fríggjadagur 12. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hesaferð
Rituvík & Æðuvík
20. partur
Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og
sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum
sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti
í náttúrini. Og í dag koma vit við enn einum parti í røðini við
misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á
alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur
orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst
ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast
av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu
myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk
koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í
Vágum. Í øðrum parti vóru vit í grannabygdunum fyri norðan,
Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórs
havnar kommunu, sum fyrr í ár hevði umhvørvisviku, og í
triðja parti stóðu bygdirnar vestan og norðanfyri, Kirkjubø,
Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri skotum.
Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr Kollafirði,
Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali
og Saksun. Sætti partur var úr Nesvík, av Langasandi og úr
Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at
seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at
bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í 8. parti høvdu vit
myndir av Oyrarbakka og Norðskála, sum hoyrir til Sunda
kommunu og úr Svínáum, ið er undir Eiðis kommunu. Í 9.
parti vóru vit í hinum báðum bygdunum í Eiðis kommunu,
Ljósá og Eiði, 10. partur var úr norðastu bygd í Sunda
kommunu, Gjógv, og úr Funningi, sum frá 1. januar fer upp í
Runavíkar kommunu. 11. og 12. partur vóru úr Klaksvík,
meðan 13. partur var úr teimum smærru bygdunum í
Klaksvíkar kommunu; Ánirnar og við Strond. Í 14. parti
vitjaðu vit í Haraldsundi, Kunoy og Árnafirði, í 15. parti otaðu
við okkum norður til Norðtoftir, Norðdepil, Hvannasund og
Viðareiði, og í 16. parti vóru vit aftur í Streymoynni við
bygdunum fyri vestan, Skælingi og Vestmanna. Í hesum
økinum hendi tað gleðiliga, at onki órudd var at finna í
Leynum, á Stykkinum og í Kvívík. Tillukku við tí, tit íbúgvar
har. Seinast stóð Føroya reinasta bygd í 2008, Sandavágur,
fyri skotun. Sigast skal, at her var ikki nógv at fara eftir. Verri
stóð til í grannabygdini, Miðvági, og við havnalagið Miðvágs
Sandavágs havn. Í 18. parti hildu vit fram í Vágum við hinum
bygdunum í oynni; Vatnsoyrum, Sørvági, Bø og Gásadali,
meðan seinasti partur var úr Sandoy og Skúvoy.
Í hesum 20. parti eru vit í syðsta parti av Eysturoynni;
Rituvík, Rituvíkshálsi og Æðuvík. Rætt skal vera rætt. Hvørki
í sjálvum bygdunum, Rituvík og Æðuvík, var nógv órudd at
síggja. Tí eru flestu myndirnar hesaferð av ídnaðarøkinum á
Rituvíkshálsi.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá
bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við ferða
vinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum,
Heimsins reinasta
Nr. 175 - 12. september 2008
26
Rituvík
Rituvíkshálsur
Rituvíkshálsur
Rituvík
Rituvíkshálsur
Rituvíkshálsur
Rituvíkshálsur
Rituvíkshálsur
Rituvíkshálsur