Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 175 - 12. september 2008 Tórsbyrgi 16 | 100 Tórshavn | Tel. 31 31 02 | alzheimer@alzheimer.fo | www.alzheimer.fo TILTØK HJÁ ALZHEIMERFELAGNUM Í septembur mánaði skipar Alzheimerfelagið fyri trimum almennum tiltøkum í sambandi við, at alheims Alzheimerdagur er tann 21.septembur. Øll tiltøkini verða kl. 19.30 í hølunum hjá Starvsmannfelgnum, J.H. Schrøtersgøta 9 í Havn Tann 15. septembur er fyrilestur undir heitinum: Tá ið minnissvinn rakar familjuna Mánakvøldið tann 22. septembur verður filmskvøld: Away from her Orsakað av Alzheimers sjúku rekur Fiona (Julie Christie) longri og longri burtur frá hjúnafelagnum Grant (Gordon Pinsent). Mynd: Miracle Film Distribution. Til staðar verða fólk við serútbúgving um demens, og eru fólk vælkomin at seta spurningar eftir sýningina. Kostnaður: kr 50,00, íroknað kaffi og køku. Hesin kanadiski kærleiksfilmurin er sjáldsama veruligur og viðkomandi. Julie Christie leikar framúrskarandi í yndisliga filminum um gátuføru sjúkuna Alzheimers. Hóast tey hava verið gift í 40 ár, eru samljóðið og hóskandi skemtið so inngrógvin, at tey bæði bresta útúr at flenna, tá ið hon setir pannuna inn í køliskápið eftir uppvaskið. Ella tá ið hon knappliga hevur gloymt, hvussu hann eitur, hasin leskiligi, reyði løgurin, ið rennur úr glasi og verður notin í hugnaligari samveru. Men handan láturin og og minniligu skíðtúrarnar á kavaklæddu eingjunum við hugnaligu smáttu teirra lúrir óttin. Filmurin er bygdur á stuttsøgu eftir Alice Munro, og hevur Sarah Polley, ið er einans 27 ár, leikstjórnað filmin - hennara 5. filmur. Hóast evnið er minnissjúka, hýsir ”Away from her” kenslubornar hendingar, lætt skemt, og ikki minst: sjúkunar álvari. er heitið á filmi um eini hjún, har konan fær demenssjúkuna Alzheimers. Hvat snýr tað seg um? Hvat er at gera, og hvat er í væntu? Hvussu tekur umhvørvið tað? Hvussu hjálpa vit best tí rakta/sjúka - og er gjørligt at varðveita sambandið og gevandi samskifti? SVAVA ARADÓTTIR, sjúkrarøktarfrøð- ingur og ráðgevi frá fyritøkuni Nordic Lights innan minnissvinn, heldur fyri- lesturin. Fyrilesturin, ið verður á donskum, er fyri øll við áhuga í at vita meiri um minnissvinn og samskiftið við tey, ið eru rakt av minnissvinni. sí: www.alzheimer.fo og www.nordic-lights.dk Tann 29. septembur verður rættartrygdin hjá teimum, ið hava minnissvinn (demens), lýst og viðgjørd. Tiltakið verður skipað sum pallborðsfundur. Við borðið sita: Sigmund Poulsen, løgfrøðingur. Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur frá Heimavitjunartænastuni hjá Tórshavnar Býráði. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum Hans P. Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum Umhvørvisstovuni sóknast eftir KT verkætlanarleiðara til nýgerð og umsiting av dátuskráum. Uppgávan er í fyrstu atløgu at verða verkætlanarleiðari fyri nútímansgerð av Landsfólkayvirlitinum. Hetta arbeiðið skal millum annað samskipast við komandi fólkateljing. Harumframt verður ein stór og spennandi uppgáva at samskipa og menna aðrar skráir, sum Umhvørvisstovan umsitur, til gagns fyri brúkarar og samfelagið sum heild. Umframt landsfólkaskrá, umsitur stovnurin landsadressuskrá, matrikulskrá og tinglýsingarskrá. Førleikar Tú ert væl inni í fakinum verkætlanarleiðsla og hevur royndir frá størri verkætlanum. Tú hevur royndir í KT verkætlanum har menning og samskipan av dátugrunnum hevur serligan týdning. Fyrimunir Tú hevur hevur viðkomandi prógv frá hægri læristovni. Tú kennir til økið almenna fyrisiting og lóggávu. Starvsmøguleikar Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv við starvsfelagar og góðar møguleikar fyri persónligari menning. Stovnurin er í stórari menning og einstøku starvsfólkini hava góðar møguleikar at taka lut og vera við til at seta sín dám á arbeiðið á leiðini framyvir. Setan Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanin er verkætlanarsetan tengd at Landsfólkayvirlitinum og ætlaðu fólkateljingini. Fyrispurningar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til: Jákup Paula Joensen, stjóra, jakuppj@us.fo, tlf. 342400 ella Stein Fossá, deildarleiðara, steinf@us.fo, tlf. 342410 Umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal verða Umhvørvisstovuni í hendi innan 15. sept. 2008. Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 FO-165 Argir sansir.fo Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing, fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd. www.us.fo KT-verkætlanarleiðari Til stovnsøkið undir Almannastovuni ynskjast hús ella høli til leigu so skjótt sum til ber. Møguleiki er fyri langtíðar leigumáli. Stovnurin skal hýsa á leið 8 ungum fólkum. Áhugað kunnu seta seg í samband við Petru Johnsdóttir Joensen á tel 35 35 10 ella á teldup. almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo K R E A HÚS ELLA HØLI YNSKJAST TIL LEIGU