Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 175 - 12. september 2008 tíðindi Tíðindaskriv Í dag verður sera nógv tosa um sunnan lívsstíl, bæði tá talan er um royking, motión, alkohol og mat. Øll vita, at tað er sera vandamikið at viga ov nógv og at nógvar sjúkur kunnu standast av hesum, tess vegna burdu alt fleiri fólk tikið tað í álvara og gjørt nakað við trupul­ leikan. Tað er tó ikki altíð so lætt at taka seg saman og gera nakað við tað sjálvur, men nú hevur tú møguleikin at hoyra um hvussu Halldóra frá Islandi hevur tapt 22 kilo. Hon hevur broytt mat­ vanar og brúkt tað sera væl­ umtøkta slankipulvurið FiguAktiv frá LR, sum “hjálpimiddel”. Halldóra heldur ein sera áhugaverdan fyrilestur um hvussu hon megnaði at náa sínum máli og samstundis verður kunn­ að um møguleikar við LR. FiguAktiv er sera mett­ andi og tekur eisini trongd­ ina til søtt. Tað gerst lættari at broyta matvanar, tí ein er ikki svangur og somuleiðis inniheldur pulvurið alt tað kroppurin hevur brúk fyri av vitaminum, mineralum og fibur. Tað er Jana Thomsen, LR – umboð, sum hevur fingið Halldóru til Føroyar. Jana hevur sjálv haft anorexi, er útbúgvin økonoma og fit­ nessinstruktør, og hjálpir nú fólkum sum hava trupul­ leikar við vektini. Tilmelding hjá Janu á tlf. 517100 / 317100 ella lr@ kallnet.fo Sí eisini www.lr.fo Kostnaður kr.100,­ Arbeiðsleiðari til Tyrvingarplássið Tórshavnar kommuna Kommunala Brennistøðin søknast eftir arbeiðsleiðara til Tyrvingarplássið í Húsahaganum at byrja skjótast til ber. Høvuðsuppgávur Arbeiðsleiðarin hevur dagligu ábyrgdina av rakstrinum av mold- og tyrvingarplássinum, herundir at leiða og fordeila arbeiðið á mold- og tyrvingarplássinum, og at gera avloysaraætlanir og avgreiða arbeiðstíðaruppgerðir. Arbeiðsleiðarin skipar fyri, at plássið verður rikið sambært galdandi lógum, reglum og fyriskipanum, ið myndugleikar og kommunan hava sett í gildi. Arbeiðsleiðarin leggur til rættis nýtsluna av økjum og hvussu útbreiðsla av tilfari fer fram, hevur eftirlit við øki, maskinum og útgerð, ið hoyrir til plássið, og skipar fyri umvælingum og viðlíkahaldi av hesum. Arbeiðsleiðarin skal tryggja at plássið tekur seg væl út, at tænastustøðið er høgt og at skilhaldsreglur verða hildnar. Arbeiðsleiðarin hevur ábyrgdina av, at móttikið tilfar verður skrásett sambært galdandi skipan og at tað kemur til høldar. Arbeiðsleiðarin hevur ábyrgdina av maskinkoyring á mold- og tyrvingarplássinum og at vátta rokningar o.t. Útbúgving/royndir Arbeiðsleiðarin hevur royndir sum maskinførari, aðrar arbeiðsroyndir, ella útbúgving, ið samanlagt gevur neyðugan førleika at røkja starvið. Arbeiðsleiðarin hevur koyrikort, ið gevur rætt at koyra arbeiðsamboð á alfaravegi, umframt vanligt koyrikort, ið ikki av egnum ávum má spælast av hondum. Arbeiðsleiðarin hevur kunnleika til EDV, serliga Windows, Office og Navision. Rætti arbeiðsleiðarin hevur eisini evni at ímynda sær, hvussu ymsu økini skulu síggja út, tá tey eru liðugt gagnnýtt. Persónligir eginleikar Arbeiðsleiðarin skal duga væl at leiða og fordeila arbeiði, vera røkin, málsøkin og hava hugflog, vera fyrikomandi, men avgjørdur, og duga væl at fara við viðskiftafólki og starvsfólki. Arbeiðsleiðarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera til reiðar at taka avgerðir, áhugaður í og leggja orku í, at arbeiðsplássið er á høgum umhvørvisligum og arbeiðs- umhvørvisligum støði, vera trúgvur móti tiknum avgerðum og kunna virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og eggja teimum at menna tænastastøðið. Setunarviðurskifti Arbeiðsleiðarin verður settur í starv sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðs- mannafelag, við formansískoyti. Arbeiðsleiðarin hevur tilvísing til leiðaran á Kommunalu Brennistøðini. Meiri fæst at vita Við at venda sær til Bárð Michelsen, leiðara á Kommunalu Brennistøðini, telefon 22 89 18. Umsókn Saman við viðmælum, avriti av prógvum o.t. og upplýsing um royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 29. september 2008. Merkið á umsóknina »Arbeiðsleiðari til tyrvingarplássið«. Setanar- samrøður verða ætlandi í viku 41. LR í Miðlahúsinum Halldóra “før og nu”