fríggjadagur 12. september 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 12. september 2008
33
Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo
Góð og vælhildin sethús
undir Gráasteini í Havn
Vælhildnu sethúsini eru frá 2003 og
eru í tveimum hæddum. Eisini er ein
stórur og góður hjallur.
Í niðaru hæddini er inngongd við
einum rúmligum duri við gólvhita, eitt
spælirúm við gólvhita og kjallararúm.
Eisini er ein stórur og góður bilskúrur
við inngongd til durin. Í bilskúrinum
er eitt isolerað goymslurúm á 12
fermetrar.
Í ovaru hæddini er ein gongd, baðirúm
við brúsu og baðikar og gólvhita,
grovkøkur, køkur, stova, vesi við brúsu
og gólvhita og trý kømur.
Í hjúnarúminum er gott skápspláss.
Køkurin er stórur og góður og hevur
nógv skápspláss. Frá køkinum er
útgongd til grovkøkin og víðari til
hjallin.
Húsini er bygd í serflokki í dygd og
tilfari, m.a. eru útveggirnir 8” og
undirsløgini 3x8”. Gólvpláturnar eru 21
mm. Møguleiki er fyri at gera ein part
av kjallaranum til íbúð.
Húsini standa væl fyri í friðarligum
umhvørvi við góðum útsýni. Tað
eru bert áleið 5 minuttir til gongu
til barnagarð og til handils. Gott
bussamband er til miðbýin. Fleiri
útstykkingar eru í umbúna.
Yvirtøkan av húsinum verður 1. januar
2009.
Tú fært meira at vita um húsini við at
ringja til Skyn á tlf. 35 74 00 og www.
skyn.fo
Fakta:
Adressa .......... undir Gráasteini 70c,
Tórshavn
Byggiár: ........... 2003
Hæddir: ........... 2
Stødd innan: ... 270 m2
Grundøkið: ..... 540 m2
Prísuppskot: ... Kr. 2.800.000,-