Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-11, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 2008síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

53 Nr. 174 - 11. september 2008 Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi? Skriva til sunneva@sosialurin.fo Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo undir avtaluna við Napalm. Hetta er eitt plátufelag, sum hevur eitt nógv størri marknaðarførings­ apparat, enn nakar her um leiðir hevur. Og tað hevur gott sam­ starv við booking felagið Listen Up, sum hevur staðið fyri at bóka okkum allar tær mongu konsertirnar, ið vit hava spælt tey seinastu trý árini. Um heystið tað árið gav bólk­ urin fløguna Ragnarok út, sum blásti alt um koll, og spældi eisini í fjør umleið 50 konsertir uttanlands. Í mai í ár góvu teir seinastu fløguna, Land, út, og koma at hava spælt í minsta lagi 100 konsertir uttanlands, tá hetta árið er av, sum er stórt met hjá teimum. Higartil hevur Týskland, Eysturríki og Sveits verið høvuðs­ marknaðurin hjá Týr, tí har eru nógvir festivalar, og teir hava nógvar trúðfastar fjepparar har. Men nú er Amerika møguliga eisini komið upp í part. ­ Vit vóru í Amerika í mai í ár fyri at promovera Land, og tað gekk yvir allar vónir; bæði viðvíkjandi sølu, uppmøting og móttøku yvirhøvur. Vit eru í grundini blivnir betri móttiknir í Amerika enn í Europa. Har er avgjørt potentialið fyri okkum, og vit arbeiða eisini longu nú við einum túri næsta ár, tá vit eftir ætlan skulu geva eina fløgu út afturat. Ibanez gjørt seravtalu við Terja Skibenæs Terji Skibenæs, gittarsnillingurin í Týr, hevur fingið avtalu gjørda við heimskenda gittarframleiðslu­ merkið Ibanez. Hetta er nokk ein tann størsti heiðurin, ein gittarleikari kann fáa, ið áður er givin heimsins bestu gittarleikar­ um, harav teir kendastu (í hvussu er her á leiðum) munnu vera Joe Satriani, Steve Vai, Mick Thom­ son úr Slipknot, James »Munky« Shaffer úr Korn, og Martin Hagstrom og Fredrik Thordendal úr Meshuggah. ­ Tá vit spældu í Los Angeles í vár kom ein maður frá Ibanez at tosa við Terja. Eg veit ikki, um teir høvdu hitst fyrr, men teir avtalaðu í hvussu er tá, at Terji skuldi fáa hesa avtaluna. Hann fer nú at fáa nakrar gittarar ókeypis frá teimum; tey senda honum teir gittararnar, hann skal brúka, tá vit fara á konsertferð, soleiðis at honum ikki nýtist at taka teir við sjálvur; og so skulu tey gera ein spildurnýggjan gittara til Terja. Tað verður helst ein »Terji Skibenæs signature«, also eitt slag fyri seg, sum Terji hevur sagt, hvussu skal síggja út og hvat skal á. ­ Tað er ikki ein og hvør, sum fær eina slíka avtalu bjóðaða. Nógvir stórir gittarleikarar hava fingið heiðurin. Sjálvandi eisini minni kendir, og rúgvan er nokk eisini vorðin rættiliga stór eftir hondini, men tú skalt hava nakrar ógvuliga góðar dygdir, fyri at sleppa uppí handan flokkin. Tað er heldur einki at ivast í, at Terji er ein fantastiskur gittarleikari. Tekniskt er hann klárt tann besti í Føroyum, og er eisini vorðin kendur fyri tað við tíðini. Tað er tað nokk eingin, sum hevur sæð hann live, ið ivast í. Hann er eitt talent, sum Ibanez vil satsa uppá, og eg rokni við, at tað kann fáa navnið hjá honum væl fram, um tey fara at brúka hann í markn­ aðarføringini hjá sær. So tað er avgjørt gott bæði fyri Terja og fyri Týr, staðfestir Heri. Útlendska móttøkan av tónleikinum Her í Føroyum hoyrist frá degi til dags, at tað gongur framúr væl hjá Týr í útlondunum. Men hvussu hevur í roynd og veru gingið, og hvussu er tónleikurin blivin móttikin uttanlands? ­ Hendan