fríggjadagur 12. september 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
a oyggjaland
National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111
oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi. Men liva vit
upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt
oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Hava hesi verið varug við tey
túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt allastaðni? Um so er,
kann hetta valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má
standa ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá
blaðnum. Tað var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið
ígjøgnum myndatól okkara.
Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri,
enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala yvir ein stóran
part. Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast
óskiljandi, at fyritøkur, stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur
sleppa avstað við at seta gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað
burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir,
ídnaðarøki, bóndagarðar, jarðarbrúk og í niðurløgdum grótbrotum, har
onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina av, at
hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar brennistøðir, tí
orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn. Tað má
tyrvast ella flytast av landinum.
Ein glotti er, tí herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit.
Allur bati bøtur, og síðani blaðið fór í gongd við at vísa á órudd og
burturkast, hava bæði Tórshavnar og Sunda kommunur álagt øllum at
rudda upp á kommunalum vegum og økjum. Eisini hevur Klaksvíkar
kommuna tikið stig til at rudda upp ymsastaðni.
Aftur í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við, til vit
hava verið um alt landið.
Nr. 175 - 12. september 2008
27
Rituvíkshálsur
Rituvíkshálsur
Rituvíkshálsur
Æðuvík
Rituvíkshálsur