cobana Mynd: Álvur Haraldsen