seinasta útgávan hjá okkum, Land, hevur ikki verið so væl móttikin, sum tann síðsta, Ragnarok, ið kom út í 2006. Eric the Red fekk heilt góða móttøku, tá hon varð endurútgivin í 2006. Eg rokni við, at tað var tí, at fólk ikki høvdu hoyrt hetta fyrr og vóru forvitin eftir, hvat hetta var fyri nakað. Tá so Ragnarok kom út, vóru øll á einum máli um, at tað var fantastiskt og spennandi, og hon bleiv róst til skíggja. ­ Land hevur fingið eina heilt aðra móttøku og ikki so góð um­ mæli. Onkur heldur hana vera líka góða og betur enn Ragnarok, onkur heldur hana ikki vera líka góða sum Ragnarok, men tey flestu eru samd um, at hon er tann ringast atkomiliga. Hetta er nokso løgið, tí at faktiskt var tað øvugta meiningin. Eg royndi at gera hana einfaldari, meira beint fram, men hon hevði fullkomiliga øvugta effekt. Tey flestu eru tó eisini samd um, at Land er stórsligin, sum eisini var meiningin, og tíbetur er komið ígjøgnum. Men hetta vísir bara, at mann kanska skal gera tað enn einfaldari, enn mann roynir, greiðir Heri frá. Endamálið røkkur Tað kann ikki sigast annað enn, at tað gongur væl hjá Týr á leiðini niðan bakkan at náa toppin. Men kunnu teir liva av tónleikinum? Og hvat er málið hjá teimum sum bólkur? ­ Fremsta endamálið hjá einum tónleikara er nokk altíð at tjena pengar, soleiðis at mann kann liva av tí. Vit eru allir til arbeiðis, tá vit eru heima og kunnu enn ikki reiðiliga liva av tónleikinum aleina, men mann ger tað jú ikki bara fyri pengarnar alíkavæl. Bara tað at kunna fara út vit sín­ um tónleiki, er løn í sær sjálvum. ­ Tað, sum eg royni at fáa ígjøgnum við okkara tónleiki, og tað, sum eg gangi uppí, er Norrønu felagsmentanararvur. At kunna brúka hesa stóru fortíðina uppá ein dagførdan máta, siga frá ígjøgnum ein viðkomandi miðil og gera tað atkomiligt fyri øllum teimum, sum vilja lurta at tí. Tað vísir seg eisini at rigga væl. Nógv fólk kenna okkum millum annað frá »medieval reenactment groups«; amerikanskum felags­ skapum, sum liva seg ígjøgnum hetta við at uppstilla bardagar og spæla víkingar. Eg haldi, at tað er eitt sindur barnsligt, men tað er stuttligt at síggja, hvussu høgt fólk ganga uppí tað, seta seg inn í søguna, læra seg føroyska málið og so framvegis. Eg havi møtt í minsta lagið 20 persónum, bæði týskarum, amerikanarum og póllendingum, sum hava lært seg føroyskt; summi betur enn onnur. So eru tað eisini summi, ið ikki ganga so høgt uppí alt tað, men bara halda, at tónleikurin er góður, og tað er eisini gleðiligt. ­ Tað gongur væl hjá okkum í løtuni, og eg vóni, at vit um fimm ár kunnu vera akkurát har, sum vit eru nú, bara ganga inn­ tøkurnar við fimm. Vit eru nú í gongd við at leggja eina stóra konsertferð til rættis næsta ár. Og so arbeiða vit eisini við tilfari til eina nýggja fløgu, sum vónandi kemur út næsta ár. Hetta kann eg tó ikki siga so nógv um beint nú, tí tað er ikki fastlagt enn. Annars skulu vit á konsertferð nú í august mánaða til millum annað Ísland, Danmark, Niðurlond, Belgia, Sveits, Italia, Týskland, Eysturríki, Kekkia og Ungarn. Og so taka vit tað harfrá. Vitja Týr á myspace.com/tyr1 og hoyr tónleik av Land (2008), Ragnarok (2006), Eric the Red (2003) og How Far to Asgaard (2002). Sí annars fløgusavn, live myndir og videoløg og les meira um bólkin á tyr.net Týr hava seinastu trý árini havt nógv at gjørt úti um landoddarnar. Í 2006 og 2007 spældu teir í minsta lagi 50 konsertir um árið, og hetta árið hava teir havt 100 útlendskar konsertir á skránni Terji Skibenæs hevur skrivað undir sáttmála við Ibanez; ein av heimsins størstu gittarframleiðarum