Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 12. september 2008 Söslalurin 23 Tú skalt vera motiverandi og duga at hugtaka, men eisini hava neyðugu persónligu slagkraftina. Tú er hugskotsríkur og hevur farleika at hugsa nýtt og gðrvísi í mun til handilsligu menningina. Føroya storsta varuhús verður nú professionaliserað og skal hava nýggjan stjóra. Stjórin skal saman við leiðarum, lyklapersónum og nevndini gera og seta í verk framtíðar strategi- og virkisætlan fyri felagið. Tilvísing verður til nevndina. Uppgávur stjórans verða av strategiskum, taktiskum og operativum slagi. Leiðsla, coaching og menning av leiðarum og lyklapersónum fer eisini at fylla nógv. Harumframt er tað týðandi, at tú hevur fgrleika at analysera og taka avgerðir við staði í fíggjarligu lyklatalunum. Tú hevur eina merkantila útbúgving, gjarna við fíggjarligum yvirbygningi. Annar mgguleiki er, at tú hevur fíggjarliga útbúgving, saman við hollum royndum við smásglu og heilsalu. Tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir og dugur at samskifta við gll starvsfólkini. Tú hevur tev fyri keypmannskapi og megnar at umseta strategiskar avgerðir til lansamar gerðir og úrslit. Arbeiðið er sera spennandi og avbjóðandi. Tú fært víðar heimildir at seta tín dám á og menna virkið, eins og tú fært eina profesionella nevnd at samstarva við. Lan og setanartreytir verða eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjordar í trúnaði. Hevur tú áhuga fyri starvinum, send so eina umsókn við prógvum til Varuhúsið, Postrúm 1019, 110 Tórshavn. Viðmerk " Stjóri“. Umsóknarfreistin er 15. september 2008. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Árna Arge, nevndarformann, tel. 215345 og teldupost argeQikon.fo. AMORUHUÚSIÐ www.voruhusid.fo Varuhúsið er Føroya starsta varuhús, ið hevur sglustað á Hjalla, í Klaksvík, í Runavík og á Tvøroyri. Umframt at reka smásglu, er Varuhúsið eisini veitari til allar Litaval- handlarnar kring landið. Í samtakinum starvast í dag umleið 40 fólk. Varuhúsið er ein familjufyritaka. Virksemið byrjaði í 1962 undir navninum Málingahandilin. Tað vóru bræðurnir Finnbjarn og Eyðun Mouritsen, ið byrjaðu virksemið í J. C. Svabosggtu í Havn. Síðan byrjanina er samleikin og virksemið ment til Varuhúsið. Varuhúsið veitir í dag kundum sínum heildarloysnir. Kundar fáa alt til heimið, aðrar vørur og tænastur fyri kappingarfgrar prísir. Havuðsvarubólkarnir eru máling, innbúgv, hvítvarur, || el-tól, búnýti, KT og gólv.