hósdagur 11. september 2008síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 174 - 11. september 2008
Tónleikur
SAMRØÐA
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Týr hava ikki verið nakað serliga
sjónligir á føroyska tónleikamarkn
aðinum seinastu árini; hvørki í
miðlum ella á pallum. Tað er ikki
fyrr enn nú í seinastuni, síðani
fløgan Land varð útgivin í vár, at
fokusið er byrjað at koma aftur á
bólkin her heima á klettunum.
Men hví hevur so lítið verið at
sæð til Týr her heima?
At vit ikki hava verið so nógv
frammi í Føroyum seinastu árini,
er okkara egna skyld. Um mann
skal vera sjónligur, má mann
gera tað sjálvur. Mann kann ikki
vænta, at onnur gera tað fyri seg.
Ert tú ikki spildurnýggjur og
spennandi ella sjálvur virkin við
at senda uppdateringar um tíð
indi út, dettur tú niður ímillum.
Men hetta hevur nú eisini verið
orsakað av, at vit hava manage
ment í Eysturríki, og teirra fyrsti
prioritetur fyri marknaðarføring
ikki hevur ligið í Føroyum. Vit
hava arbeitt hart í langa tíð fyri
at koma fram aðra staðni. Tað
hevur riggað, og tíðin er nú
komin til, at mann aftur vendir
eyguni móti heimlandinum og
fjepparunum her, greiðir Heri
Joensen, oddamaður í Týr, frá.
Umfatandi sáttmáli og
freistandi tilboð
Týr skrivaðu sáttmála við útgávu
felagið Napalm Records í januar
2006. Avtalan ljóðaði uppá, at teir
skuldu endurútgeva fløguna Eric
the Red (sum kom út hjá Tutl í
2003) umframt at geva tríggjar
originalar fløgur út, sum Napalm
skuldi gjalda eina ávísa upphædd
fyri. Nú hava teir givið tvær origi
nalar fløgur út hjá teimum, Ragna
rok og Land, men beint áðrenn
Land kom út, fekk bólkurin tilboð
frá Napalm um at hækka upp
hæddina per fløgu, um teir søgdu
ja til at gera fýra originalar fløgur
ístaðin fyri tríggjar.
Tað søgdu vit skjótt ja til. Tað
er ein heiður at fáa sáttmálan
víðkaðan á hendan hátt og vísir
bara, at hetta samstarvið riggar,
og at vit gera okkurt rætt.
Vit royndu eina tíð í 2004 at
fáa avtalu við Intromental
Booking í Danmark, men har var
ikki nóg stórur áhugi. Tað steðg
aði tó ikki upp har. Tey høvdu
nevniliga kontakt við Napalm og
sendu teimum eina fløgu hjá
okkum, tí tey hildu, at vit vóru
akkurát nakað fyri teir. Síðst í
2004, fyrst í 2005 byrjaðu vit
samskiftið við Napalm og
arbeiddu í umleið hálvt annað ár
við at semjast um sáttmálan. Í
hesum tíðarskeiðinum vóru
onnur plátufeløg, ið vístu áhuga
fyri okkum, men sáttmálin við
Napalm bleiv at enda so góður,
at vit ikki kundu annað enn siga
ja til samstarvið og skrivaðu
síðani undir í 2006, sigur Heri.
Mongdin av konsertum
fleirfaldaðist
Týr høvdu verið eitt sindur uttan
lands og spælt, áðrenn teir gjørdu
samstarvið við Napalm Records.
Men tað var langt ímillum og
fáar konsertir hvørja ferð. Nú
byrjaðu teir knapliga at spæla
eina rúgvu úti um landoddarnar.
Bara í 2006 spældu teir 50
konsertir, harav einans tríggjar
ella fýra í Føroyum.
Vit komu ordiliga í gongd
sum bólkur, tá vit høvdu skrivað
Týr fresa avstað kring heimin; 100 konsertir
uttanlands bara í ár, og gittarleikarin Terji
Skibenæs hevur fyri kortum undirskrivað
avtalu við Ibanez, ein av heimsins størstu
gittarframleiðarum. Her heima frættist
tó óvanliga lítið um bólkin, men í dagsins
blaðið tosar Sunneva H. Eysturstein við Hera
Joensen, familjumann, lærara, sangskrivara og
oddamann í Týr, um hvat í botn og grund rørist
hjá bólkinum bæði her sum úti
Týr:
Hart arbeiði at klíva upp til toppin
Heri Joensen er
familjumaður,
lærari, sangskrivari
og oddamaður í
Týr. Helvtina av
árinum spælir hann
víkingametal fyri fullum
útblástri kring heimin,
og hina helvtina er
hann heima í Runavík
við familjuni og
undirvísir