Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 175 - 12. september 2008 Avtala undirskrivað um nýggjan radara - Sjálvt um nýggi radarin skal tæna reinum sivilum endamáli, er tað ein gleði, at kupulin aftur fer at gera tað gagn, hann í sínari tíð varð bygdur til, sigur Færøernes Kommando Færøernes Kommando sigur, at nýggi radarin skal brúkast av sivilu loftferðslutænastuni og geva upplýsingar um flogfør í loftrúm­ inum yvir Føroyum, sum er ein partur íslendska ICAO­ ábyrgdarøkinum RadaRi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Færøernes Kommando og Naviair hava nú skrivað undir avtalu um at seta upp ein nýggjan radara á Sorn­ felli til sivila loftferðslu­ tænastu. Undirskrivingin fór fram týsdagin, 9. september. Avtalan byggir eitt nú á, at Naviair leigar teir fasilitetir, sum longu eru á Sornfelli, eftir at radarin har er tikin niður. Á heimasíðuni hjá Færøer­ nes Kommando verður sagt, at arbeiðið at seta upp nýggja radaran nú kann byrja, og tá hetta er gjørt, kann skipanin stillast, og fólk kunnu fáa neyðugu upplæringina og venjing í at handfara radarskipanina. Tað er franska felagið Thales, sum fer at seta skipanina upp fyri Naviair, og eftir æltan skuldi alt kunnað verið klárt um ein mánaða. Færøernes Kommando sigur, at nýggi radarin skal brúkast av sivilu loftferðslu­ tænastuni og geva upplýs­ ingar um flogfør í loftrúm­ inum yvir Føroyum, sum er ein partur íslendska ICAO­ ábyrgarøkinum. ­ Sjálvur radarin virkar eftir IFF­prinsippinum, sum merkir, at flogfør senda út upplýsingar um tey sjálvi, sum síðan verða tiknir upp á radaranum. Hetta verður – í sivila heim­ inum – rópt SSR, sum er ein stytting fyri Secondary Surveillance Radar. Færøernes Kommando fegnast um, at nýggjur radari nú kemur at »húsast« í kuplinum á Sornfelli, eftir at kupulin í meira enn eitt ár hevur staðið tómur. ­ Sjálvt um hesin radarin skal tæna reinum sivilum endamáli, er tað ein gleði, at kupulin aftur fer at gera tað gagn, hann í sínari tíð varð bygdur til. Tað vóru teir báðir, tekn­ iski stjórin hjá Naviair, Bent Fog og ovastin hjá Færøernes Kommando, Per Starklint, sum undirskrivaðu avtaluna millum partarnar. Felagið Naviair er ein donsk ríkisfyritøka, sum tekur sær av loftferðslutæn­ astu í flestu donskum flog­ havnum, umframt í Føroy­ um og Grønlandi. Felagið syrgir fyri, at fólk fáa útbúgvingar og eftirútbúgv­ ingar, sum síðan manna tornini í ymisku floghavn­ unum. Avtalan millum Færøernes Kommando og Naviair verður undirskrivað av ovastanum, Per Starklint og tekniska stjóranum, Bent Fog Mynd: C. Thomsen fiskavøru ararnir fiska, eru munandi øktar, og hetta setir sera stór krøv til manningina. Kryvjimaskinan má metast sum eitt stórt framstig, ið lættir um hjá manningini, men vandin er ein verri hagreiðing, sum gevur lægri úrtøku. Hvat gera vit? ­ Tað hevur verið ført fram, at óneyðugt er at blóðga fiskin – at tað í roynd og veru einans ræður um at fáa fiskin kruvdan og í ís sum skjótast. Ikki er heilt einki rætt við hesum sjónarmiði, tí lítil meining er í at blóðga deyðan fisk. Verkfrøðingurin vísi á, at trupulleikin er stóru hálini sum gera, at manningin ikki megnar at kryvja undan, serliga við smáttfallandi fiski – og tá er jú trupult at skula blóðga fiskin eisini. ­ Spurningurin er tí, um vit skulu sláa okkum til tols við, at partrolararnir og kanska aðrir partar av fiski­ flotanum við, avreiða eina rávøru, sum kundi verið betri – ella um vit skulu stremba eftir at skapa betri umstøður og útgerð, so skipini kunnu avreiða fyrsta floks rávøru. Helgi heldur, at um vit taka av avbjóðingini, kunnu fleiri møguleikar hugsast, sum kunnu verða viðvirk­ andi til at menna fiskivinn­ una, soleiðis at størri virðir verða skapt úr somu rávøru. Í greinini í Sjóvarmál vísir verkfrøðingurin á nøk­ ur viðurskifti, ið kunnu hava týdning í hesum sam­ bandi. ­ Fiskiskapurin kann stýr­ ast betur við avmarkingum í støddunum á hálum, soleiðis at hálini kunnu avmarkast til tað, sum manningin klárar at blóðga og kryvja undan. Í øðrum lagi kunnu útgreiningar gerast, sum kunnu staðfesta fløskuháls­ arnar í skipanini. ­ Arbeiðsorkan umborð kann økjast við at seta meira fólk inn á fløskuhálsin – ella at automatisera partar av framleiðsluni, eitt nú blóðgingina. Hetta krevur so menning av nýggjari útgerð. Í triðja lagi vísir Helgi á, at partur av arbeiðnum kann flytast til lands. ­ Skipast kann soleiðis fyri, at fiskurin verður blóðgaður umborð og kruvdur í landi – fyri ein part av túrinum ella árinum, tá hetta ber til. Helgi Nolsøe sigur, at umstøðurnar umborð á tí einstaka skipinum hava stóran týdning. ­ Men altavgerandi er hugburðurin og viljin til at troyta møguleikarnar, sigur verkfrøðingurin. Norskar kanningar vísa, at blóðging hevur stóran týdning fyri dygdina á lidnu fiskavøruni Mynd: Fiskirannsóknarstovan Nýtt BMW savn í München Í heimbýnum hjá BMW í Týsklandi, München, hevur BMW nú latið upp eitt spildurnýtt BMW savn, sum er 5.000 fermetrar til støddar. Savnið, sum er bygt við síðuna av høvuðsætinum hjá BMW, rúmar øllum BMW motorsúkklum og bilum, frá teimum elstu til dagin í dag. Fyri tey, sum leggja leiðina gjøgnum Týskland, kunnu vit nevna at savnið er opið týsdag til fíggjadag frá 9 til 18 og í vikuskiftinum frá kl. 10 til 20.