Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2008 15 Síggi og hoyri í miðlunum, at tú roynir at draga kanningina, sum varð løgd fram í gjár, inn í ta partapolitisku sentrifuguna. Tað gert tí við pástandum, sum eru so burtur úr vón og viti, at teir taka grundarlagið undan øllum orðaskifti. So best man vera at halda seg til orðatakið: Tað er ikki hvørt orð, tú skalt svara til, og tað er ikki hvørt gildi, tú skalt fara til. Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðul í kanningini, sum Sjúrður Skaale, hevur gjørt millum útisetar í Dan­ mark. Tað stendur at lesa á portalinum í morgun. Kommunan sum eg búgvi í og gjaldi skatt til, er høvuðsstuðul undir Tjóð­ veldi og Norðuratlants­ bólkinum viðvíkjandi einari partapolitiskari kanning um, hví so nógvir av mínum landsmonnum hava valt at búsett seg í Danmark. Er tað rímiligt at vit sum skattgjaldarar skulu tving­ ast til at stuðla einum politiskum flokki, sum nógv av okkum ikki taka undir við, við teirra átaki? Eru 3,6 mió. krónur ikki nóg mikið? Eftir fólkatingsvalið í november 2001, skipaði fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldisflokkinum, saman við grønlendsku fólkatingsmonnunum ein tingbólk, sum verður kall­ aður Norðuratlantsbólk­ urin. Hesin bólkur hevur sambært skipanini fyri tingbólkar á Fólkatingi rætt til at fáa eina grundupp­ hædd á umleið kr. 60.000 um mánaðin fyri hvønn tinglim, umframt eina sokallaða ”mandatupp­ hædd” sum er umleið kr. 40.000 um mánaðin pr. tinglim. Hesar inntøkur koma afturat sjálvari lønini hjá fólkatingsmonnunum. Alt í alt merkir hetta, at Norðuratlantsbólkurin fær umleið 300.000 krónur um mánaðin ella umleið 3,6 mió. krónur um árið frá Fólkatinginum, til at gjalda lønir til skrivstovufólk, halda ráðstevnur og gera kanningar fyri, umframt sjálva lønina hjá tingmonnunum. Hetta er ein stór upphædd, sum kemur afturat stuðlinum frá Tórshavnar kommunu. Endamálið er ikki at finnast at sjálvari kann­ ingini ella teimum vinnu­ lívsfólkum, sum hava valt at stuðla kanningini. Tað er teirra fría val. Men er tað nú rætt av eini kommunu at brúka skattakrónur til at stuðla eini partapolitiskari kanning? Arbeiðslagið er tað sama sum við Hvítubók, har embætisfólk vórðu sett til at gera arbeiðið, men aftaná varð bókin brúkt partapolitiskt til at geva politiska boðskapinum tyngri vekt. Tann sum setti spurnartekin við fullveldis­ ætlanina fekk at vita, at hetta var tað, sum serfrøð­ ingarnir søgdu. Kunnu vit trúgva, at ein politiskur flokkur ger eina politiskt óhefta kanning? Til Kaj Leo Sjúrður Skaale Tórshavnar kommuna høvuðsstuðul hjá Tjóðveldi kaj leo johanneSen Kanningin, sum Norður­ atlantsbólkurin og onnur hava latið gjørt, vísir m.a., at ov fá útbúgvingartilboð eru í Føroyum. Partur av trupulleikanum kann helst loysast í samstarvi í Ríkis­ felagsskapinum. CHE­sam­ gongan sjálv kann longu nú taka stór stig til at bøta um støðuna, men tað vil CHE­ samgongan kortini ikki. Áhugavert! Tað má sigast um kann­ ingina, sum Norðuratlants­ bólkurin á Fólkatingi sam­ an við ymsum pørtum í Føroyum hevur latið gjørt. Kanningin gevur nakrar ábendingar um, hví so fáir føroyingar koma aftur til heimlandið eftir loknan lestur, serliga í Danmark. Positivt at fáa vitan Ymsar meiningar eru um kanningina, men tað er grundleggjandi positivt, at skjalprógvað vitan fæst um hetta økið. Enn havi eg ikki nærlisið kanningina úr enda í ann­ an, men tó havi eg skilt, at serliga tvær orsøkir eru til, at ov fáir ungir menn og kvinnur koma heim aftur eftir loknan lestur: Tilboð­ ini um víðari útbúgving í Føroyum eru ov fá, og ov fáar yrkisligar avbjóðingar eru her í landinum í mun til aðrastaðni. Helst hava vit øll havt varhugan av hesum leingi, men kortini er tað positivt, at ein kanning nú stað­ festir, at so er. Politisk átøk eru møgulig Endaligar niðurstøður vil eg ikki gera mær, fyrr enn eg havi havt høvi at lisið kanningina á tamb. Her sæst tó beinanveg, at okk­ urt er hjá føroyskum polit­ ikarum at arbeiða við. Í fyrsta umfari ber til at stovna fleiri víðarigangandi útbúgvingar í Føroyum, helst á Fróðskaparsetrinum. Málið kann fyri ein part loysast í sunnum samstarvi í Ríkisfelagsskapinum. Vert er at kanna, um dan­ ska stjórnin kann hjálpa fíggjarliga við einari undirvísingarverkætlan. Slíkt samstarv fer í løt­ uni fram á Fiskirannsókn­ arstovuni, har danska stjór­ nin – eftir áheitan frá fólka­ tingsmanni Sambands­ floksins – hevur gjørt íløgu á stívliga 9 milliónir krón­ ur í eina sera áhugaverda havgranskingarverkætlan. Eisini ber til at kanna, um stjórnin í Keypmanna­ havn kann stíla fyri, at undirvísingarkreftir kunnu fáast til vega frá donskum universitetum. Alt í góðum samstarvi innan Ríkisfelagsskapin. Landsstýrið vil ikki loysa trupulleikan CHE­samgongan hevur tikið nøkur fá fet til at bøta um á Fróðskaparsetrinum. Fetini eru tó alt ov smá til at loysa grundleggjandi trupulleikarnar, sum eru lýstir í nevndu kanning. CHE­landsstýrið hevur allar møguleikar at gera meira. Til dømis ber til at játta meira pening til okkara universitet, Fróðskaparsetrið. Hvaðani skulu pengarnir koma? Skal stóra hallið á fíggjarlógini økjast? Skal sparast onkunstaðni, har tað longu sansar at? Nei, tað er óneyðugt. Heldur enn at tveita peng­ ar út gjøgnum vindeygað við at skerja ríkisveitingina við hundraðtals milliónum, kunnu pengarnir t.d. fara til at menna víðari útbúgv­ ing í Føroyum. Hetta vil CHE­lands­ stýrið tó ikki. Misskilt nationalisma ræður í Tinganesi, og tí er alt danskt av tí ónda. Tíverri. Mín áheitan á Sjúrð Skaale og hini í CHE­ samgonguni er: Lat sunnan fornuft avloysa misskiltu nationalismuna eina løtu! Steðgið ætlanini um at skerja ríkisveitingina. Brúkið heldur pengarnar til at stovna nýggjar hægri útbúgvingar á Fróð­ skaparsetri Føroya. Á tann hátt gerst áhuga­ verdari hjá ungum føroying­ um at lesa í egnum landi. Fleiri avbjóðingar til vinnuna Føroyskir politikarar hava eisini møguleika at loysa hin trupulleikan, sum er nevndur í kanningini hjá Sjúrði Skaale o.ø.: Hetta, at tað eru ov fáar yrkisligar avbjóðingar í Føroyum. Við at lata Føroyar upp og vinna okkum ES­ limaskap, fara føroyskar vinnufyritøkur at kappast á jøvnum føti við fyritøkur í Europasamveldinum. ES­ limaskapur fer at geva okkara fyritøkum atgongd til heimsins størsta marknað og harvið atgongd til størri inntøkur. Lítil ivi er um, at hetta eisini á mangan hátt vil geva vinnuni størri yrkisligar avbjóðingar. Aftur her er CHE­ landsstýrið størsta for­ ðingin. CHE ger onki fyri, at Føroyar kunnu nærkast ES. Púrt onki. Hóast landsstýrismaðurin í uttanríkismálum 23. juni alment boðaði frá einum nýggjum Europapolitikki, hevur hann enn onki gjørt fyri at vinna okkum ES­ limaskap. CHE er trupulleikin Føroyskir politikarar kunnu sostatt gera sítt til at loysa grundleggjandi trupulleikar, ið eru lýstir í áhugaverdu kanningini hjá Norður­ atlantsbólkinum o.ø. Nakni veruleikin er tó, at hvørki Norðuratlantsbólk­ urin ella CHE­landsstýrið vilja gera tað, sum krevst. Áhugaverd kanning løgtings- og fólkatingsmaður edmund joenSen Vísandi til lesarabræv hjá Kaj Leo Johannesen skal verða sagt, at Tórshavnar kommuna hevur valt at stuðla kanningararbeiðnum um hví føroyingar velja at flyta til Danmarkar, av egnum vilja, uttan at verða trýst av nøkrum, ella at fremja ávísar hugsjónir, ella partsætlanir. Tórshavnar kommuna hevur valt at stuðla kann­ ingini til tess at menna kommununa, ið er høvuðs­ staður í landum og økið, har flestu búgva. Umframt Tórshavnar kommunu hevur vinnulívið og fleiri almennir stovnar stuðlað kanningararbeiðnum. Innan kanningina høvdu vit, og serliga Vinnumenn­ ingardeildin, ein varhuga av at ein álvarsligur trupulleiki í føroyska samfelagnum er tørvurin á útbúnari arbeiðsmegi, samantvunnin við einum vandamiklum undirskot av kvinnum – ja í heilatakið, at menniskjansliga til­ feingið er um at gleppa okkum av hondum. Til tess at fáa staðfest henda varhuga, valdu vit at stuðla eini vísindaligari kanning, sum nú er løgd fram. Tí meta vit í Tórshavnar kommunu, at kanningin er eitt gott amboð til greitt at kunna meta um støðuna, uttan partapolitisk atlit. Í hesum anda stuðla vit kanningini og í hesum sama anda valdu vit at vera við til at leggja kanningina fram. Kanningin ”Hví føroy­ ingar búseta seg í Dan­ mark” verður ætlandi støðið undir framtíðar átøkum til tess at venda gongdini tann positiva vegin í allari kommununi, soleiðis at vit øll fáa eitt enn betri samfelag at liva í. Tórshavnar kommuna hevur einki goldið til Norðuratlandsbólkin, enn minni til Tjóðveldi. Tórshavnar kommuna hevur goldið stuðulin í sambandi við kanningina til Danmarks Statistik. Hátturin, sum er valdur, hevur spart okkum pengar. Tað er tí vit samstarva at náa felags málum, høvuðsstaði og landi at frama. Skattaborgarin einki at óttast borgarstjóri heðin mortenSen viðmerkingar