fríggjadagur 12. september 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 175 - 12. september 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Latið Atlantsflog
selja tollfrítt
Fyrradagin beyð nevndin fyri Vága Floghavn
út alment raksturin av av virksemi við
tollfríum vørum á flogvøllinum í Vágum.
Hetta er ein gamal tanki, ið um síðir verður
veruleiki. Fleiri hava longu verið á bananum
og vilja tryggja sær rættin til hesa sølu,
bæði ferðaskrivastova og flogfelag.
Stjórin í Atlantsflog hevur ført fram, at
tollfría sølan hjá felagnum er ein týðandi
partur av inntøkugrundarlagnum hjá
flogfelagnum – og eitt parametur, sum er
við til at halda ferðaseðlaprísinum niðri. Um
henda søla verður tikin frá flogfelagnum, so
er bert ein gongd leið, tað er at tryggja sær
hesa inntøku við øktum ferðaseðlaprísum.
Atlantsflog hevur leingi havt ynski um at
flyta tollfríu søluna úr flogførunum og
niður á jørðina. Hetta fyri at flogførini skulu
kunna bera fleiri ferðafólk og fyri at minka
um CO2 útlátið pr ferðafólk.
Uttan iva hevur Vága Floghavn fullan rætt
at bjóða tollfríu søluna út í fríari kapping.
Men vit eiga at hava í huga, at hetta kann
verða ein álvarsom hóttan fyri búskapin í
føroyskari loftferðslu. Um so er, at onkur
annar veitari fær hendan handil um hendi
– tað veri seg føroyskur ella útlendskur,
so vantar hendan inntøkan í føroyska
loftferðslukervinum, og tað kann bara elva
til dýrari prísir fyri brúkaran í síðsta enda.
Vit kunnu halda tað vit vilja um okkara
ferðafólkaflutningsfeløg og um prísirnar,
sum vit altíð halda vera í hægra lagi. Men
vit eiga ikki at gloyma, at vit hava eitt før-
oyskt Atlantsflog og eitt føroyskt Smyril
Line – sum við støð í Føroyum megna at
røkja alla okkara flúgving og sigling og
sum hava útkonkurrerað sterkar útlendskar
kappingarneytar. Hetta er ikki øllum beskor-
ið - og virði, sum grannar okkara í Hetlandi,
Orkneyoyggjum og Íslandi ikki hava.
Aktørarnir í Vága Floghavn eiga sjálvsagt
at samstarva og gera sær dælt av teimum
synergium, sum kunnu fáast burtur úr
samstarvi. Ein av hesum synergium er at lata
Atlantsflog sleppa at flyta tollfríu søluna úr
flogførunum og niður á flogvøllin.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Nú um dagarnar er varpað
ljós á umstøðurnar hjá før
oyskum pensjónistum og eru
søgurnar ikki tespiligar. Vit
hava pensjónistar í hesum
landi, ið ikki hava til dagligt
breyð. Vit hava pensjónistar,
ið ikki hava ráð til at hita sær
húsini upp. Vit hava pensjón
istar, ið ikki hava ráð til at
ganga saman í hjúnarlag. Um
vit høvdu hagtøl, ið vísa,
hvussu nógv liva undir fá
tækramarkinum í Føroyum,
so hevði óivað nógvir pen
sjónistar komið undir hesa
áseting, men kanska tora vit
ikki at síggja skriftina á
vegginum, og tískil hava vit
ongi tílík hagtøl.
Tað er bæði syrgiligt og
pínligt at hoyra um hesu
mongu pensjónistar, ið eru so
illa staddir, at vit kunnu ikki
loyva okkum at lata standa til
longur. Tað hjálpir ikki at
bíða til 2050, tí tað hava vit
lagt mangan pensjónistin í
grøvina, orsaka av politisk
um maktarloysi. Tað má okk
urt henda her og nú. Hækk
andi oljuprísir og hækkaðu
útreiðslurnar hjá húsarhald
inum eru ikki við til at bøta
um viðurskiftini og umstøð
urnar hjá pensjónistunum
Fólkaflokkurin er longu
farin til verka til tess at bøta
um umstøðurnar hjá føroysku
penjónistunum. Ì fyrsta umfari
eru tað pensjónistarnir, ið enn
eru arbeiðsmarknaðinum, ið
Fólkaflokkurin vil veita eina
hjálpandi hond. Tað er ein stór
andsøgn í tí, at vit gera lógar
uppskot fyri at innføra
fremmanda arbeiðsmegi, alt
ímeðan at vit forða teimum
føroyingum, ið framvegis hava
møguleika og vilja til at virka
á arbeiðsmarknaðinum.
Sjálvsagt skal ein pen
sjónistur hava rætt til at fara
á pensjón, tá ið hann fyllir
67. Lívið er eitt res, og tað er
heilt náturligt, at fólk hava
tørv á at kunna njóta teirra
otium. Men framvegis eru
tað nógv eldri, ið vilja vera á
arbeiðsmarknaðinum eitt
sindur longur, og eiga tey at
hava rætt og møguleika til
tess. Tað eru fleiri góð argu
ment fyri hesum. Tað styrkir
tann einstaka fysiskt við at
vera virkin hvønn dag, ið er
gott fyri likal og sál. Eisini
styrkir tað um tann sosiala
partin; tí tað er gott at koma
út ímillum fólk heldur enn at
sita heima í einsemi. Harum
framt kann ein pensjónistur
geva vitan og førleikar frá
sær til yngri starvsfelagar, ið
ikki eru so royndir innan eitt
ávíst fak ella yrki.
