fríggjadagur 12. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 175 - 12. september 2008
Næsta ár verður
munandi færri íløgur
gjørdar í Tórshavnar
Kommunu enn í ár
Fíggjarætlan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Næsta ár verður munandi
minni virksemi í Tórshavnar
Kommunu, enn tað varð
stungið út í kortið fyri í ár.
Tilsamans verður fíggjar
ætlanin fyri næsta ár ein
fimting lægri enn hon er í
ár.
Serliga er tað viðvíkjandi
íløgunum, at kommunan
tekur fótin av spitaranum.
Í ár eru 277 milliónir sett
ar av til íløgur í kommununi,
men næsta ár er ætlanin at
minka íløgurnar niður í 105
milliónir.
Annars fer sjálvur rakst
urin av kommununi at kosta
10 milliónir meiri næsta ár
enn tað ger í ár.
Men harafturat verður
mett, at Tórshavnar Býráð
skal betala 8,2 milliónir í
lánsgjøldum næsta ár.
Serliga hetta síðsta var
eitt, sum andstøðan í býráð
num harmaðist um, tí í ár er
lánsgjaldið
bara
eina
millión.
Jan Christiansen segði, at
hetta varð úrslitið av einum
skilaleysum íløgupolitikki,
tí hevði meirilutin dugað
sær hógv og ført ein ábyrgd
arfullan
íløgupolitikk,
hevði tað saktans borið til
at hildið fast um politikkin
hjá undanfarnu býráðum
um at sleppa av við skuld
ina.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri svaraði aftur, at tað
var neyðugt at gera stórar
íløgur, eitt nú í skúlaverk, tí
tað hevði kommunan onki
gjørt við í mong ár. Sostatt
verða skúlar nú bygdir fyri
400 milliónir.
Talan er um skúlan á
Løgmannabreyt og skúlan á
Argjum, men teir eru nú
komnir so mikið áleiðis, at
bara teir gera, at íløgutørv
urin fer at minka munandi
tey næstu árini.
Men hann gjørdi sam
stundis greitt, at lán verða
ikki tikin uttan at tað verður
neyðugt og tað er ikki sagt,
at kommunan kemur so
langt við ætlaðu íløgunum í
ár, at brúk verður fyri lán
tøku.
Jan Christiansen helt, at
fyri so vítt sá ætlanin fyri
næsta ár ábyrgdarfullari út,
enn fíggjarætlanin í ár.
Nú skal hon til viðgerðar
í teimum ymsu nevndunum
og hann stúrdi fyri, at tá ið
hon hevði verið ígjøgnum
tað mylluna, fór hon at
verða hækkað munandi, tí
ynskilistin
hjá
teimum
ymsu býráðslimunum er
uttan iva stórur og tí fara
íløgurnar helst eisini at
hækka munandi.
Ikki samsvar
Størsta einstaka kommunala
útreiðslan
er
framvegis
barnaansingin, sum næsta
ár hækkar eitt prosent til
139 milliónir. Næststørsta
útreiðslan
eru
teknisku
veitingarnar, sum standa í
stað og fáa 114 milliónir.
Tilsamans javnvigar fíggj
arætlanin hjá Tórshavnar
Kommunu næsta ár við
617,7 milliónum. Tað er
155 milliónir minni enn í
ár, tí fíggjarætlanin nú javn
vigar við 772,7 milliónum.
Onkrir býráðslimir førdu
fram, at tað er ikki rættiligt
samsvar ímillum tað, sum
meirilutin í býráðnum hev
ur boðað frá, at hann ætlar
sær at gera av íløgum og
upphæddina, sum er sett av
næsta ár.
Høgni
Michelsen
og
Beata L. Samuelsen fregn
aðust tískil eftir, hvørjar
íløgur skuldi gerast og,
hvørjar skuldi bíða.
Eitt nú varð beinleiðis
spurt eftir ætlaðu ábótunum
á ítróttarhøllini á Nabb, ætl
anini at byggja fimleikara
høll við Tórsvøll, ætlanini
at byggja ellisdepil og ætl
anini at byggja Sankta
Frans Skúla út og gera ábøt
ur her.
Heðin Mortensen kundi
ikki fara í smálutir við íløg
unum, men hann staðfesti,
at Sankta Frans Skúli og
eldraøkið vóru við í útbygg
ingarætlanunum.
Býráðið í Havn tekur
fótin av spitaranum
Ránsmaður í songini
Seint í nátt vaknaði ein maður í Rødovre. Tað er onki løgi í tí, men tað
løgna er, at tá ið hann vaknaði sær hann ein mann fyri endan av songini.
Maðurin vísti seg at vera ein ránsmaður, og maðurin í húsinum varð
hóttur at fylgja ránsmanninum runt í húsinum at leita eftir virðislutum,
fyri síðani at geva ránsmanninum teir. Løgreglan fekk boð um ránsmann
in klokkan 02.52, tá konan ræðslusligin ringdi til løgregluna og greiddi
frá málinum. Løgreglan kom skjótt á staðið, men tá var maðurin rýmdur.
Hundarnir hjá løgregluni funnu hann lítla løtu seinni, og handtóku hann.
Maðurin er ikki óður í høvdinum, men hevur trupulleikar og vildi sleppa
aftur í fongsul, hagani at var komin fyri kortum.
Øktur kvinnuleiklutur á ferð
Demokratia, nevndin fyri øktum
kvinnuleikluti í politikki, fer at hava
almenna fundarrøð kring alt landið
komandi tvær vikurnar. Samfelagsfrøðingur
hugleiðir í sambandi við, at í ár eru 100 ár,
síðan kvinnur fingu valrætt til
kommunuval. Fjølmiðlafólk gevur góð ráð
um framløgu og taluteknikk. Aftaná
verður kaffi og kjak. Sí eisini www.
demokratia.fo. Fundirnir eru ókeypis.
Meirilutin í Tórshavnar
Býráðið ætlar at tálma
virkseminum munandi
næsta ár, men býráðslimir í
minnilutanum meta, at tað
fer nokk at ganga øðrvísi
Skráin fyri fundirnar