Tey eldru verða straffaði á
arbeiðsmarknaðinum
Um ein vanligur pensjónistur
forvinnur meira enn 54. 000
um árið, verður hann straff
aður við at skula gjalda 60
krónur fyri hvørja 100 krón
ur, hann forvinnur meira enn
hesar 54.000. Hetta gevur
onga meining serliga í hesum
døgum, tá ið vit vanta
arbeiðsmegi, og at pensjónist
ar hava ilt við at fáa endarnar
at røkka saman. Eisini verður
oljustudningurin tikin burtur
um ein pensjónistur
forvinnur meira enn 54.000
um árið. Hví skulu fólk
straffast fyri, at tey hava hug
til at forvinna sær nakrar
eyka krónur. Hetta virkar
sera margháttligt, tá ið vit
kenna til umstøðurnar hjá
føroysku pensjónistunum.
Mótrokningin í viðbótini
skal lækka
Fyri at bøta um umstøðurnar
hevur Fólkaflokkurin lagt eitt
uppskot fyri tingið, ið lækkar
mótrokningina í viðbótini úr
verandi 60 krónum fyri
hvønn 100 seðil niður í 30
krónur. Við øðrum orðum at
lækka marginalskattin úr
60% niður í 30%. Best hevði
verið, um markið 54.000 kar.
antin varð tikið burtur ella
hækkað munandi, soleiðis at
ongin mótrokning varð í
viðbótini. Fólkaflokkurin vil
kanna, um møguleiki er fyri
hesum og um ein politisk
semja kann finnast um hetta
týdningarmikla mál.
Fólkaflokkurin fór uppá
val við tí málsetningi, at brúk
skal vera fyri øllum, og vit
meta sanniliga, at brúk er
fyri teimum eldru, ið fram
vegis hava møguleika og hug
til at virka á arbeiðsmarkn
aðinum. Tað gevur als onga
meining at tvinga fólk at seta
seg aftur, at straffa tey um
tey forvinna sær nakrar eyka
krónur. Vit hava tørv á dyna
mikki og fleksibiliteti á før
oyska arbeiðsmarknaðinum
heldur enn stringentar reglur
og mannagongdir, ið drepa
alt virkisfýsni. Hetta er
tíverri sum í mongum øðrum
lutum galdandi í Føroyum,
og tað er uppá tíðina, at vit
politikararir gera skipanir, ið
eru fleksiblar á øllum stigum.
Gráa gullið verður ikki virt i Føroyum
Løgtingskvinna fyri
Fólkaflokkin
ANNIKA OLSEN
Undirritaði skal hervið staði
liga avsanna tær grovu ákær
ur og ósonnu søgur, sum Sosi
alurin, Portalurin og Rás2
bera fram ímóti mær í dag.
Havi fingið mangar lygi
søgur omanyvir meg í mín
um politiska virki, men
hendan ber av øllum.
Eg havi hvørki gjørt meg
inn á nakran ella nakað í
Tinganesi.
Var uppringdur av blað
manni á Sosialinum í dag og
segði, at eg greitt kundi
afturvísa slatrisøgum um
meg og sjálvandi ikki vildi
gera aðrar viðmerkingar til
slíkt. Kortini velur Sosialurin
at prenta ósannindir og
útspilling av mær á henda
hátt og siterar meg fyri onga
viðmerking at hava, og at eg
hvørki vil vátta ella avsanna
hesi ósonnu tíðindi.
Tí mundi eg satt at siga
dottið uppeftir, tá eg í kvøld
eftir ein strævnan arbeiðsdag
lesi og hoyri tey ósannindi,
sum omanfyrinevndu miðlar
leggja meg undir vísandi til
ónevndar keldur.
Her er talan um eitt nýtt
lágmark í fjølmiðlaflutningi.
Mótmæli og avsanning
HøgNI HOydAL
Viðmerking til Høgna Hoydal
Ilt er at vita, hvat Høgni Hoydal meinar. Tí tað einasta
hann segði, tá vit bóðu hann um viðmerking til málið
var, at hann “ikki kundi gera viðmerkingar til slíkt
slatur og sleyg, og tá ið vit hoyra slíkar søgur, máttu
vit venda okkum til embætisfólkini, tí talan var ikki um
eitt politiskt mál”.
Marjun Hanusardóttir váttaði, at “kontrovers er um
skrivstovur”.
Síðani greinin var í blaðnum, hava vit fingið at vita
frá fleiri keldum, at rættiliga álvarsamt stríð er millum
løgmann og Høgna Hoydal um hølisviðurskifti í
Tinganesi.
Tað frætta vit meira um, tá vit hava fingið alment
innlit í málið.
Blaðstjórnin